Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019 SOSIALURIN 99 25 Komandi partur Í komandi parti er Evald við Hjørdis, tá ið hon brendi í 1954. Her er eisini frásøgn hjá Frits um tað bragd Evald gjørdi tá. Evald var við til at fáa Ólav Halga til landið. fríur av Føroyum, sigur Sigurd, at vit venda aftur, her var ikki siglandi. Vit fóru suður gjøgnum Mykinesfjørð, suður um Vágoynna. Tá vit hugdu upp á land, sást bara fjallakavi á Vágoynni. Vit fóru á Vest­ manna. Tað var kavað í bakka á Streym­ oynni. Eg spurdi seinni Jóan Jakku Hansen í Sandavági, sum var giftur við mostur míni, um hetta fyri­brigdi, og segði hann, at á landnyrðingi eyst­an kemur hvørki regn ella kavi á Vág­oynna. Inntøkan heldur vánalig Inntøkan var so sum so. Tað var ikki nógv­ ur fiskur, og prísurin var vánaligur. Fiska­ keyp­ararnir komu eftir, at steðgaðu teir við at keypa, so fór prísurin bara longur niður. Tá varð Føroya Fiskasøla sett á stovn í 1948. Hetta var einasti máti at tryggja fiskaprísin. Her gjørdust flestu reiðarí limir, og fiskasølan hevði upprunaliga eina­rætt til at útflyta saltfisk. Seinni er hon farin í søguna. Vit komu heim seint í mei 1947 og tá fór eg av - tað gav for lítið. Pápi fór tá við nakr­ ar túrir.   Skyldmaðurin, Theodor, pápi Frits Johannesen, var eisini við Vitanum. Hann var fyrsta túrin í 1949 og var hann 1. stýrimaður. Á trimum teimum næstu túrarnar hetta árið var Theodor skipari, og Sámal á Brúnni var flaggskipari. Á tveimum túrum varð lastin seld í Grims­by, har teir fingu góðan prís. Á triðja túr­inum varð lastin, 160 tons, løgd upp í Fugla­firði í bygningin, sum Sigurd hevði bygt. Ein partur varð seldur av og á. Til end­ans gulnaði alt, tá tað varð rivið í stápl­ in­um. Tá fekst nógv minni fekst fyri fiskin. So truplar vóru tíðirnar. Vitin fór sum flestu av hesum trolarum á húsagang. Vitin fór í 1952. Fór í smiðjulæru Eg fekk lærupláss í smiðjuni Meka  og byrjaði 2. juni 1947.  Søgan um smiðjuna er, at størsti reiðarin í Fuglafirði, gamli Sámal Petur Petersen, hevði havt eina sleipistøð til motorbátar longu áðren 1920. Síðan varð hon útbygd og kundi taka størri før. Í 1940-unum varð eisini jarnsmiðjan Meka sett á stovn saman við einum máln­ inga­handli. Aftaná kríggið vóru ringar tíðir, og tað endaði við, at fyritøkan fór á húsagang. Synir Sámal Petur komu at reka ymsar partar av virkinum víðari. Erhard og Hilmar Petersen fingu møguleika fyri at yvirtaka smiðjuna, og teir stovnaðu parta­ felagið Brøður Petersen og fóru í holt við at byggja upp aftur nakað av tí, ið var eftir av lívsverkinum hjá pápanum. Lagt varð til brots við stórum ætlanum og lítlari orku. Longu annað árið, virkið var til, bleiv kjølur strektur til ein nýbygning á Sleipistøðini. Hilmar Petersen var stjóri, men hann bleiv sjúkur og doyði longu í 1965, bara 58 ára gamal. Tað er eingin ivi um, at Hilmar var ein maður við góðum gávum. Aftan á at hava gingið í realskúla í Havn, tók hann prógv sum telegrafistur og koma at arbeiða á tele­grastøðini í Havn. Men honum longdist til Fuglafjarðar, og hann kom norður at vera stjóri á smiðjuni. Sagt varð, at tað hann fekk um hendur, varð gjørt til lítar. Hann fekk eisini álitisstørv og var m.a. ting­maður og limur í sóknarstýrinum í Fugla­firði. Símun Pauli Poulsen, kendur m.a. frá Før­oya Arbeiðarafelag, skrivaði millum annað i minningarorðum um Hilmar, at Meka var kend um allar Føroya fyri vala arbeiði. Hilmar var eisini deknur í bygdini og virkin í missiónshúsinum. Beiggin Erhard tók við eftir Hilmar. Smiðjumeistari var Esmar Simonsen, ætt­aður úr Fugloy. Hann flutti til bygdina saman við konuni, sum var úr Vatnsoyrum. Jóhannes Øregaard av Lakjuni var næsti maður Esmar, og hann tók við eftir Esmar. Evald tók sær væl av lærlingunum Her skal endurgevast nakað av tí, sum Frits Johannesen hevur skrivað um Evald og smiðjuna: “Sum  sagt, fór Evald í smiðjuna eftir at hava siglt við Vitanum. Manna millum hevur hann  gott orð á sær frá hesari tíð. Hann tók sær væl av lærlingunum. Ver­fað­ ir, Erling á Støðini (deyður 1987), helt nógv av Evaldi og hann  av honum, og munnu teir mangan hava staðið við essuna og amboltin og fingið glóðheitan málm at renna saman.. Handverkið er nógv broytt síðani hesar dagar, og fáir eru teir í dag, ið megna hetta handverk. Hetta var teirra lutur at fara um jarnið og snikka tað til, so tað fekk sítt skap og skuldi passa til umstøðurnar, sum tað var roknað til. Sluppirnar skuldu t.d. hava nýggj jarnknø, sum vóru upp undir bjálkarnar og niður á bondini. Hetta skuldi gerast neyvt, tí hetta var ein partur av festinum millum skrokk og dekk. Einir tríggir boltar skuldu festast í bondini og dekkið. Ofta vóru tað tveir, ið sleggjaðu, og eisini skuldi dunkast niður á øks fyri at fáa jarnið av, og mátti øksin kølast av eftir t. d. tvey dunk. Eisini sveisaðu teir ofta  olju/vatntangar til sluppirnar, og tá ið liðugt var at sveisa, settu teir eitt rør í spunslholið einar tveir metrar høgt fyri at leggja tangan undir trýst, og so varð vatn fylt á, til rørið var fult. Soleiðis sóu teir, um tangin var tættur ella lak. Summir hildu, at eitt tveytumma rør munaði betur enn eitt tumma rør, men so er ikki. Tað var hæddin, sum gav trýstið. Synd at siga, at tað var gott fyri heilsuna at sveisa hesar tangarnar. Ein seymur skuldi leggjast uttan og ein innan. Roykurin hekk um sveisararnar. Hesin herski roykur mundi vera svárur fyri háls og lungu. Nú er alt vorðið til tað betra, tá ið um trygdina ræður. Ikki so sjáldan komu enskir trolarar inn á Fuglafjørð at bøta um t. d. ketlarnar. T. d. valsaðu teir rør til ketlarnar, sum vóru sett inn í holini í ketlunum. Hetta var eitt spennandi smíð, sum er farið í søguna.” Línuspøl – ein nýhugsan Smiðjan var eisini kend fyri síni línuspøl, sum vóru eitt frambrot á tí økinum. Hesi spøl kundu eisini brúkast til at draga trossan á sildaveiðu við gørnum. Tey vórðu nógv brúkt frá 1950-unum og úteftir. Eina ferð varð eitt línuspæl gjørt til ein enskan bát, Glaymor. Teir høvdu diesel­ motor. Nú høvdu teir keypt hendan bátin og sett ein dampketil til spælið umborð á hann. Hann fór til Eysturgrønland at fiska kalva. Tað vísti seg, at á djúpum vatni fingu teir ikki línuna aftur. Spælið orkaði ikki at draga. So sigur reiðarin við Hilmar, um hann kundi gera honum eitt línuspæl. Tað helt hann kundi ikki vera nakað í vegin. So fekk hann at síggja, hvussu skipið sá út. Tað hevði frystilast. So tað ráddi um at fáa eina reim millum spælið og motorin. Hetta var tann fyrsti aksilin, sum bleiv innilokaður og lagdur í eitt rør. Hetta skuldi gerast sum ein dampspæl. Hetta var ikki nøkur løtt uppgáva. Aksilin bleiv lagdur omandeks frá rulluni og aftur um frystilastina og maskinskottið og inn í eitt skylett oman fyri maskinrúmið út móti lúnningini og so reimdrivið frá motorinum. Tað var skjótt, at tað kom eitt telegramm frá skipinum, at hetta var nú í lagi. Hetta at kunna draga línu við spæli var eitt framúr framstig. Tað kundu vera upp til 20 mans, sum arbeiddu í smiðjuni, so tað var eitt stórt arbeiðspláss. Vegarbeiði uttanfyri Breiðá: Bilurin er tann hjá Martin Eliasen. Frá vinstru: Hanni, beiggi Evald, Petur Eliasen, Símun Pauli, pápi Evald, og Pól Andrias Eliasen. Sunnudagstúrur ca. 1970: f.v. Óli Johannessen, Hanni, Jákup Pauli, Kristvør, Daysie, Evald og Kristmar Evald við yngstu abbabørnunum, Eyðun og Rebekku