Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100 TÍÐINDI Gamla andstøðan uttan Sjálvstýri besta boð uppá nýggja samgongu Løgmaður situr enn við samráðingarleiðsluni, men mest upplagda samgongan er ein millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin Árni Gregersen Teir tríggir flokkarnir Fólka­ flokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin fingu meira enn helvtina av atkvøðunum á valinum leygardagin. Taðð fall eisini soleiðis út, at hesir tríggir flokkar fingu 17 av 33 tingsessum og hava sostatt meirlutanum í Løgtinginum. Hinvegin fall tað soleiðis út, at sitandi samgonga bert fekk 15 tingsessir og hevur sostatt greitt mist meirlutan í ting­in­ um. Hetta ger tað nokk so lætt at gita, at vit fáa eina sam­ gongu millum Fólkaflokkin og Sam­bandsflokkin og so Mið­ flokk­in afturat. Í Føroyum gera vit vanliga meirlutasamgongur, hóast fleiri hava nevnt, at vit áttu at roynt okkum við minni­luta­ sam­gongum. Í farna valskeiði var talan um eina minnilutasamgongu, tí Sonja Jógvansdóttir tók seg úr Javnaðarflokkin, beint eftir at samgonguskjalið var undir­ skrivð, men hon segði kortini, at hon fór at stuðla sam­gong­ uni. So hóast seinasta samgonga formliga var ein minni­luta­ sam­gonga, so var hon tað ikki reelt fyrr enn móti endanum av valskeiðnum, tá ið Kristin Michelsen, tingmaður, var koyrd­ur úr Javn­aðar­flokk­in­ um. Øll tosa saman Løgmaður hevur framvegis leiðsl­una og kann royna at skipa eina samgongu, men enn eru samráðingar ikki byrj­ að­ar av álvara. Allir flokkar tosa hvør við ann­an og royna at finna, hvar flokk­ar hugsa tað sama polit­ iskt og hvar skilnaðurin er. Skipanin er gjørd soleiðis, at tað fyrst er løgmaður, sum hevur leiðsluna og tað hevur hann til hann ikki heldur at tað bera á mál at skipa eina samgongu og so verður leiðsl­ an latin víðari – í hesum føri til formannin í Fólkaflokkin. Fólkaflokkurin vann valið so dyggiliga og fekk 24,5 pro­ sent av samlaða atkvøðu­tal­in­ um. Tað vil siga, at flokkurin fekk fjórðu hvørja atkvøðu. Tað gav flokkinum átta ting­ sess­ir. Tí er tað upplagt, at kemur løgmaður ikki á mál at skipa eina samgongu – og tann upp­ gáv­an tykist torfør – so verður tað formaður Fólkafloksins, Jørg­en Niclasen, sum fær sam­ ráð­ingarleiðsluna. - Eg haldi, at tað er rættuliga upp­lagt, at vit sum hava sitið í andstøðu hesi seinastu fýra árini, skipa okkum í eina sam­ gongu, sigur Jørgen Niclasen, fyrra­partin í dag, táið hann var á veg á fund í nýggja ting­ bólk­inum hjá Fólkaflokinum. Fleiri aðrir flokkar hava eisini havt fyrsta ting­bólka­ fund­in. Fundirnir verða brúkt­ ir til at heilsa hvør uppá annan og bjóða teimum nývaldu væl­ komn­um. Tað er eisini soleiðis, at ný­ valdu fólkini muguu fáa eina basis­vitan um, hvussu polit­ ikk­ur virkar í Løgtinginum og hvussu ein eigur at føra seg fram har. Tað er sjálvandi áhgugavert at vita, nær vit hava eina nýggja samgongu, men vanligt er, at tað ganga einir 14 dagar til ein nýggj samgonga er skipað og eitt nýtt sam­gongu­ skjal er skrivað. Men tað er ikki óvanligt, at tað gonur upp­ aft­ur longri tíð. Júst nú arbeiðir Aksel V. Jo­ hanne­sen, løgmaður, við at kann møguleikarnar fyri um hann kann skipa eina nýggja sam­gongu. Sjálvandi kann alt lata seg gera í politikki, men so veljarin blandaði kortini leygardagin, so er mest nærliggjandi at halda, at hann noyðist at lata ini­tiativið til formann í Fólka­ flokk­inum, sum so sleppur at royna at skipa samgongu. Jørgen Niclasen Aksel V. Johannesen