mánadagur 2. september 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100
TÍÐINDI
Borgarstjórarnir vrakaðir
- ein av 11 slapp inn á ting
11 borgarstjórar
stillaðu upp
til Løgtingið
– veljararnir
vrakaðu teir 10
Árni Gregersen
Tað stendur púra greitt í dag,
at føroyski veljarin ikki vil hava,
at sami persónur situr í okkara
tjóðartingi og smíðar lógir og
sum so er útynnnandi vald í
kommununum.
Leygardagin bjóðaðu 11 borg
arstjórar seg fram at gerast
fólksins umboð á tingið, men
veljarin vendi tummulin niður
fyri teimum – burtursæð frá
Kristin Michelsen, sum nú
einsamallur umboðar Sjálv
stýri á tingið.
Borgarstjórarnir, sum still
aðu upp hesaferð umboða all
ar tær stóru kommunurnar í
Føroyum og fleiri teirra hava
sitið í tinginum fyrr, men tað
gav ikki nakað eyka.
Dupultmandatið sum borg
arstjóri og tinglimur vann ikki
frama á hesum valinum.
Ongar kanningar eru enn
gjørdar av, hví veljarin valdi,
sum hann gjørdi, men onki er
at ivast í, at fleiri halda, at tað
ikki er í tráð við okkara fólka
ræði, at tú bæði ert fólkavaldur
lóggevi í Løgtinginum og at tú
ert partur av útynnandi vald
inum, sum borgarstjóri.
Eitt annað, sum verður nevnt
er, at veljarin heldur ikki, at
somu borgarstjórar bæði fáa
løn, sum borgastjórar og sum
tinglimir.
Summir
veljarar
halda, at hetta er alt ov sjálvs
økið, tí neyvan ber til at røkja
tvey so týdningarmikil størv
til fulnar.
Tey vóru ikki vald
Hyggja vit eitt sindur nærri at,
hvørjir borgarstjórar ikki vóru
valdir á ting, er tað sjálvandi
fyrst og fremst borgarstjórin í
Tórshavnar kommunu, Ann
ika Olsen, sum sker í eyguni.
Hon hevur áur verið ein
atkvøðuslúkur
fyri
Fólka
flokkin, men hesaferð endaði
hon á einum 10. plássi við 288
atkvøðu,.
Bert tey átta fremstu vóru
vald, men kemur flokkurin í
samgongu
og
skal
manna
landsstýrið , so kann hon fáa
sæti á tingi, men tað hendir
neyvan, so leingi hon situr í
formansstólinum í býráðnum
í Havn.
Jógvan Skorheim er borgar
stjóri í Klaksvík og formaður í
Sjálvstýri. Heldur ikki hann
fekk nóg mikið av atkvøðum
til ein tingsess.
Flokkurin
minkaði
úr
tveimum til ein tingmann. Fyri
at bjarga flokkinum var ein ann
ar borgarstjóri, Kristin Mich
elsen á Tvøroyri, uppstillaður.
Hann var í farna valskeiði
koyrdur úr Javnaðarflokkin
um.
Hann bleiv valdur, sum
tann einasti borgarstjórin inn
á ting hesaferð við 69 atkvøð
um fleiri enn formaðurin í
Sjálvstýri.
Í Runavík ætlaði borgar
stjórin, Torbjørn Jacobsen, sær
á ting. Hann kom seint á listan,
men hann er kendur og hevur
áður røkt landspolitiskt størv
fyri Tjóðveldið, men tað var
ikki nóg mikið hesaferð.
Hann fekk 218 atkøður og
endaði á einum 9.plássi, men
flokkurin
fekk
bert
seks
tingsessir.
Borgarstjórin í Vestmanna,
Pauli Trtond Petersen stillaði
eisini upp fyri Tjóðveldi. Hann
hevur sitið á tingi seinastu
fýra árini, men heldur ikki
hann fekk nóg mikið hesaferð
til
at
sleppa
inn
um
tinggáttina.
Heldur ikki Jóhan Christi
ansen, borgarstjóri í Eystur
kommunu, sum eisini stillaði
upp fyri Tjóðveldi, fekk nóg
mikið av atkvøðum til at
sleppa á ting. Hann fekk 138
atkvøður tilsamans.
Sama hendi fyri Sonna á
Horni,
borgarstjóra
í
Fuglafirði. Hann dróg 46
atkvøður til Tjóðveldi, men
tað var alt ov lítið til at sleppa
á ting.
Heðin Zachariassen, borgar
stjóri í Sunda kommunu, hev
ur eisini fyrr sitið á tingi fyri
Fólkaflokkin,
men
heaferð
endaði hann uttanfyri. Hann
bleiv nummar níggju, men
bert átta sluppu inn á ting.
Heðin Zachariassen fekk 343
atkvøður kortini.
Hjá Fólkaflokkinum slapp
heldur ikki Brandur Sandoy,
borgarstjóri á Sandi, inn. Hann
fekk 287 atkvøður og endaði á
einum 11.plássi.
Fyri Sambandsflokkin still
aði Eydis Hartmann Niclassen
upp. Hon er borgarstjóri í Vága
kommunu. Hon bleiv nummar
11 á listanum og fekk 210 at
kvøður.
Á javnaðarlistanum stillaði
borgarstjórin í Sjóvar komm
unu upp. Athur Johannesen
bleiv nummar 21 og fekk 80 at
kvøður.
Tað vil siga, at einasti sit
andi borgarstjóri, sum var
valdur á ting hesaferð, er
Kristin Michelsen, borgarstjóri
á Tvøroyri. Hann skal hava
loyvi frá býráðnum at røkja
bæði størvini, men tað hevur
hann ikki fingið higartil – utt
an at tað tó hevur fingið av
leiðingar.
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri