Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100 Rørsla betrar um heilsuútlit tá fólk hava krabbamein Krabbameinsfelagið leitar nú eftir fysioterapeutum ymsastaðni kring landið Vilmund Jacobsen - Hevur tú hug at gera okkurt fyri onnur, er tað kanska tær, vit leita eftir. Soleiðis siga tey í Krabba­ ­meinsfelagnum, har tey sóknast eftir ágrýtn­um, positivum og hug­skots­ ríkum fysio­tera­peutum kring landið. Endamálið er at skipa fyri fimleiki fyri fólki, ið hava ella hava havt krabba­mein og teirra avvarðandi. Krabbameinsfelagið hev­ur í nøkur ár havt vælvirkandi fimleikalið í Havn og í Suðuroy. Hetta hava verið ókeypis og sera vælumtókt tilboð. - Rørsla og styrki­venj­ ing hava stóran týdning, bæði likamliga og sál­ar­ liga, og ítróttur og rørsla betra um útlitini at fáa heilsuna aftur, sam­ stund­is sum rørsla gevur styrki til at standa ímóti hørðu viðgerðini. Í Krabba­meinsfelagn­ um vísa tey á, at fim­ leika­tilboðið er til øll, sum hava ella hava havt krabbamein, og tiltakið er eisini fyri teirra av­ varð­andi. - Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión. Krabbamein rakar ikki bara tann sjúka, men alla familjuna. - Tí verður tiltakið skipað soleiðis, at familj­ an kann venja saman. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stutt­ ligt, mennandi og sam­ stundis koma í betri venj­ing. Felagið vísir á, at sosi­ ala samveran eisini er av stórum týdningi. - At hitta onnur í somu støðu, kann lætta um tunga, torføra og stund­ um einsliga stríðið at fóta sær og geva orku til at koma í venjing, hóast tú fær ella hevur fingið harða krabba­meins­við­ gerð, sigur Krabba­meins­ fel­agið. Felagið vendir sær so­ leiðis til fysio­tera­peut­ar, sum hava hug og áræði at skipa fyri einum slík­ um tilboði í egnum nær­ um­hvørvi. - Hevur tú hug og orku at hjálpa okkum at hjálpa, soleiðis at vit sam­an kunnu hjálpa enn fleiri, eru fólk vælkomin at venda sær til okkara, siga tey í Krabba­meins­ felagn­um. Tað er nógv byggi­ virksemi í Fuglafjarðar kommunu. Seinasta fríggjadag varð ítróttar­húsið í Fløtu­ gerði reist. Á myndini sæst eisini partur av tekjuni í nýggja skúlanum, sum verður bygdur í Fuglafirði. Bryggja øl við hvannsmakki Hvanngarðurin var virðismikil føðikelda hjá húsarhaldinum, tá lítið annað grønmeti var Vilmund Jacobsen Í Koltri er væl staðsettur hvanngarður, og nú ger eitt av føroysku bryggj­ ar­íunum forvitnisligar roynd­ir at bryggja øl við hvann­smakki. Tað er skeinkistaðið og matstovan Hvonn í høv­uðstaðnum, sum stend­ur aftan fyri hesa verk­ætlan. Hetta verður upplýst á Facebook-síðuni, Kolt­ ur. Sagt verður, at nevndi hvanngarður liggur Heimi í Húsi, og tað eru hvannir úr hesum garði, sum nú skulu seta hvann­smakk á ølir hjá Hvonn. - Hvanngarðurin var virðismikil føðikelda hjá húsarhaldinum, tá lítið annað grønmeti var. Hvonn er sunnur, góður og vitaminríkur kostur. Lagt verður aftrat, at fólk skuldu ikki biða sær hvannrót, tí um tey gjørdu tað, treivst hvonn­in ikki. - Tú skalt “stjala” tær ein avleggara, tá tað ber til, verður sagt á Face­ book-síðuni, Koltur. Mugu ansa eftir skaða- plantunum Vilmund Jacobsen Nógvar blómur ella plantur eru innsløddar til Føroyar. At hesar eru ”innsløddar”, merkir, at fólk antin hava tikið tær við sær við vilja - ella av óvart - og at tær síðan eru komnar út í náttúruna. Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen – jenskjeld@info – lesa vit, at nakrar av innsløddu blómunum og plantunum trívast alt ov væl, og tær gera stóran skaða á upprunavøksturin. - Upprunavøksturin kann hvørva, um ikki verður ansað sera væl eftir skaðaplantunum. Aloftast leggur tú ikki til merkis innsløddu skaðaplanturnar, fyrr enn ov seint er. Á heimasíðuni verður víst á, at innsløddu planturnar ofta trívast betri enn upprunaplanturnar, tí hesar eru vanar við sterkari fíggindar - nakað sum upprunaplanturnar ikki eru. Tí verða upprunaplanturnar við undirlutan. - Innsløddu planturnar eru oftast eisini nógv størri enn upprunaplanturnar, sum tí køvast undir hesum sterka fíggindanum. Í 2014 segði býargartnarin, Tórður í Hoyvík, at hann tá hevði starvast hjá Tórshavnar kommunu í 30 ár. Hann vísti á, at øll hesi ár hevur garðaskøran verið at sæð ymsastaðni kring um í kommununi. - So, garðaskøran er ikki nøkur nýggj planta her á landi, legði býargartnarin aftrat. Á Facebook-síðuni hjá Jens-Kjeld Jensen verður lagt aftrat, at eingin ánaði, hvussu vandamikil garðaskøran var, fyrr enn nakrir danskir plantufrøðingar vitjaðu í Føroyum í 2009. - Teir peikaðu á plantuna og søgdu, at hasa skulu tit ansa eftir, tí hon er vandamikil. Á Facebook-síðuni verður gjørt vart við, at tað, sum skrivað verður á síðuni, er eftir bestu sannføring, men hetta nýtist kortini ikki at merkja, at eitt nú plantuserfrøðingar eru samdir. Sigla sjálvir: Eftir blokaduna av Ternuni í Nólsoy sunnudagin, og tí Strandferðslan ikki vildi sigla mána­morg­ unin, tóku nólsoyingar enn einaferð málið í egnar hendur. Her er tað bjargingarbáturin Brá, sum er í Havn eftir mjólk til handilin í Nólsoy. Tað eru hvannir úr hvanngarðinum Heimi í Húsi, sum nú skulu seta smakk á ølir hjá Hvonn