mánadagur 2. september 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Borðtennis
Sunnudagin seta nakrir av
leikarunum á føroyska ung
dómslandsliðnum
kósina
ímóti Malta, har teir skulu
luttaka í Malta International
Invitational
Juniors
and
Cadet Table Tennis Tourna
ment. Talan er um eina
millumtjóða kapping, har
luttakandi londini umframt
Føroyar eru Malta, Noreg,
Írland,
Wales,
Kosovo,
Libanon og Kýpros. Hetta er
fyrstuferð at føroysk luttøka
er í kappingini.Kappingin er
skipað sum liðkapping við
tveimum leikarum á hvørj
um liði, og so verður eisini
ein kapping í einmansleiki.
Áðrenn kappingarnar byrja
verður ein stór felags venj
ingarlega. Liðkapping er á
skránni hósdag og fríggja
dag, og leygardag og sunnu
dag
er
einmansleikur
á
skránni. Føroyska ferðalagið
fer til Danmarkar sunnu
dagin og víðari til Malta
mánadagin. Tey vera aftur
í Føroyum eina viku seinni,
mánadagin 16. september.
Leikarar:
Anja
Wongwai,
Britt
Michelsen,
Ári
Fríðason Jensen, Heri Lava
Láadal,
Høgni
Heinason,
Marin
Elisabet
Poulsen,
Rói Hjaltason og Tórur Eið
Eliasen. Venjari er Pætur
Albinus.
Formil 1
Tann einans 21 ára gamli
Ferrari-koyrarin,
Cherles
Leclerc úr Monako, vann
í gjár sína fyrstu formil
1-kappkoyring, tá ið hann
í Belgia legði allar hinar
stjørnurnar
afturum
seg
og
koyrdi
fyrstur
um
málstrikuna. Leclerce, sum
hevði pole position – tað
vil siga, at hann byrjaði
fremstur – vann framman
fyri
Mercedes-koyrarar
nir,
Lewis
Hamilton
og
Valtteri Bottas. Hamilton
er framvegis greitt á odda
í samlaðu HM-kappingini,
65 stig frammanfyri Bottas.
Max Verstappen, sum mátti
gevast í gjár eftir ein saman
stoyt við Kimi Raikkonen,
varðveitir sítt triðjapláss.
Nummar fýra er Sebastian
Vettel, og nummar fimm er
risatalentið og vinnarin frá í
gjár, Charles Leclerc.
Fr. ítrótt
Árliga renningin úr Koll
fjarðadali niðan á Sornfelli,
Top Run, sum rennifelagið
Bragdið skipar fyri, varð
runnin
leygardagin.
Hjá
monnum yngri enn 40 ár var
tað Magni S. Hansen, sum
vann frmamanfyri Helga
Winther Olsen og Markus
Hvannastein. Hjá monnum
eldri enn 40 ár var Hallur
Holm
fremstur,
Andrass
Joensen næstfremstur og
Hávard
Vatnhamar
trið
fremstur.
Hjá
kvinnum
yngri enn 40 ár var bara
ein luttakari, og tað var
Rannvá Djurholm Graham.
Hjá kvinnum eldri enn 40
ár vóru Kvívíks-kvinnurnar,
Borgarhjørt
Holm
og
Jóhanna
Vang,
ávikavist
fremst og næstfremst. Anna
Sofía
Kristiansen
bleiv
nummar trý.
Rógving
Føroyski Sverri Sandberg
Nielsen vann í gjár HM-
silvur, tá ið hann í HM-final
uni í singlescullara í Linz,
Eysturríki, kom næstur á mál
beint aftanfyri gullvinnaran,
týska Oliver Zeidler. Tað
var sera tætt, og Sverri
var einans góðar tríggjar
hundraðpartar
av
einum
sekundi frá gullinum. Tíðin
hjá Sverra var 06:44.580, og
tann Zeidler var 06:44.550.
Bronsuna vann norski Kjetil
Borch. Sverri lá til at vinna
heiðursmerki allan vegin,
meðan Oliver Zeidler, ið
eina løtu lá nummar fýra,
hevði ein framúr góðan
endaspurt.
Silvurheiðurs
merkið hjá 25 ára gamla
Sverra Sandberg Nielsen er
tað fyrsta, sum Danmark
vinnur í singlescullaranum
– eisini nevnt kongagreinin.
Sverri hevur longu róð seg til
OL í Tokyo næsta summar,
har eitt nú ítróttarstjórin í
danska róðrarsambandinum
hevur sagt, at tað eru góðar
heiðursmerkjavónir til før
oyska rógvaran.
– Eg haldi tað er mega
feitt at hava vunnið sítt
fyrsta HM-heiðursmerki. Í
grundini helt eg at eg hevði
vunnið gull, tá eg kom um
málstrikuna, so júst tá iðraði
eg meg eitt sindur, men
samanumtikið eri eg sera
nøgdur við at hava vunnið
silvur. Eg kann heldur ikki
vera ónøgdur við mátan, sum
róðurin útartaði seg uppá,
tí tað gekk soleiðis sum eg
hevði fyrireikað. Men eg havi
ikki rakt hægsta støðið enn, tí
tað eru framvegis nógv ting,
sum eg kann gera betri, sigur
Sverri S. Nielsen í samrøðu
við heimasíðuna hjá danska
róðrarsambandinum.
Triathlon
Í gjár varð skipað fyri FM
í sprint triathlon, og har
vóru 11 luttakarar við. Magni
S. Hansen, sum vann Top
Run-renningina dagin fyri,
bleiv eisini fremstur her og
er føroyameistari. Tíðin hjá
honum var 1:15.46. Næst
fremstur var Jákup Petur
Eliassen við tíðini 1:19.39,
og triðfremstur var Helgi
Winther Olsen við tíðini
1:19.55.
HAVI IKKI RAKT
HÆGSTA STØÐIÐ ENN
STUTTSØGD TÍÐINDI
Søguligt HM-silvur
Danmark hevur ongantíð áður vunnið HM-heiðursmerkir í singlescullara, men hetta hevur
føroyski Sverri S. Nielsen nú syrgt fyri. Hann heldur tó, at hann kann standa seg enn betri
F.v.: Føroyski Sverri S. Nielsen (silvur), týski Oliver Zeidler (gull) og norski Kjetil Borch (bronsa)