Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 AMERIKANSKUR FÓTBÓLTUR Um fáar dagar byrjar 100. kappingarárið í NFL. Hóast nakrar stórar broytingar í summar, so fer stóra myndin neyvan at broytast. – Eg vænti ikki at nakað lið kemur sníkjandi og tekur øll á bóli, metir ein garvaður føroyskur NFL-hyggjari Pætur Albinus Náttina til fríggjadagin verð­ur sett hol á eitt nýtt kapp­ing­ar­ár í amerikansku fót­bólts­deildini, NFL, og tað man vera eitt vaksandi tal av før­oysk­um hyggjarum kring land­ið, ið gleða seg til eitt nýtt kapp­ingarár eftir ein drúgvan summar­steðg. Kappingarárið í ár er ein varði á veg­num hjá NFL. Hetta er nevniliga kapp­ ingar­ár nummar 100, og NFL hevur varskógvað at hetta fer at seta sín dám á kapp­ ingar­árið við eitt nú at heiðra hendingar, leikarar, venjarar og annað, ið hevur myndað deildina hesi 100 árini. Broytingar Fyri einum mánaða síð­ani longdi 42 ára gamli quarter­ backurin hjá New England Patriots, Tom Brady, um sátt­ málan við tveimum árum, og so hevur ein hug at halda, at alt er við tað gamla. Nakrar broytingar eru tó farnar fram í hesari off­ season, sum tað verður rópt í USA, og ein av stóru broyt­ ing­unum er farin fram í júst New England Patriots, har ein av bestu tight ends søguni, Rob 'Gronk' Gronkowski, er givin at spæla ameri­kanskan fótbólt. – 'Gronk' hevur verið yndis spælarin hjá Tom Brady at kasta bóltin til, ser­ liga í teimum altavgerandi løt­unum tá ið dystir og meist­ ara­heitir hava staðið upp á spæl hesi síðstu átta árini, so tað verður áhugavert at vita hvussu Patriots fer at blanda kortini nú hann ikki longur er har, sigur Karstin Jensen, drúgvur NFL-hyggjari. Aðrar stórar broytingar, ið eru farnar fram í summar, eru eitt nú at Antonio Brown er skiftur frá Pittsburgh Steelers til Oakland Raiders, og at quarterbackurin hjá Indianapolis Colts, Andrew Luck, hevur valt at geva sær frí frá fýra ára langari skaða­ pínu og er givin at spæla, ein­ans 29 ára gamal. – Hetta tekur Colts úr play­off-myndini fyri mítt við­kom­andi, men teir hava ein dugnaligan avloysara í Jacoby Brissett, sum nú sann­iliga skal traðka í karakter eftir fleiri ár sum av­loys­ari, metir Karstin. Ein onnur broyting, ið er verd at nevna, er at tann til­tikna stinna verjan í Baltimore Ravens møgu­ liga stend­ur fyri falli, har tveir av lykla­leik­ar­unum, CJ Mosley og Terrell Suggs, eru skiftir til ávika­vist Arizona Cardinals og New York Jets. Bjarni Nielsen Hugt at amerikanskum fótbólti síðan: 1998 Hvørjum heldur tú við: Green Bay Packers Hvørji lið koma í Super Bowl: Kansas City Chiefs og Los Angeles Rams Hvat lið vinnur Super Bowl: Los Angeles Rams Hvør spælari verður MVP: Aaron Rodgers Hvat lið fer at yvirraska í ár: Cleveland Browns Hvat lið verður eitt vónbrot: Oakland Raiders Agnar Prestá Hugt at amerikanskum fótbólti síðan: 2006 Hvørjum heldur tú við: Miami Dolphins Hvørji lið koma í Super Bowl: Kansas City Chiefs og New Orleans Saints Hvat lið vinnur Super Bowl: Kansas City Chiefs Hvør spælari verður MVP: Drew Brees Hvat lið fer at yvirraska í ár: Oakland Raiders Hvat lið verður eitt vónbrot: Chicago Bears Sølvi Reinert Hansen Hugt at amerikanskum fótbólti síðan: 2012 Hvørjum heldur tú við: Seattle Seahawks Hvørji lið koma í Super Bowl: New England Patriots og Seattle Seahawks Hvat lið vinnur Super Bowl: Seattle Seahawks Hvør spælari verður MVP: Russell Wilson Hvat lið fer at yvirraska í ár: Green Bay Packers Hvat lið verður eitt vónbrot: Los Angeles Rams Nú byrjar NFL aftur Tom Brady, quarterback hjá New England Patriots MYNDIN FER IKKI AT BROYTAST