mánadagur 2. september 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
AMERIKANSKUR FÓTBÓLTUR
Niklas Reginsson
Hugt at amerikanskum fótbólti síðan: 2008
Hvørjum heldur tú við: Dallas Cowboys
Hvørji lið koma í Super Bowl: Kansas City
Chiefs og New Orleans Saints
Hvat lið vinnur Super Bowl: Kansas City Chiefs
Hvør spælari verður MVP: Patrick Mahomes
Hvat lið fer at yvirraska í ár: Carolina Panthers
Hvat lið verður eitt vónbrot: Pittsburgh Steelers
Eliesar Olsen
Hugt at amerikanskum fótbólti síðan: 2008
Hvørjum heldur tú við: Atlanta Falcons
Hvørji lið koma í Super Bowl: Atlanta
Falcons og Kansas City Chiefs
Hvat lið vinnur Super Bowl: Atlanta Falcons
Hvør spælari verður MVP: Julio Jones
Hvat lið fer at yvirraska í ár: Pittsburgh Steelers
Hvat lið verður eitt vónbrot: Los Angeles Rams
Kelda: NFL (leikarar hava atkvøtt)
Myndin
Hóast
einstakar
stórar
broytingar í summar, so
væntar Karstin Jensen ikki
at tann stóra myndin í NFL
fer at broyta seg so nógv
hetta kappingarárið.
– Eg vænti ikki at nakað
lið kemur sníkjandi og tekur
øll á bóli. Samlaða myndin
fer at líkjast nógv tí í fjør,
men har vera onkrar smærri
broytingar, heldur hann.
– Vit koma nokk at síggja
okkurt lið gera um seg,
sum seinnu árini hevur
verið í veikara endanum.
Cleveland Browns hevur
verið botnproppur í nógv
ár, men hevur seinastu tvey
árini styrkt seg munandi. Í
vár fingu teir ongan minni
enn Odell Beckham Jr. frá
New York Giants, sum telist
millum kendastu NFL-spæl
ararnar, vísir Karstin á og
skoytir upp í, at New York
Giants av tí sama er viknað
nógv og helst fer at teljast
ímillum veikastu liðini í ár.
Eitt annað lið, sum spaku
liga hevur hug at ressast, er
Oakland Raiders.
– Eg gleði meg at síggja
teir í ár. Teir hava gjørt um
seg síðstu 18 mánaðirnar
síðani Jon Gruden tók við
sum venjari. Hann gjørdi
ein vørr og sendi fleiri
av stjørnunum avstað
til onnur lið fyri draft
picks, og tað er nú at
hesir høgt mettu ungu
leikararnir koma at
fáa sínar fyrstu dystir
í NFL. Teir hava tó
eisini fingið nakrir
profilar inn – eitt
nú Antonio Brown,
sum eg eri serliga
spentur at síggja um
hann fer at avrika á
líka høgum støði í
Raiders sum hann
gjørdi í Steelers,
sigur Karstin.
Rookies
Í apríl var ár
liga NFL-draft
ið, har øll lið
ini hvørt eftir
øðrum sleppa at
velja sær ein leik
ara úr universitets
fótbóltsdeildini
–
college
football – í USA. Tað er hað
ani risa talentini og komandi
stjørnurnar koma, og aftur í
ár trína fleiri áhugaverdir
leikarar inn í NFL – deildina
fyri teir stóru menninar.
Karstin dregur onkrar úr
rúgvuni.
– Marquise „Hollywood“
Brown er ein ungur receivari,
sum stórar vónir eru til eftir
at hann hevur gjørt um seg
í college football. Hann er í
nærmastu familju við áður
nevnda Antonio Brown, og
teir minna eisini nógv um
hvønn annan á vøllinum. Er
Marquise bara helvtina so
góður sum Antonio, so hevur
Baltimore Ravens gjørt eitt
sera skilagott val við at velja
hann, heldur Karstin.
Hinumegin bóltin, í verju
partinum, eru tað serliga
tveir vælvaksnir ungir mans,
sum nú trína inn í NFL.
– Annar er Nick Bosa.
Hann
bleiv
valdur
sum
nummar tvey í draftinum,
og hann skal vera við til
at styrkja verjuna hjá San
Francisco 49ers. Hann er
beiggi Joey Bosa, sum spælir
í Los Angeles Chargers.
Joey Bosa ger um seg sum
defensive end og telist mill
um bestu leikarar á hesum
plássi í NFL. Nick verður av
mongum mettur at vera betri
enn stóribeiggin, og um so er,
so hevur 49ers fingið fatur
á einari framtíðar super
stjørnu, metir Karstin.
–
Hin
er
Quinnen
Williams. Hann bleiv valdur
tíðliga í draftinum av New
York Jets, og hann er eitt
heilt serligt talent. Hann
spælir í defensivu linjuni
mitt fyri, og í 2018 var hann
ein av allarbestu leikarunum
í college football, har hann
við sínum 191 sentimetrum
og 138 kilo'um skapti stórar
trupulleikar fyri álopspartin
hjá
mótstøðuni,
sigur
Karstin.
Karstin minnir á, at tað
er eitt stórt lop frá college
til NFL, og at tað kann taka
tíð at spæla seg inn á eitt lið,
men hann heldur, at leik
ararnir, ið eru nevndir oman
fyri, hava evnini til at gera
mun alt fyri eitt.
Super Bowl
Tá ið prátið dettur inn á
Super Bowl, so sigur Karstin
seg meta, at annar Super
Bowl-luttakarin frá í fjør, Los
Angeles Rams, aftur í ár fer
at koma langt.
– í NFC vænti eg at finalan
kemur at vera ímillum Los
Angeles Rams og Chicago
Bears, men at Rams fer at
hava munin. Rams hevur
eitt væl samanspælt lið, har
nógvir eru í besta aldri og
spæla á sera høgum støði,
sigur hann.
– Hesaferð vænti eg ikki
at New England Patriots
kemur at umboða AFC í
Super Bowl, uttan so at
'Gronk' umbestemmar seg
og kemur við aftur. Hann
er ein ov týðandi leikari á
hasum liðnum, og vit hava
sæð álopið havt trupulleikar
uttan hann, har Dwayne
Allen (avloysarin, red.) ikki
megnar at fáa eins nógv
burturúr, sigur Karstin, sum
heldur væntar at eitt annað
lið fer at snúgva sær framum
New Englands Patriots og
vera AFC-umboðið í Super
Bowl.
– Eg vænti at Kansas City
Chiefs verður umboðið, og
at teir vinna Super Bowl í
februar. Teir hava eitt krút
sterkt lið og hava styrkt seg
væl síðan í fjør, tá teir vóru
júst ov stuttir at koma í
Super Bowl. Um skaðar ikki
fara at arga, so vænti eg at
teir fara allan vegin við tí
energiska og undirhaldandi
Patrick Mahomes á odda,
sigur Karstin Jensen at enda.
albinus@sosialurin.fo
NR.
SPÆLARI
PLÁSS
LIÐ
1
Aaron DONALD
Defensive tackle
Los Angeles Rams
2
Drew BREES
Quarterback
New Orleans Saints
3
Khalil MACK
Linebacker
Chicago Bears
4
Pat MAHOMES
Quarterback
Kansas City Chiefs
5
Todd GURLEY
Runningback
Los Angeles Rams
6
Tom BRADY
Quarterback
New England Patriots
7
Antonio BROWN
Wide receiver
Oakland Raiders
8
Aaron RODGERS
Quarterback
Green Bay Packers
9
Julio JONES
Wide receiver
Atlanta Falcons
10
Von MILLER
Linebacker
Denver Broncos
11
DeAndre HOPKINS Wide receiver
Houston Texans
12
JJ WATT
Defensive end
Houston Texans
13
Michael THOMAS
Wide receiver
New Orleans Saints
14
Alvin KAMARA
Runningback
New Orleans Saints
15
Bobby WAGNER
Linebacker
Seattle Seahawks
16
Saquon BARKLEY
Runningback
New York Giants
17
Philip RIVERS
Quarterback
Los Angeles Chargers
18
Ezekiel ELLIOT
Runningback
Dallas Cowboys
19
Tyreek HILL
Wide receiver
Kansas City Chiefs
20
Andrew LUCK
Quarterback
Indianapolis Colts
BESTU LEIKARARNIR
Í 2019/20