Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Fleiri av føroysku úti­set­ unum fingu uppreisn undan lands­dyst­unum móti Svøríki og Spania, sum verða seinni í hesi vikuni. Jóan Símun Edmunds­son skoraði og fekk brots­spark í 2-2 javnleikinum móti Greuther Fürth í 2. Bundes­liguni. Hallur Hansson fekk sín fyrsta sigur sum liðskipari hjá AC Horsens í donsku Super­liguni, meðan Gilli Rólantsson bæði byrjaði inni og skoraði í 3-1 sigrinum á Lillestrøm í norsku Elitu­ seriuni. Jóan Símun í Bundesliga-flokki Arminia Bielefeld hevur fingið eina góða byrjan upp á kapp­ingarárið í næstbestu deildini í Týsklandi. Liðið fekk tó alt annað enn eina góða byrjan upp á heima­ dystin móti SpVgg Greuther Fürth. Nýggja reglugerðin við mál­spørkunum ger, at fleiri lið eru farin at royna seg við stuttum avleveringum inni í brots­teiginum. Hetta kostaði dýrt, tí gestirnir úr SpVgg Greuther Fürth løgdu trýst á og endaðu við at takla mál­verjan á sjálvari strikuni, og bólturin fór í málið. Løtu seinni var 2-0. Dysturin var ikki ein hálv­ an tíma gamal, tá Armini Bielefeld svaraði aftur. Før­ oyski landsliðsspælarin var djarv­ur í tvídysti og bleiv rendur umkoll. Fabian Klos um­setti brotssparkið til mál. Í seinna hálvleiki javnaði Jóan Símun Edmundsson, eftir frálíkt innlegg úr høgru. Við handari stong kom tofta­ maðurin rennandi og stútaði bóltin í málið til 2-2. Bæði liðini høvdu møguleikar at vinna dystin, men tað endaði við javnleiki. Jóan Símun Edmundsson bleiv skiftur út eftir 82 minuttir. Tað var sera heitt í Týsk­landi leygardagin og tað spældi inn. Hetta er annar dyst­urin upp í slag, at Jóan Símun Edmundsson skorar fyri Arminia Bielefeld. Halda avrikini fram, so er bara ein spurningurin um tíð, áðrenn okkurt felag í Bundes­liguni fær eyguni upp fyri føroyska landsliðs­ spæl­aranum. Sigrar til Hall og Gilla Hallur Hansson spældi allan dystin og fekk gult kort, tá AC Horsens um viku­skift­ið vann 2-1 á Lyngby í Super­ liguni. Hetta er fyrsti sigurin hjá Halli Hansson sum lið­ skipara hjá AC Horsens. Gilli Rólantsson hev­ur havt tað trupult í Elitu­seri­ uni í seinastuni. Hann var á veg til Tromsø, men Brann vildi ikki selja. Í gjár var hann á vøllinum frá byrjan, tá Brann var á vitjan í Lillestrøm. Brann Bergen vann dystin 3-1, og Gilli Rólantsson skoraði triðja málið hjá Brann. Heini Vatnsdal var á vøll­ inum fyri Fremad Amager, sum vann 1-0 á Næstved. Hann hevur nú spælt 101 dyst fyri sítt danska felag. trondur@sosialurin.fo JÓAN SÍMUN Í BUNDESLIGA-FLOKKI Jóan Símun Edmundsson var aftur avgerandi fyri Arminia Bielefeld, sum um viku­skiftið spædi javn­leik 2-2 á heima­vølli móti Greuther Fürth. Tofta­ maðurin skoraði sein­asta málið í dyst­inum FÓTBÓLTUR 2. Bundesliga Týskland STØÐAN NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1. Hamburg 5 4 1 0 13 3 +10 13 2. Sandhausen 5 3 1 1 7 4 +3 10 3. Osnabrück 5 3 0 2 9 4 +5 9 4. Bielefeld 5 2 3 0 12 8 +4 9 5. Stuttgart 4 2 2 0 6 4 +2 8 6. Erzgebirge 5 2 2 1 7 6 +1 8 7. Greuther Fürth 5 2 2 1 7 6 +1 8 8. Jahn Regensburg 5 2 1 2 10 6 +4 7 9. Nürnberg 5 2 1 2 6 9 -3 7 10. Karlsruhe 5 2 0 3 9 12 -3 6 11. Heidenheim 5 1 2 2 8 9 -1 5 12. Hannover 5 1 2 2 6 7 -1 5 13. St. Pauli 5 1 2 2 8 10 -2 5 14. Dresden 5 1 2 2 7 9 -2 5 15. Holstein Kiel 5 1 2 2 5 7 -2 5 16. Darmstadt 5 1 2 2 3 6 -3 5 17. Bochum 4 0 2 2 7 10 -3 2 18. Wehen 5 0 1 4 6 16 -10 1 Útisetar