mánadagur 2. september 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Øssur Hansen og B68 vunnu í Sørvági, og KÍ sigurin ber við sær, at 07 Vestur ikki er á uppflytingarplássi
FÓTBÓLTUR
1. Deild
Jóannes Hansen
Løgtingsvalið var orsøk til, at
umfarið í næstbestu deildini
varð fríggjakvøldið og ikki
leygardagin, sum tað plagar
at vera.
Fyri einari viku síðani var
tað greitt, at Øssur Hansen
skal taka sær av venjingini
í
barndómsfelagnum
á
Toftum.
Fríggjakvøldið hevði hann
fyrstu ferð ábyrgdina av B68
liðnum, tá ið avbjóðingin var
so stór, sum hon kann vera
í næstbestu deildini. Tofta
menn vóru í Sørvági, og teir
vunnu 3-2. Úrslitið ber við
sær, at tað í løtuni er einki
lið á uppflytingarplássi.
07 Vestur og KÍ hava 38
stig. Málmunurin hjá 07
Vestur er +16. Málmunurin
hjá KÍ er +23. KÍ eigur út
settan dyst ímóti B71 á Sandi.
Tann dysturin er settur at
vera 13. oktober.
Oftast hevur tað víst seg,
at næstbestu liðini hjá teim
um, sum eisini eru umboðað
í bestu deildini, viknað, tá
ið tað er farið um mánaðar
skiftið august/september.
Soleiðis tykist tað ikki at
vera í ár. Úrslitini benda á, at
Víkingur, NSÍ og KÍ ikki eru
viknað meiri enn 07 Vestur,
sum í summar misti flestu
av útlendsku spælarunum
og fleiri spælarar, ið eru aðra
staðni frá í Føroyum.
Hesin veruleikin kann
bera við sær, at tað fyri
fyrstu ferð, síðani skipanin
við niðurflyting var veruleiki
í 1976, ikki verður niður- og
uppflyting millum tvær tær
ovastu deildirnar.
Tann avgerðin er fram
vegis í hondunum á 07
Vestur, sum tvær tær næstu
ferðirnar fer at spæla á úti
vølli ímóti kappingarneytum
til at vinna heiðursmerki.
Annað fríggjakvøld skal
07 Vestur spæla á útivølli
ímóti NSÍ, sum er næst
fremst, og um tvær vikur
skal 07 Vestur spæla í Klaks
vík. Síðani fær 07 Vestur
vitjan av B71, sum higartil í
ár hevur havt merkiliga gott
tak á teimum í Vágum, so
skal 07 Vestur spæla á úti
vølli ímóti Skála og B36, og í
síðsta umfari eigur 07 Vestur
heimavøll ímóti HB.
Øssur sigraði í Sørvági
07 Vestur – B68 2-3
Nýggi
venjarin,
Øssur
Hansen, vísti seg at vera
góður íblástur hjá B68, sum
tvær ferðir megnaði at svara
aftur, tá ið heimaliðið hevði
lagt seg framum.
Miðskeiðis í fyrra hálv
leiki umsetti 07 Vestur lið
formaðurin Høgni Egilstoft
Nielsen brotsspark til 1-0.
18 ára gamli Bárður Ó.
Jensen javnaði til 1-1 tíggju
minuttir undan steðginum.
Fyri heimaliðið var tað dygg
ur smeitur, at liðformaðurin,
Høgni Egilstoft Nielsen, stutt
undan steðginum noyddist
skaddur av vøllinum. Kortini
eydnaðist tað 07 Vestur í
tíðini, sum var løgd aftrat
fyrra hálvleiki. Málskjútti
var Sølvi Egilsson.
B68 skoraði tvey mál í
seinna
hálvleiki.
Karstin
Clementsen javnaði til 2-2
eitt lítið korter eftir steðgin,
og so høvdu gestirnir greiða
yvirvág. Í næstsíðsta min
utti eydnaðist at vinna fulla
úrtøku, tá ið Búi í Hjøllum,
sum eitt korter framman
undan var komin á vøllin,
skoraði sigursmálið.
Víkingur vann
toppdystin
Víkingur – NSÍ 2-0
Teir næstbestu hjá Víkingi
áttu heimavøll ímóti teimum
næstbestu hjá NSÍ. Talan
var um kapping um fremsta
plássið, tí Víkingur hevði 40
og NSÍ 39 stig.
Víkingur vann granna
uppgerðina 2-0.
Næstbesta
liðið
hjá
Víkingi
plagar
at
spæla
heimadystirnar
uppi
á
Brekku í Leirvík. Ljósviður
skiftini í Sarpugerði eru væl
betri, enn tey eru í Leirvík. Tí
varð dysturin í kvøld í Gøtu.
Longu í sjeynda minutti
setti Arnbjørn Svensson hol
á eftir hornaspark. 1-0 støð
an helt sær, inntil tað restaði
eitt korter.
Heimaliðið var meiri í
álopsstøðu og hevði fleiri
royndir ímóti málinum, enn
NSÍ hevði.
Í 74. minutti eydnaðist tað
at økja til 2-0. Málskjútti var
Elias Lervig, sum hevur verið
fastur maður á besta liðnum.
Upplegginum stóð Signar á
Brúnni, sum seks minuttir
frammanundan var skiftur
inn, fyri.
Á Víkinga liðnum vóru
tað Elias Lervig og Arnbjørn
Svensson, sum plaga at vera
á besta liðnum. Á NSÍ liðnum
vóru eitt nú Per Langgaard,
Betuel Hansen, Óli H. Olsen
og Øssur Dalbúð.
Mikkjal trífaldur
málskjútti
B36 – KÍ 0-4
Næstbesta liðið hjá KÍ vann
stóran sigur í Gundadali
ímóti teimum næstbestu hjá
B36.
Klaksvíkingar vunnu 4-0.
Eftir fyrra hálvleik var 2-0.
Fýra minuttir eftir steðgin
økti KÍ til 3-0, og so var
spurningurin bara, hvussu
stórur sigurin hjá gestunum
fór at verða. Fram ímóti
dystarenda skoraði Hjalgrím
Elttør, og so vann I 4-0.
Tá ið havt verður í huga,
at B36 hevði onkrar, sum
hava spælt nógv á besta
liðnum, millum teir fyrstu
ellivu, so var sigurin kanska
óvæntað
stórur.
Millum
teir fyrstu ellivu hjá B36
vóru Benjamin Heinesen og
Hannes Agnarsson. Hjá KÍ
vóru Steinbjørn Olsen og
Jonn Johannesen á vøllinum
í kvøld.
22 ára gamli Mikkjal á
Bergi skoraði øll trý tey
fyrstu málini. Hann hevur
onkra løtuna verið á besta
liðnum hjá klaksvíkingum,
men fyri tað mesta hevur
hann verið á næstbesta lið
num. Har hevur hann higar
til í ár spælt 15 dystir, og í
kvøld var hann fyrstu ferð
millum málskjúttarnar. Og
tað var ikki hissini, tí í ein
stóran hálvan tíma skoraði
hann trý mál.
Skála longri frá
botninum
EB/Streymur – Skála 0-2
Fyri fyrstu ferð í ár fór næst
besta liðið hjá Skála leygar
dagin fyri aðru ferð á rað av
vøllinum við fullari úrtøku.
Næstsíðsta
leygardag
vann Skála 2-1 á heimavølli
ímóti Víkingi, og fríggja
kvøldið vann Skála 2-0 á
útivølli ímóti teimum næst
bestu hjá EB/Streymi.
Grannauppgerðin í Hólm
anum var lívlig og undir
haldandi. Fram ímóti dystar
enda royndi heimaliðið at
spenna álopsbogan í roynd
at javna til 1-1. Tað eydnaðist
ikki. Dómarin legði nógva tíð
aftrat, og tá ið klokkan vísti
96 minuttir, økti Skála um
munin. Tað var innskifti Jan
Ingason Hansen, sum stað
festi sigurin.
Skála setti hol á lítla løtu
undan steðginum. Málskjútti
var Aksel B. Danielsen, sum
smekkaði bóltin í málið eftir
sending frá Poul Kallsberg.
Aksel flutti í summar úr KÍ
og út á Skála. Á næstbesta KÍ
liðnum skoraði hann undan
summarsteðginum
níggju
mál. Fríggjakvøldið skoraði
hann fyrsta málið á Skála.
HB hóttir B36
HB – B71 3-2
Fríggjakvøldið vann næst
besta liðið hjá HB 3-2 á
heimavølli ímóti B71. Um
somu tíð tapti næstbesta
B36 liðið 4-0 á ovara vølli í
Gundadali ímóti KÍ.
Eftir 21 umfør hevur B36
21 stig, og HB hevur 20 stig á
ávikavíst áttanda og níggj
unda plássi.
At B71 tapti 3-2 fríggja
kvøldið ber við sær, at
sandoyingar hava 22 stig og
eru á sjeynda plássi.
Átta minuttir eftir steðgin
sá Kristian Krog Hentze gula
kortið fyri aðru ferð, og tað
vísti seg at kosta, at B71
síðsta stóra hálva tíman var
undirmannað.
Aron Clementsen legði
B71 framum, tá ið eitt korter
var
farið,
og
miðskeiðis
í fyrra hálvleiki javnaði
Tormóður P. Djurhuus við
1. Deild menn
STØÐAN
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1.
Víkingur
21
12
7
2
42
-20 (+22)
43
2.
07 Vestur
21
12
5
4
45
-26 (+19)
41
3.
NSÍ
21
12
3
6
41
-29 (+12)
39
4.
KÍ
20
12
2
6
52
-30 (+22)
38
5.
B68
21
6
7
8
32
-37 (-5)
25
6.
Skála
21
4
11
6
25
-30 (-5)
23
7.
B71
20
6
4
10
36
-51 (-15)
22
8.
B36
21
5
6
10
33
-41 (-8)
21
9.
HB
21
5
5
11
28
-37 (-9)
20
10. EB/Streymur
21
2
6
13
30
-63 (-33)
12
Nú hongur upp
flytingin í klønum tráði
EB/Streymur – Skála 0-2 (0-1)
0-1: Aksel B. Danielsen 42.
0-2: Jan Ingason Hansen 95.
Víkingur – NSÍ 2-0 (1-0)
1-0: Arnbjørn Svensson 7.
2-0: Elias Lervig 74.
07 Vestur – B68 2-3 (2-1)
1-0: Høgni Egilstoft Nielsen br 25.
1-1: Bárður Ó. Jensen 34.
2-1: Sølvi Egilsson 45.
2-2: Karstin Clementsen 59.
2-3: Búi í Hjøllum 89.
HB – B71 3-2 (2-1)
0-1: Aron Clementsen 15.
1-1: Tormóður P. Djurhuus br 26.
2-1: Villiam Klein 28.
2-2: Eirikur Jacobsen 79.
3-2: Brian Slyne 87.
B36 – KÍ 0-4 (0-2)
0-1: Mikkjal á Bergi 13.
0-2: Mikkjal á Bergi 39.
0-3: Mikkjal á Bergi 49.
0-4: Hjalgrím Elttør 74.
Máltindurin
Clayton Soares B71 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13
Andri Benjaminsen NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11
Aksel B. Danielsen KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
Niels Mouritsen 07 Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
Óli H. Olsen NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
Solomon Kwao 07 Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
22. umfar
Fríggjadagin 13. september
NSÍ – 07 Vestur
B68 – B36
Leygardagin 14. september
KÍ – HB
B71 – Skála
Mikudagin 18. september
Víkingur – EB/Streymur
brotssparki. Tá ið lítil hálvur
tími var farin, legði Villiam
Emil Klein HB framum 2-1.
Hóast sandoyingar vóru
undirmannaðir, so eydnaðist
tað Eiriki Jacobsen at javna
til 2-2, tá ið tað restaðu ellivu
minuttir, men so var tað, at
HB skoraði sigursmálið til
3-2, tá ið tað restaðu tríggir
minuttir.
Málskjútti
var
Brian Slyne.
joannes@sosialurin.fo