Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tey bæði toppliðini, B36 og NSÍ, hava ikki tapt í ávikavíst 18 og 20 vikur, og nú bresta tey saman aftur Jóannes Hansen Fótbóltskappingin fer tvær ferðir í heystfrí. Fyrra heyst­ frítíðin er nú, tá ið fokus er á landsliðnum, sum næstu vik­una skal spæla ímóti bæði Svøríki og Spania. Seinna heystfrítíðin verð­ur annað vikuskiftið í oktober. Tá landsliðið skal spæla tvær ferðir á heima­ vølli – ímóti Rumenia og Malta. Meðan bestu spælararnir hava fokus á stóru avbjóð­ ingunum, sum næstu dagar­ nar bíða landsliðnum, so verður vant í feløgunum. Fyrsti dysturin eftir lands­liðs­steðgin verður leygar­dagin 14. september. Tá bresta NSÍ og B36 saman í Runa­vík. B36 er fremst, og NSÍ er næstfremst. Í gjár vunnu bæði B36 og NSÍ á heima­vølli. Tey eru topplið við ávika­víst 50 og 48 stig­ um. Tí verður talan um lykla­ upp­gerð í kappingini um FM annan leygardag. Tølini siga, at bæði B36 og NSÍ eru heilt væl fyri. Topp­lið hava marginalirnar á sínari síðu. Soleiðis hevur tað ofta verið hjá B36 og NSÍ. Í gjár vann NSÍ sann­ førandi sigur, meðan tað ikki leyp so nógv av hjá B36, sum tó greiddi setningin í Gundadali ímóti Skála. B36 hevur ikki tapt síð­ani 30. apríl ella í 18 vikur. Úr­ tøkan síðani tá er 12 sigrar og tveir javnleikir og mál­ mun­urin 27-7. NSÍ hevur ikki tapt síð­ ani 14. apríl ella í 20 vikur. Úr­tøkan síðani tá er 14 sigrar og tveir javnleikir og mál­ mun­urin 48-13. 30. apríl tapti B36 2-1 í Runa­vík. Síðani tá er B36 ikki farið av vøllinum uttan úr­tøku. NSÍ hevur ikki tapt síðani á summarmála, tá ið teir gulu noyddust úr Klaksvík við 2-0 tapi. Tvær tær næstu ferðirnar skal NSÍ spæla ímóti B36 og KÍ. Í báðum førum verður tað við Løkin, og í báðum førum kann úrslitið fara at vísa seg at verða heilt avgerandi fyri, hvør fer at vinna FM. Stigatalvan sigur, at FM stríðið fyrst og fremst er mill­um B36 og NSÍ. Eftir 3-1 tapið í Gundadali ímóti HB næst­síðsta sunnudag er Víkingur níggju stig frá odda­sess­inum, og eftir 3-1 tapið í Klaksvík ígjár er eisini HB níggju stig frá toppinum. 3-1 heimasigurin ímóti HB ígjár – tann fyrsti á heima­ vølli í klassikaranum síðani 21. mai 2017 – ber við sær, at klaks­víkingar framvegis sjálvir hava møguleika at gera av, um teir skulu vinna fyrsta FM heitið í 20 ár. KÍ er fimm stig frá toppinum, og KÍ hevur spælt ein dyst færri enn B36. Síðsti innanhýsis dyst­ ur­in millum NSÍ og B36 í ár verður 14. september. Tá bíða tað KÍ tveir dystir ímóti NSÍ og ein ímóti B36 – á síðsta leik­degi leygardagin 20. oktober. Klæmint eigur lut í metinum NSÍ – EB/Streymur 3-0 19. mai vann NSÍ 8-1 á útivølli ímóti EB/Streymi. Tá ið eitt korter var farið við Løkin í gjárkvøldið, var støðan 2-0, og tað bendi á, at talan aftur fór at verða um stórsigur. Soleiðis varð tað ikki, tí NSÍ skoraði bara eitt mál aftrat. Væl upplagdi vongverjir, Bárður J. Hansen, setti bóltin í mál­ið, eftir at innskifti og væl upp­lagdi Búi Egilsson hevði spælt hann leysan. Heimamenninir tóku fót­in eitt sindur at nagl­ anum, og gestirnir, sum vóru í verjukendari útgávu – tríggir miðverjar og tveir heilt verju­kendir vongverjar – góvu ikki nógvar stórar møgu­leikar burtur. Klæmint A. Olsen setti hol á. Hann hevur nú skor­ að 24 mál í ár og eigur lut í mál­metinum fyri eitt kapp­ ingar­ár, sum Uni Arge og Súni Fríði Johannesen higar­til hava átt. Klæmint var fleiri ferðir framvið, men í gjár­kvøldið eydnaðist tað ikki at taka metið. At hann fer at megna tað í ár, ivast eingin í, tá ið havt verður í huga, hvussu væl upplagdur hann er, og hvussu væl saman­spælið riggar við eitt nú Petur Knudsen og Pól Jóhannus Justinussen, sum stút­aði til 2-0 eftir sending frá júst Peturi Knudsen. Rógvi Egilstoft Nielsen var ein av trimum í EB/ Streyma miðverjuni, og Hans Pauli Samuelsen var fyrsta tíman í álopinum. Arnbjørn Hansen var alla tíðina á beink­inum. Annan sunnudag verður liðið trimmað fult og heilt, tá ið EB/Streymur skal til Fuglafirðar. Tað var aftur tepurt hjá B36 B36 – Skála 1-0 Í gjár hittust B36 og Skála fyri triðju ferð í lands­kapp­ ingini í ár, og fyri triðju ferð vann B36 við einum máli. Í fyrsta umfari vann B36 1-0 í Gundadali, og B36 vann 19. mai 2-1 á Skála. Einasta málið skoraði Alex Mellemgaard við brotssparki miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið miðverjin, Petur Pauli Mikkelsen, var óheppin uttar­laga í brotsteiginum, so fyrr­verandi Skála spælarin, Brian Jakobsen, fór um koll. Tølini siga, at Jákup á Borg og hansara menn leggje meiri dent á verjupartin og ikki spæla so treytaleyst álops­spæl, sum teir hava gjørt. Í gjár fór B36 fyri áttandu ferð av vøllinum, uttan at B36 málverjin hevði verið í málinum eftir bólt­ inum. Málmunurin er 36-16, meðan hann hjá NSÍ er 54-20 og 44-16 hjá KÍ. Aftur í gjár var Lukasz Cieslewicz ikki millum teir fyrstu ellivu. Michal Przybylski var í hansara sen­ trala og framrættaða leikluti, meðan Stefan Radosavljevic var í framrættaða plássinum í vinstru, sum Benjamin Heinesen annars hevur verið í. Skála hevur ikki so nógvar manningarligar streingir at spæla uppá. Aftur í gjár var liðformaðurin, Pætur Dam Jakobsen, ikki við, tí hann er skaddur. Men skálamenn bjóð­aðu av álvara av í seinna hálvleiki, tá ið teir vóru nógv í álopsstøðu, og tá ið Eyðun Klakstein skifti tríggjar ungar og fram­ rætt­aðar spælarar inn – Djóna Petersen, Andreas Egeberg Hansen og Aksel B. Danielsen. – Tað var óheppið, at teir vunnu brotsspark, tí tá kendu vit okkum at hava tak á tí, og javnleikur hevðil verið gott útslit. Men tað er kanska ikki tilvildarligt, at tað koppar teimum stóru til fyri­munar, tá ið vit stríðast ímóti teimum, sigur Skála mið­vall­arin Haraldur R. Højgaard, sum sipar til, at dystar­gongdin var umleið tann sama, tá ið Skála í næst­ síðsta umfari tapti 1-0 ímóti NSÍ. – Hetta varð strævnari, enn vit høvdu ætlað, men tíbetur gekk tað aftur eina­ ferð. Fyrstu løt­una spældu vit okkum til møgu­leikar í deyð­bólts­støðum, men eftir steðgin vóru vit ørkymlaðir. Tá var hugaligt at síggja, at okkara menn stríddust, tá ið tað ikki riggaði at spæla so væl, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. AB er leyst av botninum TB – AB 0-1 Sorin Anghel og hansara menn í AB fóru væl nøgdir úr Trongisvági seint seinna­ partin í gjár. 1-0 sigurin var tann fjórði í ár, og AB hevur síðani summarsteðgin vunn­ ið 10 av teimum 14 stigunum, sum er samlaða úrtøkan. Rógvi Poulsen skoraði sigurs­málið stutt undan dystar­loki, tá ið hann eftir inn­legg úr høgru og við høvd­inum sendi bóltin í málið. Hetta var fyrsta málið, sum Rógvi Poulsen hev­ur skorað í ár. Hann hevur verið við í ellivu lands­kappingar­ dyst­um. Ofta hevur hann verið skiftur út og inn, men nú tykist hann vera um at koma seg eftir at hava verið skaða­darvaður. TB spældi seg til fleiri møguleikar, og síðstu løtuna varð Ivan Ivanovic, sum er skaða­darvaður, og sum varð skiftur inn fram ímóti dystar­enda, tætt við. – Tað var torført í fyrra hálv­leiki, tá ið vit høvdu vindin undan. Eftir steðgin rigg­aði samanspælið betri ímóti vindinum. Teir høvdu ikki nógvar møguleikar, men teir skoraðu uppá stóra FÓTBÓLTUR EINGIN SLINGUR Í VALSINUM