mánadagur 2. september 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Andrias H. Eriksen úr B36
avloysir Odmar Færø á
manslandsliðnum eftir at
HamKam-spælarin hevur
smærri skaða.
Føroyska kvinnulandsliðið
tapir stórt 6-0 á Tórsvølli
ímóti Wales í fyrsta
dystinum í nýggjari EM-
undankapping.
Virgil van Dijk úr Liverpool
verður kosin besti fótbólts
spælari í Evropa frammanfyri
Lionel Messi og Cristiano
Ronaldo.
Jóan Símun Edmundsson
er aftur á máltalvuni hjá
Arminia Bielefeld og javnar
til úrslitið 2-2 ímóti Greuther
Fürth.
Rógvarin Sverri Sandberg
Nielsen vinnur HM-silvur
í singlescullara og einans
tríggjar hundraðpartar frá HM-
gullinum.
KÍ sparkar HB úr FM-
stríðnum við 3-1-sigri í
Klaksvík, meðan B36 og
NSÍ framvegis hanga í
oddastríðnum.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Páll A. Klettskarð
Aldur: 29
Ítróttur: Fótbóltur
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. 6. rundu
2. Julio Jones
3. New England Patriots
4. Indianapolis Colts
5. Antonio Brown
6. Morten Andersen
7. Miami
8. Cam Newton
Hvørjum liði heldur
tú við í NFL?
– Eg byrjaði við at halda við Dallas
Cowboys fyri langari tíð síðan, tí
tað var liðið sum Homer Simpson
hevði ynskt at átt, men nú helli eg
mest til New Orleans Saints.
Hvussu leingi hevur tú
fylgt við amerikanskum
fótbólti?
– Eg byrjaði at fylgja við í
2009/2010, og síðani havi eg hugt
rættiliga nógv.
Hvat er tað við
amerikanskum fótbólti,
sum hugtekur teg?
– Har eru nógvir faktorar,
men millum annað kann
nevnast at hvørt kappingar
ár verða øll liðini javnstillað,
við tað at tað aftasta liðið
sleppur at drafta fyrst
osv. Eisini haldi eg
at tað er stuttligt
at ongin dystur
er
avgjørdur,
sjálvt um tað
sær út til at
vera
avgjørt.
Eitt
dømi
er
Atlanta
Falcons
og
New
England
Patriots í Super
bowl LI.
Hvat væntar tú tær av
kappingarárinum í ár?
– Eg vænti nógv av kappingar
árinum í ár, tó so at eg ikki havi
fylgt so væl við í offseason og
preseason, sum eg plagi. Eg eri
spentur uppá Browns, sum hava
ligið í ongamannalandi í nógv ár,
bara fyri at nevna eitt av mongum
spennandi elementum.
Hvør væntar tú
kemur í Super Bowl,
og hvør vinnur?
– Altíð ringt at siga. Eg
vænti at Patriots verða
drúgvir, og so vóni eg
bara at Drew Brees
fer at hála eina kanin
burturúr
hattinum,
og fara allan vegin,
so Saints vinna Super
Bowl.
„Eg haldi ikki eg nakrantíð havi sæð Xhaka,
har hann ikki hevur gjørt 50 fríspørk hvønn
hálvleik. Ein royndur spælari, sum ongantíð
hevur spælt sum ein royndur spælari.“
Gary Neville um Arsenal-spælaran, Granit Xhaka
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir.
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast.
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við.
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Hard Knocks er ein væl umtókt
amerikansk
dokumenttarrøð,
sum hvørt ár fylgir einum liði
í amerikanskum fótbólti. Fylgt
verður við fyrireikingunum til
nýggja kappingarárið.
Í ár verður fylgt við Oakland
Raiders. Tað ger tað bara serliga
spennandi, tí Oakland Raiders
er eitt lið, sum hevur verið heilt
niðri og vent, men nú ætlar sær
upp aftur á tindarnar.
Tað er hetta stórsligna projekt
ið, sum hyggjarin verður tikin við
í – eitt projekt, sum kendi venj
arin, Jon Gruden, er settur at
stjórna við einum 10 ára sáttmála
við einari samlaðari løn á sveim
andi 670 milliónir krónur.
Fyrsta árið var liðið 4-12 í dyst
um, men ferðin er júst byrjað, og
Jon Gruden tekur eitt tak fyri
og annað eftir í hansara drúgva
róðuri at vinna Oakland Raiders
aftur í fremstu røð.
Í Hard Knocks fær hyggjarin
heilt serliga atgongd til upptøkur
í stóru organisatiónini kring lið
ið. Tú verður tikin við
í
taktikkrúmið,
har
venjararnir
leggja
ætlanir og hava moral
prædikur fyri leikar
unum, og tú sleppur
við í skiftirúmið hjá
teimum mangan hart
royndu leikarunum.
Afturat tí vanligu
frásøgnini
í
røðini,
so verða samstundis
eisini nakrar smærri
persónligar søgur úr
lívinum hjá spælarum,
venjarum og øðrum
lýstar, og hetta er við
til at geva røðini ein øðrvísi menn
iskjasligan og persónligan vinkul.
Meginparturin av røðini fyri
gongur tó á ítróttaanlegginum hjá
liðnum, har hópurin hevur sína
dagligu gongd. Tað er hugtakandi
at síggja hvussu ein stórur hópur
handan spælararnar er skrúvaður
saman, og hvussu ómetaliga nær
lagdir teir eru í fyrireikingunum.
Sum heild er talan um eina
góða og spennandi røð, sum eisini
er serstakliga væl frágingin tekn
iskt av sjónvarpsrisanum HBO.
Hygg um tú: Gleðir teg til
kappingarárið, ella ert opin fyri
at vita meira um amerikanskan
fótbólt.
Ikki hygg um tú: Einans ert
áhugaður í tí, sum fyrigongur
á vøllinum, og ikki handan leik
tjøldini.
Hvussu er at hyggja: Tú
verður drigin við, og ofta er tað
meira enn ein søga í gongd í senn.
Hvat sigur tú: Nakrir partar
av hesari røðini, og so ert tú sann
iliga komin í NFL-hýr!
Fakta: Tað er HBO, ið fram
leiðir hesa røðina, sum er í fimm
pørtum. Hvør partur er ein lítlan
tíma langur.
1. Í hvørjari rundu varð Tom Brady draftaður í ár
2000?
2. Hvør wide receiver loftaði fyri flestar yards í
regular season síðsta kappingarár?
3. Danski Hjalte Froholdt bleiv draftaður í ár. Av
hvørjum liði?
4. Hvat lið hevur ein hestaskógv sum búmerki?
5. Hvussu eitur kendi wide receivarin, ið júst er
skiftur frá Pittsburgh Steelers til Oakland Raiders?
6. Hvussu eitur danski kickarin, ið hevur skorað
næstflest stig í NFL-søguni?
7. Í hvørjum býi verður Super Bowl hetta komandi
kappingarárið?
8. Hvussu eitur leikarin á myndini?
„Vit hava ikki etið døgurða
saman enn, men tað fara
vit vónandi í framtíðini.“
Cristiano Ronaldo um sambandið
ímillum hann og Lionel Messi
Dokumentarurin
★★★★★★
Hard Knocks