mánadagur 2. september 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
So hava vit enn eitt føroyskt ítóttarfólk, sum hevur vunnið sær
rættin at luttaka í OL. Sverri Sandberg Nielsen, sum vann HM-
silvur í gjár, hevur eisini vunnið sær rættin til at rógva til OL,
sum verður í Tokyo á sumri 2020.
Í samrøðu við Kringvarpið í morgun segði hann millum annað,
at umstøðurnar til at venja á slíkum stigi ikki eru í Føroyum. Vit
kenna øll søguna um Pál V. Joensen, sum vandi í einum lítlum
hyli í Vági.
Nú er tað eisini ymsikt hvussu nógv tað kostar at gera
umstøður. Eitt nú kostar ein svimjihøll væl meiri enn at byggja
og viðlíkahalda enn okkurt annað. Tað er eisini greitt, at vit
í Føroyum ikki hava møguleikar at verða á áltjóða stigi í fleiri
ítrottargreinum.
Men tað ber til at skapa eitt elitu-ítróttarumhvørvi. Í klummuni
seinast hevði eg hug at finnast at, at ítróttur einki pláss hevur
fingið í valstríðnum. Tað er nú ikki so óvæntað, men tað er
gleðiligt at umboð fyri allar flokkar vildi hækka játtanina til ÍSF.
Ein stór framgongd í Føroyum er, at tað er ikki longur illa sæð,
at onkur ætlar at gera sær eina yrkisleið í ítrótti. Skúlarnir eru
farnir at spæla við og fleiri tilboð eru nú til næmingar, so teir
kunnu venja nógv og tillaga dagin til ítrótt. Vónandi heldur hetta
rákið fram í føroyska samfelagnum.
Men tak ikki feil. Sverri Sandberg Nielsen venur og livur fyri
kapprógvingina. Ella hevði hann aldrin komið so langt. Næstan
hvør lutur í gerandisdegnum er lagdur til rættis og tað einasti
vegurin, um hann skal kappast við elituna í heiminum.
Hava vit eitt ynski um at bjóða fólki at kappast við heimselituna,
so mugu vit halda fram við at menna eitt elituumhvørvi í
Føroyum – eisini á landsplan!
trondur@sosialurin.fo
Sverri
til OL
FÓTBÓLTUR
Wales vann stór-
sigur á Føroyum
Føroyska kvinnulandsliðið spældi hóskvøldið fyrsta dystin
í nýggju EM-undankappingini móti Wales. Dysturin var
bara fáar minuttir gamal, tá Wales var á odda 2-0
Tróndur Arge
Wales var betra liðið á Tórsvølli
hósdagin, tá fyrsti dystur í undan
kappingini til EM 2021 var á
skránni. Úrslitið er heilt øðrvísi,
enn úrslitini vóru, tá ið føroysku
kvinnurnar síðst spældu ímóti
Wales. Tað var í 2006, tá ið Wales
vann 2-1 á heimavølli. Í 1996 spældu
Føroyar og Wales. Tá vann Wales
1-0 í Føroyum, men í 1995 vunnu
Føroyar 1-0 á útivølli í Wales.
Men seks mál var alíkavæl ikki
munurin á liðunum, og um meir
hepni var við okkara kvinnum, so
fingu tær eisini okkurt mál.
Tað byrjaði sera væl hjá Wales,
sum longu eftir fimm minuttir
var á odda 2-0. Men føroyska liði
reisti seg eftir trilvandi byrjanina,
og kom betri við í dystin sum fyrri
hálvleikur leið.
Størsta føroyska málmøguleikan
fekk Heidi Sevdal, tá hon fangaði
bóltin eftir útspark frá walisiska
málverjanum. Heidi smekkaði til,
men málverjin bjargaði væl, og so
spurdist tíverri ikki meir burtur úr.
Lítla løtu seinni fekk Wales sítt
annað brotsspark í dystinum. Tað
fyrra fór uppum málið, meðan tað
seinna var sett trygt í netið. Eftir
hetta øktu walisisku kvinnurnar
tríggjar ferðir, og vunnu til endans
6-0.
Komandi uppgávan hjá før
oysku kvinnunum er týsdagin, tá
tær skulu spæla á útivølli ímóti
Hvítarusslandi.
trondur@sosialurin.fo
Kvinnulandsliðið
EM undankappingardystur
Á Tórsvølli hósdagin 29. august 2019 kl. 17.00
Føroyar – Wales 0-6 (0-2)
0-1: Natasha Harding 4.
0-2: Emma Jones 6.
0-3: Natasha Harding br 58.
0-4: sjálvmál 67.
0-5: Natasha Harding 79.
0-6: Roberts 93.
Dómari: Ivana Pejkovic úr Croatia
Føroyar: Anna S. Hansen - Julia Naomi Mortensen (Rebekka Benbakouru, 82.),
Lív F. Arge (Olga Kristina Hansen, 73.), Durita Hummeland, Katrina Akursmørk
- Evi á Lakjuni (Sara Samson Lamhauge, 86.), Eyðvør Klakstein, Jacoba
Langgaard, Ansy Sevdal Jakobsen, Ásla Johannesen - Heidi Sevdal.
Á beinkinum: Monika Biskopstø, Marita á Fríðriksmørk, Annika Ragna
Christiansen, Sanna Svarvadal, Jónvá Hentze, Sarita Maria Mittfoss