Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 101 STJÓRI TIL VÁGA FLOGHAVN Vága Floghavn P/F er ein fyritøka í vøkstri. Ferðafólkatalið er vaksið støðugt seinnu árini og virksemið á flogvøllinum er harvið eisini vaksið munandi. Stjórin skal, saman við nevnd og starvsfólkum, tryggja góðu gongdina hjá Vága Floghavn og fyrireika flogvøllin til framhaldandi vøkstur. Flogvøllurin er portrið til Føroyar, og er tað týdningarmikið, at dygdar- og trygdarstøðið á flogvølli okkara er høgt. Flogvøllurin skal tí framhaldandi menn- ast, og hava vit tørv einum dugnaligum og álitsvekjandi leiðara. Føroyingar skulu allir verða stoltir av Vága Floghavn, og hesum skal stjórin ganga á odda fyri at tryggja. Stjórin hevur beinleiðis tilvísing til nevndina, og hevur tískil stóra ávirkan á, hvussu bygnaður og rakstur í felagnum verða skipað. Umsókn Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til: Regin Hammer, nevndarformann á regin@hammer.fo. Umsóknarfreist Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. september 2019. Spurningar um starvið kunnu setast Regini Hammer, nevndarformanni, á telefon 283848. sansir.fo