Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 101 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Tað gevur eina góða meining at vera aftur­ haldin, tá ræður um at brúka hormonir til tess at byrgja upp fyri vansum í skiftisárunum. Tað vísir ein nýggj kann­ing, sum Kræftens Bekæmpelse hevur givið sítt íkast til. Kanningin gev­ur samstundis nýggja vitan um tær fylgir, sum kunnu vera við nýtslu av hor­monviðgerð. Kanningin vísir nevni­ liga, at sjálvt tíggju ár eftir, at kvinnur eru givn­ ar við homonviðgerð, er vandin fyri bróstkrabba fram­v­egis munandi øktur. Í dag viðmælir eitt nú Kræftens Bekæmpelse, at kvinnur bert brúka hor­ mon­viðgerð í skiftisárum, um tær eru nógv plágaðar av eitt nú hitatúrum, skift­andi huglagi ella turr­um slímhinnum. Tí, sjálvt um hor­mon­ við­gerð kann hjálpa upp á vansarnar, er greitt, at viðgerðin eisini økir um vandan fyri bróstkrabba. At taka steðgir Nýggja kanningin, sum júst er almanna­kunn­ gjørd í medisinska tíðar­ riti­num - Lancet - vísir, at tað eru allar møguligar or­søkir til at fylgja hesi veg­leiðing. - Kanningin setir eina tjúkka striku undir tey ráð, sum vit longu í dag geva kvinnum, nevniliga um bert at brúka hor­mo­n­ við­gerð, um tað er avgjørt neyðugt, og har­aftrat skal viðgerðin helst brúk­ast so stutta tíð sum gjør­ligt. Tað sigur Niels Kro­ man, sum er pro­fessari í bróst­krabba­kirurgi á Ríkis­sjúkrahúsinum, og hann er eisini lækna­stjóri hjá Kræftens Be­kæmp­ else. - Brúkar tú hormonir, eigur tú eisini at taka steðg­ir inn ímillum í sam­ ráð við læknan. Tí, kanska eru teir vansar, sum tú upprunaliga hevði, burt­ ur ella minkaðir so nógv, at tú kann minka um hor­mon­viðgerðina – ella heilt halda uppat við við­ gerðini, sigur hann. Niels Kroman legg­ ur dent á, at nýgg­ja kanningin vísir, at vandin fyri bróstkrabba ikki økist hjá teimum kvinn­ um, sum fáa stikkpillarar við hormoninum, østro­ gen. Talan er her um tablett­ir, sum bert geva hormonir lokalt í skeið­ ini og sum ikki veksa um hormon-støðið í kroppi­ num annars. Henda við­gerð verður van­liga bjóð­að kvinnum í skiftis­ ár­um, sum líða av eitt nú bløðru­bruna ella trupul­ leikum í skeiðini, eitt nú við turrum slímhinnum, men sum annars ikki eru plágaðar av hitatúrum. Umfatandi kanning Kanningin, sum talan er um, er hin higartil størsta av sínum slag og hevur savnað dátur frá fleiri enn 600.000 kvinnum kring heimin í aldrinum, 40-69 ár. 109.000 av hesum kvinnum fingu bróst­krabba eftir skiftis­ ár­ini. Úrslitini eru býtt eftir, 1) hvørt kvinnurnar ongantíð hava fingið hor­monviðgerð, 2) um tær hava fingið, men eru hildnar uppat við við­ gerðini – og 3) um tær fram­haldandi fáa hor­ mon­viðgerð. - Yvirskipað vísa úrs­ lit­ini, at hor­mon­við­gerð økir um vandan fyri bróst­krabba, og vandin økist – uttan mun til, um hor­monviðgerðin bert fevndi um kvinnuliga kyns­hormonið, østrogen, ella um talan var um ymiskar blandingar av østro­geni og progesteron, sigur professarin, Anne Tjønneland, sum vegna Kræftens Be­kæmpelses Center for Kræft­forsk­ n­ing hevur hjálpt til við kann­ingini. Økti vandin svarar sam­bært granskarum til, at um ein bólkur á 50 kvinnur í fimm ár fær hormonviðgerð, sum hevur østrogen og pro­ gester­on í sær, fær ein av 50 kvinnum staðfest bróst­krabba sum orsøk av við­gerðini. Um kvinnurnar brúka slag­ið, sum skiftandi hevur reint østrogen í sær og aðrar tíðir hevur pro­gest­eron, verður talið av teim­um, sum verða rakt av bróstkrabba, ein av hvørjum 70 kvinnum. Er talan hinvegin um hormonviðgerð við rein­ um østrogeni, verður talið av kvinnum, sum fáa bróstkrabba, ein av hvørj­ um 200. Vandin stendur við Kanningin vísir, at vand­ in fyri bróstkrabba er knýtt­ur at, hvussu leingi kvinn­urnar hava fingið hormonviðgerð, men kann­ingin staðfestir eisini, at vandin veks­ur longu, eftir at kvinn­an hevur fingið hor­mon­við­gerð í eitt ár. Eftir tíggjum árum verður vandin tví­falt so stórur sum eftir tøku av hormonum í fimm ár. Aðrar granskingar hava víst, at vandin fyri bróst­krabba er øktur, sjálvt í tíðini eftir at hor­ mon­viðgerðin er hildin upp­at. Higartil hevur verið hildið, at vandin fyri bróstkrabba minkaði lut­falsliga skjótt. Men, so­ leiðis er tað ikki sambært nýggj­astu kanningini á øki­num. Nýggjasta kanningin vísir nevniliga, at sjálvt tíggju ár eftir, at kvinnan er hildin upp at við hor­ mon­viðgerðini, er vandin fyri bróstkrabba fram­ vegis munandi størri, enn um kvinnan ongantíð hevði verið í hesi viðgerð. - Jú, longri kvinnan hevur verið í viðgerð, tess longri stendur vandin fyri bróstkrabba við, sig­ur Anne Tjønneland, gransk­ingarleiðari. Kelda: www.cancer.dk HORMONVIÐGERÐ ØKIR UM VANDAN FYRI BRÓSTKRABBA Hormonviðgerð í skiftisárum skal bert brúkast, um viðgerðin er avgerandi neyðug, og haraftrat skal viðgerðin helst brúkast so stutta tíð sum gjørligt Nýggja kanningin er hin higartil størsta av sínum slag og hevur savnað dátur frá fleiri enn 600.000 kvinnum kring heimin í aldrinum, 40-69 ár