týsdagur 3. september 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 101
12
Sosialurin
Longu nú hava tær
ljósu summarnæt
urnar mist takið
fyri árið. Alt með
an Ingálvur støðugt
syngur, sum bara
hann evnaði: ” ...leið
móti sumrinum ber”.
Tað finnast vanliga fýra 25 ára løg
asteinar um lívsánna á mansins
longstu ævi. Og staddur við
øðrum fóti á fjórða steini, svitast
tað ikki, at háryggur lívsins um
Bringsnagøtu er farin um bak - og
tað tekur at kvølda.
Haldi, tað var Ninka, sum í Poli
tiken spurdi Anders Nyvig (1914-1986)
– verkfrøðing í býarskipan og skila
maður hjá býráðnum at samstarva
við í 1980’unum (og mær við um
landið) – um nær, ið ein var vorðin
gamal? Og Anders svaraði, sær so
líkt: “Når man er blevet 60, så er man
blevet det - ganske sagte”.
Neyvan øll geva Andersi viðhald
í hesum. Meðan onnur halda, at
nakað er um rákið.
Afturhvarv
Øll hava onkra søgu, og Poul hevur
sína. Hansara stutta CV (hann tíð
um endurtekur) er: At hann er HB’
ari um ein háls, hevur sjálvur vunn
ið fleiri kappingar, hevur tikist við
eitt boysið sinni (ja, hvør kennir
ikki til tað) og hevur gingið í sunnu
dagsskúla hjá Ingálvi av Reyni (um
nøkur ávirkan er at hóma, skal vera
ósagt (!)).
Hansara stóra CV sum stjóri,
nevndarformaður, seljari av ísi og
fiski, landspolitikari, floksstovnari
(og flokseigari?) o. a. m., havi eg ikki
fylgt við í og veit tí ikki greiðu á.
Honum dámar og hann dugdi at
snakka fólk um koll og var fyrr ein
framúr sølumaður. Tað gav at býta,
táið hann fyri yvir 40 árum síðani
byrjaði sína egnu heilsølu við hús.
Hann átti tá triðingin av aðrari heil
sølu saman við tveimum øðrum,
men sum hann tá læt hinar báðar
yvirtaka, og væntaði sær tá triðingin
av felagsins skrásetta virði.
Men tann góðkendi grannskoð
arin kom til hesa niðurstøðu, við tað
at Poul fór úr felagnum - hann seldi
vanliga móti fleiri øðrum - so mink
aði virði felagsins tilsvarandi meiri,
og tí bleiv væl minni skurður til skift
is (!). Nakað soleiðis.
Hetta var ein kaldur startur fyri
Poul, men ágrýtin, sum hann er, og
saman við góðum starvsfólkum, kom
skjótt gongd á - og ger tað enn. Sum
ikki undrar.
Kommunuskipanin
Vit komu at kennast og samstarva
við árslok 1980 og hittust í sambandi
við býráðið mestsum dagliga í trý
valskeið (12 ár í meiriluta).
Kommunulógin gevur einum bý
ráðsformanni nærum óavmarkað
vald. Hesin gerst lønti og fremsti em
bætismaður býráðsins, er býráðsins
andlit úteftir alt valskeiðið, føddur
formaður í fíggjarnevndini (har ið
øll mál onkursvegna kunnu takast
til viðgerðar) og er við í øðrum
nevndum og átøkum. Umframt sum
samgonguleiðari at hava dagligu
leiðsluna av politiska samstarvinum
limanna millum.
Hetta mikla vald kann formaðurin
vitiliga nýta til at vinna sær sjálvum
sælan sóma. Og til ber við, bæði
sum oddviti fyri embætisverki og
formaður samgongunnar, at brúka
valdið til konstruktivt samstarv við
báðar hesar bólkar; men hinvegin
kann henda valdsstøða - við avís
høvi - óheppið eisini koma at órógva
stevið í samstarvinum.
Ein lyklastøða
Hesi viðurskifti eru sjálvandi løg
liga skipað soleiðis, fyri at útvega
eitt jaligt samfelagsligt samspæl og
samstarv í parlamentariskum anda
við allar partar býráðsins - heildini
til frama.
Og átakið riggar eyðvitað best í
einum bý- ella bygdaráði, um leiðslan
hevur ein demokratiskan hugburð
og mentaðan profil, men hetta kann
hinvegin vitiliga vendast til tað øv
uta, um leiðslan er særsøkin og ráð
arík av lyndi.
Hetta tí, at valdið ella maktin
ónoktiliga broytir okkum menniskju,
og hóast vit øll væl vita, at valdið
bara er til láns fyri eina avmarkaða
tíð. So er váðin har. Og váðin gerst
ikki minni, um viðkomandi sam
stundis er limur í sitandi samgongu
í løgtinginum.
At maktin (og fáfongdin) dregur
at sær, tað skerst heldur ikki burtur.
Tí flest øll tey, sum eru komin at
kenna til tað politiska valdið, vilja
fegin veljast aftur.
Hetta tí at tann, sum einaferð
hevur notið glæmuna av Prytaneion
(staðið, har ið tað betra slagið av Ath
en-búgvum hildu til), gloymir ikki so
lætt bæði sælu og søtleika maktar
innar.
Á Prytaneion
Í politikki finnast nøkur fólk við
ávísari leiðslumentan og leiðslu
evnum, meðan onnur roynast
meiri sum “distance-blendarar”,
hesi sum eitt avmarkað tíðarskeið
kunnu vekja glógvandi ans millum
fólk - eins og ein mótkoyrandi bilur,
ið blendar illa - men sum ein nærri
kanning avdúkar, at tað bara vóru
lyktirnar, ið ikki vóru í lagi.
Og so eru tað aftur onnur, sum
onkursvegna ikki eiga ein neyðugan
humoristiskan distanca til sínar
egnu fortreffeligheitir. Sum t. d. ikki
eiga tað tiltrongda sjálvspeiið.
Fáfongdin lúrir
Vit sóu herfyri eitt brot endurtikið
í KvF, har tríggir floksleiðarar yvir
einum samgonguskjali stóðu sum
ein teggja, haldandi saman hendur
og flennandi sum forliptir óvitar.
Tá kendu helst fleiri, at tragi/kom
ikkurin var ovboðin. Tí soleiðis
hongur politiski gerandisdagurin
ikki saman!
Jens Otto Krag suffar í dagbók
yvir, tá hann á eini býarstevnu bar
seg undan at súkkla skinklandi til
undirhalds um kapp við ein digran
borgmeistara -: “Det er snart ingen
grænser for, hvad en statsminister
skal misbruges til (!)”.
Henda hóskandi fráleika og pro
fil hevði eitt nú Atli Dam, løgmaður,
ið var ein politikari - og ikki undir
haldari.
Í politikki kemur ein at kenna
mong fólk; men ofta upp á ein annan
máta. Og har far ein ikki júst vinir
fyri lívið. Soleiðis sum Churchill legði
einum ungum partamanni lag á: “Ja,
hasumegin sita okkara politisku
andstøðingar, men fíggindarnir - teir
eru hesumegin - í okkara flokki(!)”.
Valið av formanni
Poul hevur onkuntíð nevnt, at
javnaðarmenn valdu hann til bý
ráðsformann. Men hetta er bara
óbeinleiðis eftirfarandi. Sum heild
var hann einki í mát við javnaðar
flokkin, og samstarvið helt ikki ein
gang ta fyrstu setuna.
Vit tríggir Essa, Poul og eg sam
ráddust og fundaðust - eina mest
uppi hjá Essa, Eliesar Arge (1925-
2007) - afturvaldur býráðslimur.
Og semja fekst um at skipa eina
átta manna samgongu. Men av tí at
Fólkaflokkurin var størstur í sam
gonguni, var semja um, at vit áttu
býráðsformannin.
Essa (ein framúrskarandi skurð
lækni) vildi væl taka við sum for
maður, men ikki bar til at samskipa
hesi bæði størvini. Og eg segði frá,
at starvið ikki hevði mín áhuga. Tí
til hetta krevst eitt serstakt huglag,
soleiðis støðugt – og helst forlorið –
at skula tekkjast øllum og vera við í
hvørjari vøsu, átaki, jarðarferð o.s.fr.
(ikki hvør - men mong).
Men Poul vildi fegin gerast for
maður, og á fundi okkara millum
fekk Poul mína atkvøðu. Soleiðis
var tað.
Samstarvið
Fyrsta skeiðið byrjaði væl; men
helst varð díkt ov nógv á hestin,
tí brádliga taldi samgongan bara
fimm limir (vit tríggir, saman við
Petur F. Christiansen (dámligur og
erfarin) (samb.), og Ronald Poul
sen, góði samstarvsfelagi mín hjá
Landsverkfrøðinginum (Sjálvst.).
Meðan andstøðan hereftir taldi
átta.
Sambært skipanini behildu vit
býráðsformannin í starvi og valdi,
meðan vit mistu formansskapin í
ymsum nevndum skeiðið út. Henda
støða kendist bæði ógreið, trupul og
beklað.
Við næsta býráðsval fingu vit
ein lim afturat á okkara lista, og
politiska samstarvið gekk tá sum
heild væl og nógv fekst frá hondini
av málum til felags gagn fyri býin.
Seinasta skeiðið
Poul er havnarmaður (við H og –ir
(!)). Hvat ið tað so er. Hjørdis Djur
huus, (vituga kona Hákun løgmans)
segði einaferð: “Eg kenni ongan úr
Havn, ið ikki hevur røtur á bygd. Og
ongan á bygd, sum ikki hevur røtur
í Havn”. So einfalt.
Eftir 10 ár sum formaður møddist
Poul við uppdragið og vildi frá, men
– honum so líkt – hetta tó treytað
av, at: “Vit, havnarmenn, vilja bara
hava ein havnarmann sum býráðs
formann (!)”.
Um útsøgnin var manslig ella
barnslig – kunnu onnur meta um.
(Mær tað sama). Fortreytin kann
vera føðistaður og/ella ættarbond.
Nú vita tey flestu, at tann fyrsta
býráðsformaðurin í Havn (1909-1913),
var sandoyingurin, Mads Andrias
Winther, og at havnarmaðurin, Páll á
Dul, var býráðsformaður í Klaksvík.
Mín støða til málið var óbroytt.
So eg segði bara: “Ja, Okey?”. (So
hendi ikki meir.)
Tað triðja skeiðið royndist heldur
møðsamt. Metall-møðin merktist, og
serstaka maktin mentist. Og sam
spæl okkara millum var ikki tað, ið
tað áður hevði verið, eins og fíggjar
støða býráðsins var rættiliga skeikl
að eftir mínum tykki.
Tað rúmliga búskaparliga tíðar
skeiðið í 1980’unum var av, og fyri
framman lógu 1990’ini við tí søguliga
fall-it-upptakinum - við ítøkiligari
Poul Michelsen fylti 75 ár tann 22. juli
Manningin hjá Fólkaflokkinu í Tórshavnar býráð, sum varð valt í 1980: Eliesar Arge, Poul Michelsen og Arnstein
Niclasen