týsdagur 3. september 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 101
neyð og fráflyting av landinum fyri
mong – har handan hornið.
Býráðstalur
Tann omanfyri nevnda umrøða
av gongdini er ikki illa meint, bara
eitt lítið inneftir skrúvað horna,
sum eitt dømi um, hvussu tregið og
tannleyst huglagið í roynd og veru
kann vera í býráðshøpi.
Hetta í mun til eitt nú – alt annað
líka - Václav Havel (1936-2011) tjekk
iska forsetan í 10 ár, sum djarvur
tordi at vera í andgletti til ta óndu
maktina og váðaði fongsul og per
sónliga atsókn (Charta 77), men sum
- sjálvur komin til valdið - hvønn dag
minti seg á sítt avmarkaða vald, tíð
og fráferð (!).
Tó glottar vóru eisini fleiri í bý
ráðnum og tað góðir. Fleiri limir
dugdu rættiliga væl at taka orðið,
so sum Tórfinn Smith (1946-2017)
og Ingi Mohr (1942-2009), ið báðir
væl dugdu - bæði at nýta floyals
handskan við ávís høvi - og eisini við
aðrar tíðir hegnisliga kundu hava
stálbustina frammi.
Leivur Johannesen
Og so eitt nú Leivur Johannesen
(1933-2019), verkfrøðingur. Hann
blandaði seg ikki ofta í vanliga
kjakið; men av og á, táið hann helt,
at nóg mikið av tíð var brúkt til
okkurt upplagt, avmarkað mál.
Tá kundi hann “hálv-argur” taka
orðið og - við sínum ómetaligu, spei
somu sjónleikara-evnum - halda tað
“fortugda” málið upp móti ljósinum,
og tað so skemtiliga, at býráðslimir
nir hingu sum tvøst-lykkjur tvørtur
um borðið – um at skrædna í látri. Og
málið varð loyst og liðugt!
Einar gávur, ið Leivur eyðsæð ikki
hevði frá fremmandum.
Og táið Leivur av Skála nevndur,
bleiv skákaður sum ikki-havnarmað
ur, gjørdi hann stutt av: “Um tað er
lukkan, at koma inn í heimin í høv
uðsstaðnum, so kann eg dokument
era fyri áhugaðum, at eg eri føddur á
hospitalinum í Havn(!)”.
Eingin tók Leiv illa upp sum
hermara og skemtara, tí talentið var
so eminent. Leivur endurgav eitt nú
bæði í skapilsi, rødd og rørslum Petur
í Gong (1923-2003), ið sjálvur var ein
stór-skemtari. Soleiðis at Petur bleiv
heilt blá/violettur í andlitinum í látri
og segði, táið hann fekk ondina aftur:
“Tú, tú, Leivur, tú líkist mær meira -
enn eg geri sjálvur (!)”.
Samanumtikið
Seinasta setan var stríggin. Fleiri
óheppin byggimál vóru, og fólk
blivu rend heim yvir ein kamb.
Men lat tað fara. Ætlanin við hesi
heilsan var ikki at loysa skruvuna
av nøkrum sári. Og farið er farið.
Sum heild kom bara væl av
skafti hesar tríggjar seturnar. Her
bara nevnt í breiðum strokum:
Viðgjørt, reint vatn úr nýggjum
brunni í Villingdardali, útbygging
av havnini, ringvegur, brennistøð á
Sandvíkahjalla, svimjihøll, sambygg
ing inni á Gøtu, útstykkingar o. m. a.
Umframt mong onnur smámál,
sum fólk enn fegnast um: Nøvn á
hús á Tinganesi, gøtur í Hoydølum,
parkeringsplássið á Glaðsheyggi,
sálmaløg í kirkjutornið, felagssang á
ólavsøku og vit fingu sandstrondina
aftur í Sandágerði, sum hevði verið
horvin síðani hospitalið varð bygt
í 1923, og restina av sandinum tóku
soldátarnir undir krígnum til bet
ongarbeiði ella fyltu í sekkir til verju
kend átøk.
Loksins
Hetta meðan edilingurin Ingálvur
av Reyni (1920-2005) framvegis í
lurtinum syngur: “Gangi eg um
heiðar, fjøll og dalar, fylgir vinur
mær, eg hoyri hann...” - og eftir
hetta við sorgblídni: “Blott en afton,
blott en afton bor jag här...”.
Her er so nakað av míni heystligu
uppfatan av gongdini frá hesum tíð
arskeiði, og um onkur annar hevur
hug til at bera annað og betri fram,
so er nógv eftir.
Gunnar Hoydal hevur við sínum
góða penni lýst eina meiri rokaliga
løtu - handan bróstið í býráðshúsi
num - við eitt serstakt høvi(!).
Hesin,
mín
heldur
turrisligi
skeyti, er skrivaður nakað herfyri,
men fyri ikki at koma í kløtur við
løgtingsvalið, er henda heilsa við
vilja seinkað nakað.
Við hesum vil eg takka tær, Poul,
fyri tey 12 árini i býráðnum og við
blíðari heilsan ynskja tær og tínum
alt gott í komandi tíð.
Arnstein Niclasen
– ein hugfarslig heilsan
Nýggi borgarstjórin í Havn
í 1981, 36 ára gamli heilsølu
maðurin Poul Michelsen
Essa Arge (1925-2007)
Ingi Mohr (1942-2009)
Tórfinn Smith (1946-2017)
Petur í Gong (1923-2003),
Leivur Johannesen (1933-
2019),
Rektarin á Glasi farin úr starvi
Glasir skal hava
nýggjan rektara.
Bogi Bech Jensen,
rektarin seinastu
fýra árini, hevur
sagt upp
Bogi Bech Jensen, sum seinastu
fýra árini hevur verið rektari á
Glasi, hevur sagt seg úr starvi.
Úr Mentamálaráðnum verður
sagt, at tey fingu uppsøgnina í
gjár, og at tey longu hava gingið
henni á møti.
– Bogi Bech Jensen hevur loyst
eina torføra uppgávu, nú hann
seinastu fýra árini hevur staðið á
odda fyri arbeiðinum at leggja teir
tríggjar ymisku miðnámsskúlar
nar í Havn saman til ein felags
skúla. Samanleggingin var eitt pol
itiskt ynski og tilgongdin hevur til
tíðir verið krevjandi, men arbeið
ið við at samansjóða starvsfólk
og næmingar á Glasi er nú kom
ið væl og virðiliga undir land. Vit
taka uppsøgnina til eftirtektar og
vilja samstundis takka Boga Bech
Jensen fyri stóra arbeiðið, sum
hann hevur lagt fyri dagin í hesi
drúgvu tilgongdini, sigur Poul
Geert Hansen, aðalstjóri í Menta
málaráðnum í tíðindaskrivi, sum
Mentamálaráðið hevur sent fjøl
miðlunum.
Bogi Bech Jensen grundar upp
søgnina á, at samanleggingin nú
er vorðin veruleiki, og at skúlin
og rektarin tí eru komnir til eitt
vegamót.
– Hetta hava verið fýra góð og
lærurík ár, og hetta hevur ver
ið sera gevandi fyri meg, men
eg kenni nú, at tíðin er komin
at royna okkurt annað og loyva
øðrum kreftum framat á Glasi,
staðfestir
Bogi
Bech
Jensen
millum annað í uppsagnarskriv
inum.
Inntil nýggjur rektari verður
settur, verður Steinbjørn Hardlei,
umsitingarstjóri á Glasi, virkandi
rektari. Hann fer tó at kunna heita
á Boga Bech Jensen í uppsagnar
tíðini, um tørvur verður á tí.
Mentamálaráðið fer at søkja
eftir nýggjum rektara til Glasir
sum skjótast.
Seinastu fýra árini hevur Bogi
Bech Jensen verið rektari á
Glasi. Hann hevur hesa tíðina
staðið fyri samanleggingini av
Føroya Studentaskúla, Føroya
Handilsskúla og Tekniska skúla
í Havn. Nú samanleggingin er
veruleiki, kennir rektarin tað
soleiðis, at hann og skúlin eru
komin á eitt vegamót, og at hann
hevur hug at royna nýggjar leiðir