Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 101 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hóskvøldið spælir føroyska lands­liðið móti Svøríki á Tórs­ vølli. Sunnukvøldið spælir lands­lið­ið móti Spania í Gijón í norður­spania. Tað er onkrar broyt­ingar á landsliðnum, sum Lars Olsen hevur úttikið til dystir­nar. Nakrir spælarar tykjast verða í toppformi. Serliga Jóan Símun Edmundsson, sum gong­ ur á odda hjá Arminia Biele­feld í 2. Bundesliguni. Hallur Hans­ son er nýggjur liðskipari hjá AC Horsens, meðan Brandur Hendriksson Olsen javnan er av­gerandi fyri FH í Íslandi. Hinvegin gongur verri hjá spælarum sum Gunnari Niel­ sen, Gilla Rólantssyni og Kaj Leo í Bartalsstovu at fáa spæli­ tíð. Her er ein støðumeting av lands­liðsspælaranum undan lands­dystunum seinni í vikuni. Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland) Hevur ikki spælt síðani hann bleiv skaddur undan lands­dyst­ unum móti Spania og Norra á Tórsvølli. Hann breyt eitt bein í hondini miðskeiðis í mai mán­ aði, og hevur mist plássið mill­ um stengurnar hjá FH. Lars Olsen hevur boðað frá, at venjingarnar verða av­ger­ andi fyri hvør av málverjunum stendur. Hann hevur tó lagt dent á, at Gunnar Nielsen hevur verið ein góður maður fyri landsliðið, og tað telur upp. Er Gunnar Nielsen væl fyri til lands­venjingarnar, so bendir okkurt á at hann spælir. Vit meta at sannlíkindini eru 50 pro­ sent. Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn Spældi landsdystirnir móti Spania og Norra. Hevði ávísar avbjóðingar í mál­mans­spæli­ num, men út­merkaði seg við sínum framúr útspørkum, ið góvu føroyska liðnum eitt nýtt vápn. Hevur ikki havt sítt besta kappingarár, har hann hevur gjørt ávís mistøk. Millum annað so seint sum sunnudagin móti KÍ. Heldur tó fram við at útmerka seg við frálíkum av­ spæli, sum eisini er eitt gott vápn hjá HB. Um metingin er, at tað eru 50 prosent sannlíkindi at Gunnar stendur. So eru tey nokk eini 35 pro­sent upp á Teit M. Gestsson. Ser­liga tí hann nú hevur roynd­ irnar. Kristian Joensen, KÍ Klaksvík Hevur havt eitt framúr kapp­ ingar­ár við KÍ. Størsta løtan var í Luzern í Sveis, har hann vísti stórform, tá KÍ tapti tepurt 1-0. Hevur lagt aftur­ at spælinum í hesum kapp­ ingar­ári­num. Kemur væl út í brotsteigin og tykist sann­ før­andi, tá leysir bóltar detta niður í brotsteiginum. Líkist meira Gunnari Nielsen sum mál­mans­týpa. Kristian Joensen hevur fingið rós frá lands­liðs­venjar­ an­um, sum hevur lagt merki til fram­gongdina. Lars Olsen sigur at venjingin verður avgerandi, so tað er ein møguleiki fyri at Kristian Joensen fær kjansin. Tó tykist hann minni enn hjá hinum báðum. Um fyrrnevndu prosentini skulu brúkast, so liggur um tey 15 prosentini. Atli Gregersen, Víkingur Liðskiparin er sjálvskrivaður á liðnum. Hann er byrjaður nógv­ar av teimum seinastu dyst­unum. Avrikini við Víkingi hava ikki verið sannførandi og Vík­ingur hevur tað eitt sindur tor­ført í ár. Stóri spurningurin við Atla Gregersen er, hvør skal spæla undir liðini á honum, nú bæði Sonni Ragnar Nattestad og Odmar Færø eru skaddir. Alt bendir á, at Atli Greger­ sen verður á vøllinum frá byrjan til báðar dystirnar. Andrias H. Eriksen, B36 Kom við upp á avboðið hjá Odmari Færø. Hevur verið runda­num landsliðshópin fyrr. Avrikini í føroysku lands­kapp­ ingini hava verið sannførandi í ár. Hann er ikki av størstu monn­um, men leggur nógv fyri í krops­l­igu venjingini. Tað er ein møguleiki fyri, at Andrias fær debut á landsliðnum, men tað krev­ ur nokk at Føroyar spæla við fimm í verjuni í Spania, og Heini Vatnsdal ella Rógvi Bald­ vins­son mugu sita uttanfyri. Helst eru teir frammanfyri í kø’ini. Viljormur Davidsen, Velja BK (Danmark) Eftir eitt spennandi kapp­ingar­ár í Superliguni, so er Viljormur Davidsen at finna í næstbestu deildini aftur. Har hevur hann eisini havt nakrar avbjóðingar við at koma á liðið, eftir eina mis­javna byrjan. Alt bendir á, at vinstri bakk­ urin verður at síggja frá byrjan til báðar dystirnar. Møguliga verður hann vongbakkur í Spania, um Lars Olsen velur at spæla við trimum í miðverjuni. Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Norra) Hevur havt eitt avbjóðandi tíðar­skeið í Brann. Hann hevur fyri tað mesta verið útskiftari og tað hevur verið upp á tal, at hann skal skifta til Tromsø í norður­norra. Spældi tó frá byrjan, tá Brann um vikuskiftið vann 3-1 á Lillestrøm. Tvøra­ mað­urin skoraði eisini triðja mál­ið hjá Brann. Gilli hevur vunnið sær fast pláss á høgra bakkinum á landsliðnum. Tað tykist sann­ FÓTBÓLTUR Støðumeting av landsliðnum: Føroyska landsliðið skal seinni í vikuni spæla móti Svøríki og Spania í EM-undankappingini. Sosialurin hevur hugt eftir hvørjum einstøkum spælara, og gongdini í felagnum í seinastuni. Eisini verður mett um møguleikarnar at spæla OKKURT ER GOTT – OKKURT ER MINNI GOTT