Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 101 FÓTBÓLTUR líkt, at Gilli spælir allar minut­t­irnar hesar komandi lands­dystirnar. Hørður Askham, HB Tórshavn Spælir í løtuni fast á høgra bakki hjá HB, eftir eina avbjóða fyrru hálvu, har hann millum ann­að spældi á miðjuni. Hevur tikið seg fram fyri hvønn dyst og er ótrúliga væl fyri krops­ liga. Hann er úttikin sum eyka­ maður hjá Gilla Rólantssyni á høgra bakki, men kann eisini spæla í miðverjuni og á miðju­ ni. Verða avbjóðingar við mann­ingini, so er væl møguligt at Lars Olsen sær stórt í Hørði Askham, sum hevur bæði hædd og styrki. Magnus Egilsson, HB Tórshavn Avrikini hava verið eitt sindur mis­jøvn hetta kappingarárið, ser­liga tá hugsað verður um farna kappingarár. Hann spælir allar minuttirnar hjá HB, har hann er ein týdningarmilkur spæl­ari. Er inni sum eykamaður hjá Viljormi Davidsen til vinstra bakkin. Er Viljormur tøk­ur og klárar, so er ivasamt um Magnus fær sínar fyrst minutt­ ir. Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark) Spælir fast í miðverjuni hjá Fremas Amager í næstbestu deild­ini, har hann júst hevur rundað hundrað dystir fyri felagið. Er væl lýddur í felag­ num og hevur fyrr sagt, at hann trívist best sum miðverji. Tað er eitt pláss í miðverjuni upp á spæl til komandi dyst­ ir­nar, tí bæði Odmar Færø og Sonni Ragnar Nattestad eru skadd­ir. Her er heini Vatnsdal besta boðið saman við Rógva Bald­vins­son. Onkur ábending er um, at Rógvi Baldvinsson hevur munin í løtuni til dystin móti Svøríki. Heini hevur eisini spælt á verjukenda mið­vølli­ num, men har eru ábend­ing­ar um, at René Shaki Joensen fær plássið. Tí er líkt til, at Heini Vatns­ dal er tætt upp á liðið, men møgu­liga er 12. maðurin. Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra) Spælir fast í triðjbestu deildini í Norra, har Bryne liggur mitt á stiga­talvuni eftir 18 umfør. Lars Olsen hevur fleiri ferðir sett sítt álit á føroyingin í Bryne, hóast liðið spælir í triðjbestu deild­ini. Okkurt bendir á, at hann kemur at spæla undir liðini á Atla Gregersen móti Svøríki. Tað er líkt til, at Rógvi Bald­ vinsson fer at fáa álit, men spurn­ing­urin er um tað røkkur til tveir fullar dystir. Rene Shaki Joensen, HB Tórshavn Hevur í summar skift til HB, har hann hevði tað trupult at byrja við orsaka av skaðum. Hann hevur nú spælt seinastu dyst­ir­nar frá byrjan og tað hevur Lars Olsen lagt til merkis. René hevur verið ein góður maður fyri landsliðið, men í seinastu­ni hava avrikini verið mis­jøvn á landsliðnum. Hann fær minst ein dyst frá byrjan og eitt sindur afturat. Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark) Er nýggjur liðskipari í AC Hor­ sens, har hann er ein týdn­ingar­ mikil spælari. Spælir at kalla allar minuttirnar og skuldi verið væl fyri. Tað er einki at ivast í, at Hallur Hansson er mill­um fyrstu nøvnini á talvuni hjá Lars Olsen til bæði dystin móti Svøríki og móti Spania. Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (Ísland) Hevur havt eitt gott kapp­ ingar­ár hjá FH, har hann í fleiri førum hevur verið av­ger­andi við góðum skotum. Skál­vík­ing­ ur­in er væl fyri og spældi eisini væl móti bæði Spania og Norra í farna landsliðsumfari. Brandur Hendriksson er sjálv­skrivaður á miðjuni. Spurn­ing­urin verður bara um hann spælir á framrættaða mið­vølli­num, ella mitt á miðjuni, har hann kann skipa spæl­ið. Árni Frederiksberg, B36 Tórshavn Er aftur í ár millum bestu spæl­ ar­ar­nar í føroyskum kapping­ ini. Sjálvt um hann og Klæmint A. Olsen eru farnir frá hvørjum øðrum, so spæla teir eins væl. Árni og B36 liggja í løtuni á fyrsta plássi. Lars Olsen sær eina stóra stjørnu í Árna, sum hevur eitt fram­úr innlegg. Okkurt bendir á, at vongurin fær minst ein dyst frá byrjan á hesum sinni. Sølvi Vatnhamar, Víkingur Hevur eitt beint undir miðal kapp­ingarár við Víkingi, sum ligg­ur á fimta plássi. Hann hevur verið óheppin við skað­ um seinastu tvey árini, men spælir nú regluliga. Hann hevur verið fyrstaval á høgra vongi seinastu árini, men tá skaðarnir hava gjørt um seg hevur millum annað Kaj Leo í Bartalsstovu eisini avloyst. Tað kundi bent á, at Sølvi ikki spælir báðar dystirnar á tamb, men byrjar móti Svøríki. Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík Er í helt við enn eitt gott kapp­ ingarár í KÍ, har hann skjýtur av­gerandi mál. Hann er nevnd­ ur sum, ið kann kom inn til sínar fyrstu minuttir ein av kom­andi landsdystunum, men hann er í harðari kapping við eitt nú spælarar, ið liva av at spæla fótbólt. Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland) Er eitt sindur inni og úti av lið­num hjá Vali, sum vann ís­ lendska meistaraheitið í fjør. Liðið er nógv broytt í ár, og tað hava verið fleiri broytingar í leypi av árinum. Tað hevur eisini merkt gøtumannin. Í mun til eginleikarnar við ein­um bólti, so hevur Kaj Leo minstu stjørnuna hjá Lars Ol­ sen. Hann er fleiri ferðir valdur frá. Støðan er nokk óbroytt til hesar landsdystirnar og Kaj Leo fær í besta føri tvey inn­ hopp. Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (Norra) Byrjaði við at spæla onkran dyst frá byrjan í norsku kapp­ ing­ini, men hevur nú sitið uttan­fyri nakrar dystir. Hann er ein spælari í framgongd og hann mennist óiva av at spæla fulla­tíð í Norra. Hann er í spæl um plássið á vinstra vongi og helst eitt gott boð upp á ein innhoppara hós­ kvøldið. Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland) Stóra stjørnan á føroyska lands­liðnum er við aftur. Hann spælir fast hjá Arminia Biele­ feld, har hann skiftist mill­um miðvøllin og vongin. Hann er blivin ein týðandi spælari á liðnum og fær álit frá venjara­ num. Tað er ongin ivi um, at Jóan Símun Edmundsson spælir báð­ar dystirnar frá byrjan í álopi­num. Lars Olsen hevur tosað um, at hann kann flytast á vongin, men tað verður helst í álopinum. Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík Toppskjúttin í føroyskum fót­ bólti er glóðheitur í løtuni. Hann skorar mál í hvørjum dysti og fekk seinast sítt fyrsta mál á landsliðnum. Hann spæl­ di eisini væl móti Norra, har hann vísti álopsspæl á altjóða stigi. Lars Olsen hevur givið hon­um fleiri møguleikar og tað er ikki ósannlíkt, at hann verður skiftur inn. Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík Byrjaði hetta kappingarárið við fleiri góðum avrikum, men tað er ikki blivið til so nógv mál. Hann er ein buldribassi, sum lands­liðsvenjarin kann skifta inn seinastu løtuna. Er nokk aftanfyri Klæmint A. Olsen í rekkju­ni. Fær kanska eitt innhopp.