Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 101 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Føroyar-Svøríki: Tróndur Arge – Tórsvøllur Sólin skínur á meginpartin av vøllinum á Tórsvølli, tá føroysku landsliðsspælarar fyrrapartin týsdagin koma til venjing. Sjónvarpið eru skjótir at fara avstað við “týskaranum” á landsliðnum, Jóan Símun Edmundsson. Hann spælir avbera væl í Arminia Bielefeld fyri tíð­ ina. Hann smílist og tykist ikki leggja í áhugan frá fjøl­ miðlunum. Løtu seinni er tað Sosialurin, ið fær orðið á tofta­ mannin, sum ikki hevur spælt á landsliðnum síðani Før­ oyar spældi 1-1 móti Kosovo í Nations League tann 14. sep­ tem­ber í fjør. -Eg havi saknað at verða á lands­liðnum og vera saman við lands­liðsspælarunum. Eg eri eitt sindur slitin frá dystunum við Arminia, men eg gleði meg, sigur Jóan Símun Edmundsson. Eisini Gunnar Nielsen er tøkur aftur á landsliðnum, eftir at hann í mai mánaði breyt eitt bein í hondini. Síðani hevur hann mist plássið í FH, men er til reiðar at vinna plássið aftur á landsliðnum. -Eg fyrireiki meg sum um at eg skal spæla. Tað er ongin loyna at eg vil spæla, men eg havi eisini verið partur av yrkis­fótbólti nóg leingi til at vita, at hetta kann hendan, sig­ u­r Gunnar Nielsen. Lars Olsen, landsliðsvenjari, er punktligur og til tíðir ótolin. Tó upp á tann stuttliga mátan, so leingi fólk virða tað. Hann gevur tekin um, at nú er nokk tosað og venjing skal í gongd. Á slagnum 10.30. Síðani tekur Jóannes Jakobsen, sum hjálparvenjari, yvir. Lars Olsen tosar fegin við fjøl­miðlarniar, eftir at venj­ ingin er byrjað. -Eg havi eina mynd av hvussu liðið kemur at síggja út, men nú mugu vit fyrst síggja hvussu venjingarnar ganga. Eg kann siga so mikið sum, at vit fara at spæla 4-4-1-1, sigur Lars Ol­sen. Seinni í venjingini koma nakrar ábendingar um hvussu liðið fer at síggja út hóskvøldið. Ábendingar um byrjunaruppstillingina Tað er kapping um fleiri av pláss­unum. Sonni Ragnar Natte­stad og Odmar Færø eru ikki við vegna skaða, meðan Gunn­ar Nielsen og Jóan Símun Ed­mundsson eru tøkir aftur. Fyrsta ábendingin til venj­ ingina er, at Rógvi Bald­vins­son verður í miðverjuni saman við Atla Gregersen, meðan René Shaki Joensen verður á mið­ vøllinum saman við Brandi Hendrikssyni. Síðani verður Hallur Hansson frammanfyri. Lars Olsen hevur leingi hildið fast í Sølva Vatnhamar sum høgra vong, meðan tað hevur verið meiri skiftandi á vinstra vongi. Her eru fyrstu ábendingarnar, at Árni Frederiks­berg spælir móti Svøríki. Venjingin gav onga ábending um hvør verður í mál, men her tykist sannlíkt at Gunnar Niel­ sen hevur munin, um hann venur væl fram til dystin. Lars Olsen leggur tó dent á, at tað er kapping um plássini. Teitur M. Gests­son spældi móti Spania og Norra, har hann útmerkaði seg við góðum útspørkum. Har­til hevur Kristian Joensen víst stórform í málinum hjá KÍ í fleiri dystum. Millum annað í Luzern í Europa League. Fótbóltssambandið við Svøríki Føroyskur fótbóltur hevur eitt søguríkt fótbóltssamband við flestu norðurlondini. Eitt nú við Danmark, Norra og Ísland. Heldur løgna undantakið er Svøríki. Hóast talan er um eina granna­tjóð, so hava bara tríggir før­oyskir spælarar verið í svenskum fótbólti, meðan talið av svenskarum í føroyskum fót­bólti er lítið í mun til áður­ nevndu norðurlondini. Finnur Justinussen spældi eitt stutt tíðarskeið í 2013 við Jön­köpings Södra, men tað bleiv bara til tríggjar dystir. Síðani skulu vit heilt aftur til 1981, tá Ábraham Løkin og John Janskor spældu við Sleipnir IF. Tað hava bara verið fýra svenskir spælarar í føroyskum fótbólti, sambært yvirlitunum hjá Faroesoccer. Bara Ken Fager­berg hevur spælt longri enn eitt hálvt kappingarár. Fimm svenskir venjarar hava verið í Føroyum. Vit skulu aftur til 1979, fyri finna eina venjara, ið veruliga setti dags­skrá í føroyskum fótbólti, tá Ronny Geson Gunnarsson vann FM við ÍF. Tað er einastu ferð, at ÍF hevur vunnið FM. Ein spælari, sum tó gongur aftur í landsliðssøguni millum londini, er ongin minni enn Zlatan Ibrahimovic. Føroyar og Svøríki hava spælt tríggjar innanhýsis A-landsdystir, og hvørja ferð hevur Zlatan Ibrahimovic verið yvirskriftin. Føroyar og Zlatan Fyrsti landsdysturin hjá Zlatan Ibrahimovic var í 2001 móti Før­oyum í Tipshallen, sum ligg­ur í Växjö. Dysturin var ein partur av NM-kappingini við A-landsliðum, sum tó ikki yvir­ livdi frumframførsluna. Zlatan Ibrahimovic var tá 19 ára gamal og spældi við Malmö FF. Dysturin endaði við málleysum javnleiki. Ungi Zlatan vann sviium eitt brots­ spark móti dystarenda, men Jákup Mikkelsen bjargaði skoti­num hjá Markusi Johannes­son. Føroyar komu í bólk saman við Svøríki til HM 2014 undankappingina. Í øðr­um umfari spældu liðini á Tórs­ vølli. Hetta var fyrsti heima­ dysturin hjá Lars Olsen sum landsliðsvenjara. Føroyar komu á odda 1-0 við máli, sum Rógvi Baldvinsson skoraði. Men í seinna hálvleiki traðkaði Zlatan Ibrahimovic til. Hann legði upp til eitt og skoraði avgerandi málið til 2-1. Stóra søgan var, at hann og Fróði Benja­minsen fóru til hendurs í hálv­leikinum. Í returdystinum á Friends Arena í Stokkhólmi var Zlatan aftur upp á spæl. Hann skuldi helst verið útvístur, men end­ aði við at skjóta bæði málini í 2-0 sigrinum. Eftir dystin helt hann fyri, at føroysku spælar­ arnir grenjaðu ov illa. Tríggir føroyingar í svenskum fótbólti Ábraham Løkin, John Janskor og Finnur Justinussen eru ein­ astu føroyingarnir, sum vit hava klárað at uppsporað, í svenskum fótbólti. Ábraham Løk­in og John Janskor spældu í 1981 við Sleipnir IF, sum tá spældi í næstbestu deildini. -Tað var fyrrverandi ÍF- Føroyska landsliðið skal hóskvøldið spæla móti Svøríki i EM-undankappingini. Seinast vit møttu Svøríki taptu vit 2-1 á Tórsvølli og 2-0 á Friends Arena. Avgerandi spælarin var Zlatan Ibrahimovic, men hann er ikki við longur Vit gita: Føroyar (4-4-1-1) Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson, Árni Frederiksberg – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson Svenskir spælarar í Føroyum: Ken Göran Fagerberg (07 Vestur og TB, 2017-) Petter Johannes Björlund (07 Vestur, 2017) Rasmus Fred Christer Andersson (Skála, 2016) Håkan Lundholm (B36, 2000) Svenskir venjarar í Føroyum: Glenn Ståhl (TB/FCS/Royn, 2018) Kenneth Rosén (B68, 1990) Per Olov Andersson (Pelle, B36, 2000) Ronny Geson Gunnarsson (ÍF 1979 og 1980) Stefan Hansson (B71, 2018) SVENSK VITJAN – MEN NÚ UTTAN ZLATAN