týsdagur 3. september 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 101
FÓTBÓLTUR
venjarin,
Ronny
Geson
Gunnarsson, sum tók okkum
við til Svøríki. Vit kláraðu
báðir at spæla okkum á liðið.
John var góður høgri bakkur.
Sjálvur fekk eg ein keðiligan
skaða í fótliðið, sum gjørdi at
eg fór heima aftur sama árið,
fortelur Ábraham Løkin.
Finnur Justinussen spældi
eitt stutt tíðarskeið í 2013 við
Jönköpings Södra. Ein upp
living, sum hann minnist væl.
- Eg var í fleiri førum frá
2009 til 2011 til royndarvenjing
í Svøríki. Í 2011 fekk eg sáttmála
við Jönköpings Södra IF. Men
eftir eitt turbulent ár við
venjaraskiftið og skaðum, valdi
eg at venda heimaftur. Tað
var eitt stuttligt og mennandi
upplivilsi, har eg sum ungur
spælari kom ígjøgnum nógvar
avbjóðingar,
sigur
Finnur
Justinussen.
Hann veit ikki hví fleiri
spælarar ikki hava verið í
Svøríki, tá tað nú liggur so nær.
-Eg havi torført við at geva
eitt boð um hví. Fótbólturin er
á einum góðum stigi, har flest
øll liðini í teimum ovaru deild
unum hava eitt fulltíðar setup.
Eg haldi avgjørt, at tað er eitt
áhugavert land at spæla fótbólt
í. Kanska fara vit at fáa eyguni
upp fyri teimum svensku
deildunum,
og
fáa
fleiri
føroyingar at fara handavegin,
sigur Finnur Justinussen.
Fimm svenskir venjarar
Ronny Geson Gunnarsson er
nærmast halgimenni í Fugla
firði. Hann var venjari hjá ÍF í
1979 og 1980. ÍF vann í 1979 ein
asta meistaraheitið í søguni hjá
felagnum.
-Vit sóu upp til Ronny, sum
sjálvt um hann bara var mitt
í tjúgunum tá. Hann var ein
stórur og litríkur persónur,
sum fekk okkum at venja nógv.
Eitt nú vandu vit hvønn sunnu
morgun áðrenn dyst. Eg minn
ist tað eisini sum, at vit vunnu
fleiri av dystunum móti enda
num. Ronny átti stóran lut í
meistaraheitinum,
fortelur
Ábraham Løkin.
Aðrir
svenskir
venjarar
hava ikki sett so stóran dám
á føroyskan fótbólt. Kenneth
Rosén var eitt skifti í 1990
venjari hjá B68. Tíggju ár seinni
kom Per Olov Andersson, eisini
nevndur Pelle, til B36. Hann
bleiv koyrdur miðskeiðis í
árinum, eftir at B36 tapti 2-4 á
heimavølli móti B71.
Sandoyingar eru í dag at
finna í næstbestu deildini. Teir
royndi
seg
eitt
stutt
skifti
í
fjør
við
S t e f a n i
Hansson
við róðrið,
men eftir
fimm
tap
í sjey dyst
um
endaði
samstarvið har
eisini.
Glenn Ståhl var
eisin venjari í føroyskum
fótbólti í fjør. Hann fekk
avbjóðandi uppgávuna at venja
felagsliðið TB/FCS/Royn. Tað
kom hann væl frá og úrslitini
vóru eftir umstøðunum góð.
Hann er farin aftur til Svøríki,
men tað var ikki heilt uttan
áhuga frá føroyskum feløgum.
Ken er drúgvastur
Bara fýra svenskir spælarar
hava verið í føroyskum fótbólti.
Fyrrnevndi venjarin hjá B36,
Pelle,
hevði
landsmannin
Håkan Lundholm við sær.
Skjóti vongurin var væl lýddur
uttanfyri vøllin, men avrikini á
vøllinum vóru heldur misjøvn.
Hansara seinasti dystur var
eisini 4-2 tapið móti B71.
Rasmus
Fred
Christer
Andersson spældi eitt hálvt ár
á Skála í 2016, og Petter Johan
nes Björlund tað sama fyri 07
Vestur í 2017.
Drúgvastur er Ken Fager
berg. Hann kom til 07 Vestur í
2017, og spælir enn í føroyskum
fótbólti. Hann skifti í summar
frá 07 Vestur til TB.
-Eg dugi ikki at siga hví so
fáar spælarar skifta millum
londini. Svenskur fótbóltur er
farin at líkjast meiri kropsliga
fótbóltinum, sum vit seta
saman við norskan fótbólti,
meðan norskur fóbóltur er
farin at líkjast svenskum fót
bólti, við meiri tekniskum
spæli. Tí kundi verið, at før
oyskir spælarar verða hægri
í metum í Svøríki í framtíðini,
sigur Ken Fagerberg.
Føroyar kunnu fáa stig
Svenskarin á Tvøroyri heldur,
at føroyska liðið kann fáa stig
móti Svøríki. Hann heldur
fyri, at svenska liðið er sterkt,
men tað eru avbjóðingar í
frammrættaða partinum av
spælinum. Uttan Zlatan Ibrahi
movic er ongin stjørna á lið
num.
-Svøríki hevur eitt gott
lið, men teir hava ikki hasa
stjørnuna longur. Eg vænti
at spælistílurin passar væl til
føroyska liðið. Teir spæla 4-4-2
og styrkin er í verjuspælinum,
men tak ikki feil, teir duga tað
væl, sigur Ken Fagerberg og
leggur afturat.
-Eg havi sæð nakar dystir hjá
føroyska landsliðnum. Svøríki
hevur eitt sterkari landslið,
men eg vænti at tit kunnu
spæla fult upp við svenska
liðið. Svøríki spælir ikki nakran
av vøllinum. Um tit fáa mál
upp á tykkara møguleikar, so
síggi eg ein kjans fyri javneliki,
sigur Ken Fagerberg.
Hann leggur tó dent á, at
Svøríki er favorittur og skal
helst vinna dystin fyri at koma
víðari úr bólkinum.
-Eg ætli mær at koma til
dystin, men nú má eg fáa tað
at passa saman við bátinum.
Eg haldi sjálvandi við Svøríki
og hetta er ein týdningarmikil
dystur, um vit skulu koma
víðari, sigur Ken Fagerberg
smílandi.
Hann sigur at enda, at
svenskir miðlar hava víst dysti
num áhuga. Onkur teirra hava
verið í Føroyum og gjørt inn
sløg í samband við dystin.
Nógvir dystir í Evropa
Longu í 1994 møtast føroysk
og svensk lið í Evropa. FM-
vinnararnir
úr
GÍ
spældu
móti Trelleborgs FF í UEFA
Cup. GÍ tapti 1-0 á heimavølli
og 3-2 á útivølli. Brøðurnir
Henning og Magni Janskor
skoraðu málini. GÍ spælir aftur
í 2000 móti svenskari mót
støðu. Tá er mótstøðuliðið
IFK Norrköping, sum vinnur
samanlagt samanlagt 4-1. Súni
Olsen skorar føroyska málið.
Í 1996 tapti B68 heili 5-1 móti
Djurgaardens IF á Råsunda
leikvøllinum í Intertoto Cup.
Aksel Højgaard skoraði málið.
Í 2007 tapti KÍ 3-1 samanlagt
móti Hammerby. Árið eftir
tapti HB 4-1 í Elfsborg, men
fekk málleysan javnleik í retur
dystinum.
Í Europa League í 2010 tapti
EB/Streymur fyrst 1-0 í Svøríki
móti Kalmar FF og síðani 3-0 á
Svangaskarði. Sama árið spældi
NSÍ móti Gelfe IF. NSÍ tapti 2-0
á heimavølli og 2-1 í Gävle.
Í 2011 spældi HB tveir spenn
andi dystir móti Malmö FF í
Champions League. Fyrri dyst
urin var í Svøríki, har Teitur M.
Gestsson vardi málið hjá HB
fyri fyrstu ferð. Hann spældi
ein branddyst, men HB tapti
2-0. Tað bleiv av álvara spenn
andi í returdystinum í Gunda
dali. Fróði Benjaminsen legði
HB á odda 1-0, men ikki fyrr
enn í yvirtíðini skoraði Malmö
FF málið, ið staðfesti víðari lut
tøkuna.
Seinast eitt føroyskt lið
spældi móti svenskari mót
støðu var í 2017, tá KÍ og AIK
Stokhólm møttust í Europa
League. Her megnaði KÍ at
spæla málleysan javnleik í
Gundadali, men tapti 5-0 í Stok
hólmi.
Hava ein kjans
Tað er ongin ivi um, at Svøríki
er favorittur at vinna dystin
hóskvøldið. Men tað eru eisini
fleiri – eins og Ken Fagerberg –
ið halda at vit hava ein kjans.
Bæði at fáa stig og at spæla upp
í móti Svøríki.
Teir spæla ikki eins skjót og
norska landsliðið, og tí eru eru
møguleikar fyri at føroyska
liðið klárar at standa ímóti í
eina tíð. Vit hava Jóan Símun
Edmundsson við okkum aftur,
meðan Brandur Hendriksson
er í toppform aftur.
Lars Olsen, landsliðsvenjari,
stóð fyrst ferð við róðrið til
eina heimadyst, tá Svøríki vitj
aði á Tórsvølli í oktober 2012. Tá
vann Svøríki 2-1, eftir at Rógvi
Baldvinsson hevði lagt Føroyar
á odda 1-0. Árið eftir vann
Svøríki 2-0 á Friends Arena í
Stokkhólmi í Svøríki.
Afturgangandi fyri báðar
dystirnar er, at Zlatan Ibrahi
movic vann dystirnar fyri
Svøríki. Hann skoraði saman
lagt trý av málunum, og legði
upp til tað fjórða.
-Tá var kenslan, at vit kundu
spæla upp í móti teimum. Nú
er ongin Zlatan Ibrahimovic, so
tað verður spennandi at síggja
hvat teir koma við hesaferð,
sigur Lars Olsen.
trondur@sosialurin.fo
Føroyar:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Kristian Joensen, KÍ Klaksvík
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Atli Gregersen, Víkingur
Andrias Eriksen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, Velja BK (Danmark)
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Norra)
Hørður Askham, HB Tórshavn
Magnus Egilsson, HB Tórshavn
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Rene Shaki Joensen, HB Tórshavn
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Árni Frederiksberg, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (Norra)
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík
Landsliðsradio á FM1:
FM1 ger nógv burturúr
landsdystinum móti Svøríki
hósdagin. Longu frá klokkan 10
fer at verða landsliðsdámur á FM1.
Serliga landsliðsfótbóltspanel
verður frá klokkan 15 til 17.
Síðani verður upptakt beinleiðis av
Tórsvølli frá klokkan 18. Dysturin
byrjar klokkan 19.45 og tá verður
beinleiðis frásøgn. Aftaná verður 3.
Hálvleikur við samanumtøkum og
samrøður úr Mixed-Zone.
Føroyskir spælarar í Svøríki:
Ábraham Løkin (Sleipnir IF, 1981)
John Janskor (Sleipnir IF, 1981)
Finnur Justinussen (Jönköpings Södra, 2013)