týsdagur 3. september 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NR. 101 • 4. SEPTEMBER 2019
10
Leif Sørensen í
Mentanarhúsinum
Í
nøkur ár hevur tað verið fastur táttur hjá fleiri
at fara út at eta eina gourmet máltið frá Leif
Sørensen á Mentanardøgunum. Leif hevur
havt pop-up matstovu á ymiskum, forkunnugum
støðum í Fuglafirði, har vitjandi hava fingið
høvi at royna eina spennandi matarskrá við
fleiri spennandi rættum. Hesi matstøðini hava
ofta verið smá og køksviðurskiftini eitt sindur
avbjóðandi fyri ein royndan kokk. Men í ár fer
Leif at hava eina meira óhátíðarliga kafé í
Mentanarhúsinum og fær góða køkin har at
dusa sær í. Upplatingartíðirnar hjá honum vera
væl longri, enn vit hava verið von við, og sostatt
fáa enn fleiri møguleikan at royna framúr góða
matin hjá Leif. Kaféin fer at bjóða eina meira
fjølbroytta matarskrá, sum kann gleða ein
stóran skara av gómum.
Leif byrjar longu hóskvøldið, tá fleiri leskiligir
nátturðarættir og salat verða at velja ímillum
fyri ein sámuligan prís. Hetta er eitt upplagt
kvøld hjá familjuni at taka sær av løttum í
hugnaligum kørmum, áðrenn Mentanardagarnir
av álvara byrja.
Fríggjadagin verður longu opið á døgurða
við góðum rættum at velja ímillum, so her er
upplagt hjá arbeiðsplássum at fara út at eta
saman ella hjá vinfólkum at hittast eina løtu.
Opið er allan dagin við góðum tilboðum, og um
kvøldið ber til at fáa sær eina tvey- ella trý-
rætta úrvalsmatarskrá áðrenn Eivør konsertina.
Leygardagin er kaféin opin allan dagin, og
byrjað verður við einum góðum brunch-borðið.
Seinnapartin er kaffi og køkur á skránni, og um
kvøldið er aftur ein góð tvey- ella trý-rætta
matarskrá.
Sunnudagin ber aftur til at fara út at eta ein
góðan døgurða við tveimum ella trimum rættum
ella at fáa kaffi og køku.
Av tí at matarlepin broytist hvønn dag, ber
til at eta hjá Leif fleiri ferðir og framvegis royna
okkurt nýtt.
Frá føðing til deyða
á Bókasavninum
Á
hugnaliga Bókasavninum í gamla skúl
anum frá 1882, sum liggur so tignarliga
við vegin millum bátahylin, miðstaðar
lundina og kirkjuna, plaga eisini at vera ymisk
mentanarlig tiltøk á Mentanardøgunum. Her ein
dokumentarfilmur um føðing fyrsta dagin og ein
blíð barnasøga um deyðan seinasta dagin.
Hósdagin kl. 18 kemur filmmakarin Ther
esa Jákupsdóttir á vitjan at vísa okkum doku
mentarfilmin Verkir. Filmurin er ein verkætlan
hjá henni og systurini, Karina Jákupsdóttir, um
gongdina í Føroyum frá teirri tíðini, tá tað at
eiga var ein privat hending, sum gekk fyri seg í
heiminum, og har jarðarmóðirin kom til kvinnuna
og ikki øvugt, til ta tíðina, tá tað gjørdist alt
meira vanligt at kvinnan fór á sjúkrahúsið at
eiga og vakthavandi jarðarmóðurin kom inn
á stovuna. Í dag sæst eitt vaksandi rák, har
kvinnur heldur vilja eiga heima aftur. Filmurin
er bygdur á samrøður við jarðarmøður, kvinnur
sum hava átt, lækna og pápa, umframt hagtøl.
Hetta er ein sera góður dokumentarfilmur, og
tað stuttliga er, at fleiri kvinnur úr Fuglafirði
eru við – bæði ein jarðarmóður, ein mamma við
nógvum børnum og ymiskum royndum við føð
ingum og ein ung mamma, sum valdið at eiga
næsta barnið heima. Avmarkað pláss er til sýn
ingina, men atgongumerki fáast á www.mh.fo
fyri kr. 70
Sunnudagin kl. 16 kemur rithøvundurin og
marionetteaturstjórin Rakel Helmsdal á gátt at
lesa úr nýggjastu søgu sínari, Loftar tú mær –
ein blíð søga um deyðan. Bókin er ikki komin út
enn, men er farin til prentingar, so vit eru millum
tey fyrstu, sum fáa høvi at hoyra søguna og
at síggja framúr dragandi myndirnar. Rakel er
ótrúliga kreativ og hevur fantastiskt hugflog,
so hon hevur sjálv skapað figurarnar, sum vit
síggja á myndunum og alt umhvørvið, sum tær
búleikast í. Inniliga og nemandi søguløtan tekur
uml. 30-40 min., og hóskar seg til øll børn,
sum eru von at hoyra søgur, og teirra vaksnu.
Avmarkað pláss er til sýningina, men atgongu
merkið fáast á www.mh.fo fyri kr. 30