týsdagur 3. september 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NR. 101 • 4. SEPTEMBER 2019
12
Mergja konsertrøð
í Mentanarhúsinum
Eivør – Dupultkonsert:
Ingeborg Oktober og
T.O.S - Jacob Anderskov
F
ríggjadagin kl. 20.00 verður høvið at
uppliva eina heilt serliga standikonsert í
Mentanarhúsinum.
Tað er Eivør sum hevur lagt leiðina heim til
Føroya at framføra solokonsert. Seinastu árini
hevur Eivør í stóran mun framført við bólki, men
komandi hálvár fer hon í mestan mun at arbeiða
við at leggja seinastu hond á nýggja fløgu, ið
kemur út næsta ár, og harumframt hevur hon
valt at gera nakrar solokonsertir, bæði heima í
Føroyum og úti í heimi.
Fyrsta solokonsertin av trimum í Føroyum var
í juli á Maggies í Nólsoy. Kinna Poulsen ummælti
hesa konsertina m.a. soleiðis: “Tað eru ómetaliga
fá menniskju, sum klára at umsita og miðla so
stórar kenslur á so stórbæran og sannførandi
hátt, sum Eivør megnar. Tað ger hon við eini
rødd, sum ikki bara er eitt náttúrugivið sansaligt
fenomen eins og ein fossur onkran dýggjvátan
dag….. Tað var fantastiskt at uppliva. Bæði rør
andi og gleðiligt; hjartað stóð fleiri ferð til at
bresta av øllum kenslunum, sum tónleikaligi
autoriteturin vakti í okkum.
Leygarkvøldið kl. 20.00 verður dupultkonsert
í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við Bárði á
Lakjuni við sínum bólki T.O.S og norsku Ingeborg
Oktober. Konsertin er samskipa gjøgnum norð
urlendska livetónleikaátakið puls
Bólkurin T.O.S. varð stovnaður á vári í 2008
og hevur síðani luttikið sera nógvum tiltøkum,
konsertum, festivalum osfr.
Ljóðmyndin er ein festligur meldur av tón
leikaligum íblástri úr øllum ættum.
T.O.S. spælir mestsum bara egið tilfar, og
nærum allir tekstir eru á føroyskum máli.
6 fastir limir eru: Bárður á Lakjuni, Eiler
Hansen, Jógvan S. Sevdal, Jákup Heinesen,
John Eliassen og Jan Nónklett. T.O.S. byggir á
ta grundleggjandi fatanina, at í tónlistarliga
úttrykkinum skal alt vera loyvt – og tískil tykist
ljóðmyndin mangan stuttlig, yvirraskandi og
‘skeiv’. Tekstirnir viðgera ymisk evni, bæði tílíkt,
sum hevur við trúarlív at gera og annað, sum
kann fáa tankarnar í sving hjá flest øllum.
Ingeborg Oktober er norsk songkvinna og
sangskrivari. Á gittari ella við einari minimalist
iskari samanseting spælir hon pop, fólka og rock
tónleik. Løgini verða tíðum lýst sum fangandi og
vøkur, við tekstum sum avbjóða áhoyraran.
Hon hevði sína fyrstu konsert í 2010, og hev
ur hon síðani útgivið tvær plátur. Hon vann eina
Norwegian Grammy í 2019, og hevur framført
á festivalum sum Bylarm, Trondheim Calling,
Trænafestivalin og Artic Sounds.
Í sambandi við næstu útgávu sína hev
ur Ingeborg túrað kring heimin og navnframi
journalisturin Egon Holstad lýsti áhoyrarafjøld
ina sum sitandi á kantinum á setrinum, púra
kvirr, tá Ingeborg tosar og spælir, bara avbrotið
við ovurfegnum lógvabrestum ímillum løgini.
Sunnudagin kl. 17.00 er møguleiki fyri at
hoya verkið, sum varð tilnevnt tónlistavirðisløn
Norðurlandaráðsins í 2018. Hendan konsertin
er eisini skipa gjøgnum norðurlendska tónleika
live-átakið puls, sum Mentanarhúsið hevur verið
partur av í síðani tað byrjaði í 2017.
Resonance er skrivað av danska tónaskald
inum og tónleikaranum Jacob Anderskov. Jacob
er lýstur at vera “one of the most extraordinary
artists of contemporary music” (Jazz Podium,
Germany, May 2010). Millum nógvu virðislønir
hansara er m.a. ein Danish Music Award Jazz frá
2013, har hann vann sum besta jazz tónaskald
tað árið.
Íblásturin til verkið kom frá einum sitatið hjá
Miles Davis “Tú lurtar…. síðan spælir tú”.
Fyri at veruliga spæla saman við øðrum á ein
hátt, sum gevur meining, mást tú duga at lurta
eftir tí, sum er rundan um teg, samstundis sum
at tú mást vera tann, tú ert. Arbeiðshátturin hjá
bólkinum hjá Jacob Anderskov við trimum strúk
arum og Peter Bruun á trummum og slagverki er
ætlaður soleiðis, at hann skapar ta heilt røttu
samanrenningina, samstundis sum at samleikin
hjá hvørjum einstøkum tónleikara er varðveittur.
Við hesum verkinum er støðugt leitandi
tónaskaldið farið djúpari inn í ein heim av pulsi
og kenslum. Verkini skapa eina ljóðmynd, har
eginleikarnir hjá strúkarunum gerast ein totalt
integreraður partur av tónleikinum, heldur enn
at teir spæla ein serstakan leiklut, sum ofta
kemur fyri innan jazzin.
Hesin tónleikurin varð fyrr róptur “third
stream” í eini roynd at lýsa samanrenningina
ímillum evropeiskan kompositiónstónleik og
jazz – ein náttúrlig samanrenning, sum fleiri tó
hildu vera ómøguliga. Tíbetur er frástøðan ímill
um jazz og klassiskan tónleik støðugt minkað,
og teir tveir tónleikaheimirnir hava funnið ein
vakran hátt at liva saman. Resonance er eitt
fantastiskt dømi um júst hetta.
Ímeðan hann skrivaði verkið, doyði mæti jazz
tónleikarin Ornette Coleman, sum hevur verið
ein stórur íblástur hjá Jacob Anderskov. Tískil er
fyrsta verkið ein tulking av “What reason could
I give” hjá Coleman.
Atgongumerki til konsertirnar kunnu keypast
umvegis www.mh.fo
INGEBORG
OKTOBER
OG T. O.S.
7. SEP. 2019
KL.20.00
Í MENTANARHÚSINUM
KARVATOFTIR 5 – FUGLAFJØRÐUR
JACOB
ANDERSKOV
8. SEP. 2019
KL.17.00
Í MENTANARHÚSINUM
KARVATOFTIR 5 – FUGLAFJØRÐUR
EIVØR
6. SEP. 2019
KL.20.00
Í MENTANARHÚSINUM
KARVATOFTIR 5 – FUGLAFJØRÐUR