Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NR. 101 • 4. SEPTEMBER 2019 14 Hans Andrias í svimjihøllini L eygarkvøldið 7. september kl. 22.30 verð­ur eins og undanfarin ár, konsert í svimji­høllini. Hesa ferð verður tað Hans Andrias sum saman við Torleik Mortensen fara at framføra við16m langa svimjhylin í blágyltu, høll­ini í Fuglafjarðar skúla. Hans Andrias hevur sínar røtur í tón­leik­ara­ lív­inum í Klaksvík. Sum einstaklingur fekk hann í 2012 Planet Awards heiðurin sum “Ársins nýggi einstaklingur. og seinni til FMA 2017 vann hann “Áhoyraravirðislønina” og var tilnevndur til “Ársins sangara”. Eftir hansara fyrstu fløguútgávu, sum kom út síðst í 2017, hevur hann spælt eina rúgvu av konsertum runt í Føroyum og uttanlanda. m.a. so hevur hann túrað í Russlandi, Póllandi, Sveis, Danmark o.s.fr. Hann hevur júst útgivið vakra lagið “Burt í minnunum”, sum er fyrsta staklagið av tí kom­ andi fløguútgávuni. Tónleikurin kann bólkast í soul/folk/americ­ ana sjangruna og løgini leiða tankarnar til sterk­ ar kenslur og myrkar søgur. Piddasahandil og Ribarhús G amli handilin í býnum, Piddasahandil, er í dag ein hugnaligur og virkin heima­ virkis­handil, við alskyns spennandi og øðr­vísi heimavirkaðum vørum. Við síðunar av handl­inum er Gallarí Ribarhús, sum hýsir góðum fram­sýningum, men eisini tónleikatiltøkum, fyrilestrum og øðrum. Mentanardagarnar verður ymiskt virksemi eisini í Ribarhúsi. Handilin er longri opin hesar dag­arnar, og uppi á loftinum er møguligt at seyma sær eina endurnýtslutasku, so fólk kunnu vera við til at verja umhvørvið og minka um plastnýtsluna. Fuglfirðingar hava latið gott toy og pløgg inn til hesa verkætlan, og fleiri hava longu tikið av avbjóðingini og hava seymað sær sjálvum eina tasku, og nakrar eru eisini seymaðar til frama fyri ‘Í menniskjum góður tokki’. Gallaríið skipar fyri einari listaframsýning við navnframa føroyavininum Poul Horsdal (1936- 81), sum fer at hanga uppi á Mentanardøgunum. Ferniseringin verður hósdagin 5. sept. kl. 16. Ein hugnalig kafé verður eisini í Ribarhúsi á Mentanardøgunum – ommukøkur og abba­kopp­ ar. Her verður stórt sjálvtøkuborð við ‘gammel­ dags’ køkum í hugnaligum umhvørvið og við goml­um steintoyið. Her er upplagt at steðga á eina løtu, fáa sær ein góðan duss, hyggja at listini og spennandi úrvalinum annars, áðrenn tú fert víðari til næsta tiltak. Stórfingin konsert Í sambandi við Mentanardagarnar skipar Fugla­ fjarðar Sangkór í samstarvi við Fuglafjarða Kommunu fyri stórfingnari konsert í kirkjuni í Fuglafirði. Konsertin verður í Fuglafjarðar kirkju sunnukvøldið kl. 19.00 Dugnaligi enski organisturin og kórleiðarin Michael Bawtree fer at leiða okkum gjøgnum Krúningsmessuna í C-dur hjá W. A. Mozart. Til hetta høvið er eitt serligt kór samansett við sangarum serliga úr Fuglafjarðar Sangkóri um­framt úr allari Eysturoynni og Tórshavn. Orkestur við strúkarum og blásarum hevur fylgispæli. Michael Bawtree arbeiðir sum lærari og kór- og orkesturleiðari á konservatoriunum í Edin­burgh í dag. Hann ferðast nógv runt í allari verðini og hevur verkstovur. Við sær í skjáttuni hevur hann kend ensk verk, sum eisini verða framførd.