Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-03, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2019síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NR. 101 • 4. SEPTEMBER 2019 15 Regnskjólagøtan Á Mentanardøgunum er tað blivið eitt ”mást” at vilja hugnaligu regn­skjóla­gøt­ una. Eins og undanfarin ár, bjóða blíðu regn­skjólagøtufólkini ein kaffiduss úti undir regn­skjólunum, áðrenn Blátt Gras og felags­ sangur verður á skránni fríggjakvøldið. Regnskjólagøtan er løtt at finna, spáka bara ein túr frá Mentanarhúsinum við sjóvarmálan, og leita tær niðan gjøgnum Miðstaðarlundina, far fram­við Hjallskaféini, heingikoyggjunum, undir lit­føgru knútaholurnar og síðani víðari niðan gjøgn­um smølu brekkuna við litloftinum, so ert tú á regnskjólagøtuni. Leygardagin seinnapart fara Angela & Hanni­ bal og vælspælandi dreingjabólkurin, Jassarnir at vitja í gøtuni. Eisini verður vafflusøla, stuttlig spøl og annað á skránni.