Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 102 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Aftaná fýra ár sum lektari á Glasi hevur Bogi Bech Jensen sagt seg úr starvi Á løgtingsvalinum leygardagin vann andstøðan meirilutan á tingi. Tilsamans hava Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri 18 tingfólk Mánadagin fekk Bárður Nielsen samráðingarrættin frá løgtings­ formanninum. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkin samráðast um eina nýggja samgongu. Hotel Skálavík letur aftur í desember. Tað er eitt stórt bakkast fyri oynna, sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík Nýggjasta skipið í flotanum, Gitte Henning 1, ið Varðin hevur leigað, kom týsdagin til Føroyar Sunnudagin mótmæltu nólsoyingar vánaligu umstøðurnar á nólsoyarleiðini við at binda Ternuna Samráðingar MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt áskoðarar vóru komnir úr Svøríki til landsdystin 600 Sprotin: samráðing: tað at samráðast, tinging, eftir drúgvar samráðingar Bíðað verður í hesum døgum eftir úrslitinum av samgongusamráðingunum um eina nýggja samgongu. Aftaná løgtingsvalið fekk Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, samráðingarrættin og roynir í løtuni at fáa eina samgongu í lag millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Soleiðis broytist alt: 1919: nólsoyingar taka nátar. 2019: nólsoyingar taka Ternuna Tað er ein uggi at einasta kvinnan í Fólkaflokkinum eitur sum ein bilur. Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest turt og sól í løtum. Hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av norði, ið snarar í ein útsynning, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og fyri tað mesta klárt. Hitin millum 2 og 8 stig.   Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Yvirskýggjað og támut við regn. Hitin millum 12 og 13 stig. Um náttina minkar hann um vindin til lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 metrar um sekundið. Skíggjað og regn. Hitin millum 6 og 10 stig. Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, ið út á dagin snarar í ein sunnan og veksur hann um vindin til andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Fyrst turt og sól, men seinni skíggjað og um kvøldið fer møguliga at regna. Hitin millum 10 og 13 stig. 5-10 m/s 8-13 m/s Summi vóru glað, meðan onnur vóru meira múlatrútin, tá ið úrslitið av løgtingsvalinum var greitt leygarkvøldið. Nógv høvdu spent seg hart fyri og brúkt nógva orku uppá at verða vald til komandi valskeið. Hjá summum eydnaðist íløgan, meðan onnur máttu ásanna, at tað er ikki nóg mikið at gera seg sjónligan – tann vøran ein hevur at selja skal eisini vera ein vøra, sum veljarin vil hava. Borgarligu Føroyar vunnu valið og Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin royna í hesum tímum at finna eitt grundarlag, teir kunnu skipa eina nýggja samgognu á. Ongin sigur at tað er lætt, men verður hugt eftir øðrum møguleikum, so tykist ongin av teimum at vera upplagdur. Men Bárður á Steig Nielsen, samgonguleiðari, hevur nakrar dagar enn at royna at finna ein felags leist fyri teir tríggjar flokkarnar. Ája! Valið er farið afturum bak og vit eru komin inn í september. Tað plagar at hava við sær, at føroyska samfelagið aftur fer upp í fulla ferð. Byggivinnan arbeiðir framvegis við fullari ferð og tað sigst at vera millum 1000 og 1500 útlendskir handverkarar í Føroyum og arbeiða í hesum døgum. Stóru almennu íløgurnar eru í gongd, men summar eru komnar á mál. Glasir við øllum tí, sum har hongur uppi í, virkar og næmingarnir verða undirvístir har. Landssjúkrahúsið er í gongd við fullari ferð og tað sama er tunnilsarbeiðið – bæði í Eysturoyartunnlinum og í Sandoyartunlinum. Í tinginum liggur eitt uppskot um at byggja nýtt barnaheim og editt annað um vardar íbúðir. Spurningurin er um nýggja tingið fer at seta hesi byggjaríini í gongd. Hyggja vit at kommununum og SEV so verða nógvar íløgur gjødar har, so ferðin er nógv. Ája! Havhestatíðin er nú og um ein mánaða er fjallgongan í hæddini. Hetta eru ting, sum sermerkja Føroyar. Neyvan nakrastaðni í heiminum eru so nógv fólk, sum fáast við fuglaveiðu og seyðahald, sum her hjá okkum. Summi halda sikkurt, at hetta er bygdasligt, men hetta er nakað, sum í alstóran mun er partur av føroyska gerandisdegnum. Vit vita, at føðin er ikki nakað, sum bert kemujr úr kølidiskinum í Bónus ella Keypsamtøkuni. Føðin kemur frá djórum, sum fyrst verða passað og síðan dripin so vit kunnu eta tey. Sama er við grindini. Hetta er ein súklus, sum vit kenna út og inn og vit vita at hetta skal til fyri at fáa mat til okkum mongu, sum búgva her á foldum. Ája! Nú eg skrivi hesar reglur hevur landsdysturin millum Føroyar og Svøríki ikki verið, men eg gleði meg til ein spennandi dyst á Tórsvølli. Vónandi fáa vit eitt gott úrslit. Ája!S Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At Kristin Michelsen er fyrsti sjálvstýrismaður, ið er valdur í Suðuroynni í 83 ár? 3-8 m/s