hósdagur 5. september 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 102
5
JOHNSIGURD, BOGI OG SIGRÚN
GEVAST Í DEGI OG VIKU
Broytingar í Kring
varpinum hava við
sær, at kendu vert
irnir gevast í Degi
og Viku
EIRIKUR LINDENSKOV
Sigrún Brend hevði sína seinastu
Deg og Viku sending sum vertur
síðsta fríggjadag. Og í næstum
gevast eisini Johnsigurd Jo
hannesen og Bogi Godtfred sum
vertir í Degi og Viku hjá Kring
vapinum.
Orsøkin er broytingar á Aku
eltdeidlini í Kringvaprinum. Og
ein tann størsta broytingin er í
Degi & Viku og í sendingini mill
um klokkan 17 og 18 týsdag til
hósdag í útvaprinum.
Broytingin við Degi & Viku
gongur millum annað út uppá,
at tey skulu fara meira í dýpdina
og viðgera ávís evni breiðari,
meðan onnur tíðindi verða
nevnd í stuttum. Eisini skulu tey
hvørt kvøld hava gest í studio.
Fleiri tíðindi og hvønn dag
kring landið
– Umframt at vit skipa sjálva
Deg & Viku sendingina øðrvísi,
so fara vit eisini at hava eitt
ferðalið, sum skal ferðast kring
landið alla vikuna og gera inn
sløg til Deg & Viku, sigur Georg
L. Petersen, tíðindaleiðari í
Kringvarpinum.
Hann sigur, at tíðindasend
ingin í sjónvarpinum verður
skipað við nøkrum styttri søgum
fyrst. Síðani verður sjálvur bul
urin í sendingini upp á einar 10
minuttir, har eitt stórt evni verð
ur tikið upp, sum farið verður
meira í dýpdina við.
– Tað minnir kanska eitt sind
ur um Deadline hjá DR. Vit fara
at konfrontera, analýsera og per
spektivera í nógv størri mun enn
higartil, sigur Georg L. Petersen.
Í ferðaliðnum verða eitt tíð
indafólk og eitt myndafólk, sum
í serinnrættaðum bili við útgerð
at redigera við, fara at koyra
kring landið. Farið verður avstað
mánamorgun, og ferðaliðið skal
ikki inn aftur á matrikulin hjá
Kringvarpinum fyrr enn fríggja
dag. Øll innsløgini verða fram
leidd í bilinum og send Kring
varpinum.
– Hetta gera vit fyri at dekka
alt landið betur, sigur Georg L.
Petersen, sum leggur dent á, at
tað eru vanlig tíðindi kring
landið, sum tey skulu gera.
– Tað skal ikki vera so, at bara
tí at vit fara út um Havnina, so
gera vit okkurt um seyð. Tað
skulu vera ganska almindilig tíð
indi uttan fyri Havnina, sum vit
skulu dekka við ferðaliðnum,
sigur Georg L. Petersen.
Nýggir vertir í Degi & Viku
Nýggir vertir í Degi & Viku verða
Sólvit Nolsø, Elin Mirjamsdóttir,
og Heini Gaard.
Hóast Johnsigurd Johanne
sen, Sigrún Brend og Bogi Godt
fred gevast sum vertir í Degi &
Viku, halda tey fram á Aktuelt-
deildini hjá Kringvarpinum, har
tey fara at starvast sum tíðinda
fólk.
– Ja allir vertirnir í Degi &
Viku verða skiftir út, sigur Georg
L. Petersen.
– Beinta Løwe fór úr starvi
herfyri, og Johnsigurd Johanne
sen, Bogi Godtfred og Sigrún
Brend fingu í boði at halda fram
í nýggja leiklutinum sum vertir í
Degi & Viku, men tey valdu øll at
gevast, sigur Georg L. Petersen.
Og tað verður ein munandi
broyttur leiklutur hjá vertunum
í Degi & Viku.
– Øll sendingin verður borin
av vertinum, sum fer at standa
leysur á gólvinum. Hann fer ikki
at standa við eitt borð, sum vit
eru von við. Verturin verður eisi
ni redaktørur í sendingini, sigur
Georg L. Petersen.
Áður hevur tað verið so, at
sendingin hevur havt ein redak
tør, sum møtir klokkan 9 um
morgunin, og so ein vertur, sum
møtir klokkan 13. Nú verður
verturin eisini redaktørur, og
hann fær ein drúgvan arbeiðs
dag. Hann møtir klokkan 9 og
fer til hús eftir Deg & Viku
klokkan 20. Teir tríggir vertirnir
í Degi & Viku eru á vakt í eina
viku í senn.
– Hetta halda vit vera eina
betri loysn. Og so er verturin eis
ini betur ílatin til at hava gestir í
sendingini, sigur tíðindaleiðarin.
Umframt vertin, sum nú eis
ini verður redaktørur, hevur
hann ein samredaktør, sum eis
ini arbeiðir frá klokkan 9 til 20,
og tað verður hesin samverturin,
sum verður í oyranum hjá verti
num gjøgnum sendingina.
Nýtt studio – risastórur
led-skíggi
Í hesum døgum verður Dagur &
Vika ikki send úr vanliga studio
num. Tað er tí, at studio í løtuni
verður umbygt til nýggju útgáv
uni av tíðindasendingini í sjón
varpinum. Tí verður Dagur &
Vika send úr fyribilsstudionum,
sum varð gjørt til løgtingsvalið.
– Ein stór broyting verður, at
ein stórur led-skíggi, sum er ein
ar fimm metrar langur og tríggj
ar metrar høgur, verður aftan
fyri vertin, sigur Georg L. Peter
sen.
Verturin skal standa leysur á
gólvinum. So verður eitt borð í
øðrum endanum, har hann kann
standa og hava konfrontatións
samrøður, og í hinum endanum
á studionum verður eitt borð,
har tað ber til at sita og kjakast,
perspektivera og analýsera.
Og so alt eftir, hvat evnið er,
so gongur verturin aftur frá
borðinum.
– Jú, tað verður ein rímuliga
stór broyting, og leikluturin hjá
vertinum verður ein heilt annar
– og vit skulu ordiliga venja okk
um við, at tað vera nýggir vertir,
sigur Georg L. Petersen.
Meldurin í staði fyri
Radaran
Í útvarpinum verður tann broyt
ing, at sendingin Radarin miku
dag verður tikin av, og í staðin
kemur nýggj sending, nevnd
Meldurin, sum verður send í tím
anum millum 17 og 18 týsdag,
mikudag og hósdag.
– Endamálið við hesi sending
er at sleppa meira í dýpdina við
nøkrum fáum evnum, sigur Ge
org L. Petersen.
Redaktørar í Meldrinum vera
Jón Brian Hvidtfeldt, Brynhild
Thomsen og Marjun Dalsgaard.
Tey fara upp á skift at standa
fyri sendingini, men fara at ar
beiða saman við tíðindadeildini.
Dagur & Vika í nýggja ham
inum fer fyrstu ferði í luftina
mánakvøldið 30. september.
Sigrún Brend hevði sína
seianstu Deg & Viku sum
vertur síðsta fríggjakvøld
Eitt sindur um Johnsigurd
Johnsigurd Johannesen er av royndastu tíðindafólkum í Føroy
um. Hann hevur verið vertur í Degi & Viku síðani hann byrjaði í
nýstovnaða Sjónvarpi Føroya 1. januar í 1986 – í gott og væl 33 ár
hevur hann verið okkara Mr. News.
Fyri ta tíð var hann tíðindamaður í Útvarpi Føroya.
Johnsigurd Johannesen byrjaði sína yrkisleið sum tíðinda
maður á Sosialinum fyri 47 árum síðani – á sumri í 1972. Hann
var, saman við Jákup Nielsen í Havn (Jákup hjá Berg hjá Vála-
Jákup), fyrsta lønta blaðfólk á Sosialinum.
Mr. News Johnsigurd Johannesen hevur verið tíðindamaður síðani hann
byrjaði á Sosialinum á sumri í 1972. Seinastu góðu 33 árini hevur hann verið
vertur á flaggskipi Kringvarpsins, Degi & Viku