hósdagur 5. september 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 102
6
FRANTS JENSEN
N
ýggi hvalvíksprestur
hugsaði at gerast
elektrikari
ella
sølumaður.
Men
teir djúpu lívsspurningarnir
hugtóku hann meira, og hann
kom til niðurstøðuna, at við at
lesa gudfrøði, so kundi hann
seta seg meir inn í hesar spurn
ingarnar. Tað kristiliga fylti, men
at gerast prestur, var hann ikki
sannførdur um, fyrr enn hann
var næstan liðugur at lesa gud
frøði.
Avgerð tikin í Ísrael
Jákup E. Petersen var á bíbliu
skúla í Ísrael, tá ið hann tók av
gerð um at fara at lesa gudfrøði.
Hann hevði umhugsaði at gerast
elektrikari, men gavst eftir hálvt
ár á Tekniska skúla og tók
ístaðin Handilsskúlaútbúgving
á Kambsdali. Síðani arbeiddi
hann á timburhandlinum Borg í
Klaksvík í trý ár sum sølumaður.
Í 2008 var hann saman við
trimum vinmonnum farin á
bíbliuskúla í Tiberias í Ísrael
í fýra mánaðir. Hetta var ein
bíbliuskúli, sum Ordet & Israel
hevur. Tá varð avgerðin tikin.
– Eg hevði góða tíð at seta
meg djypri inn í Guds orð. Eg
prátaði eisini við onnur, og
hugsaði eisini, hvat eg skuldi
nýta mítt lív til. Tá valdi eg, at
eg skuldi fara at lesa gudfrøði.
Eg byrjaði at brenna fyri tí, sigur
Jákup Erlingsson Petersen.
Hann stóð í støðuni, at
hann hevði dumpað í týskum
á Handilsskúlanum, og hann
kannaði tí møguleikarnar at
taka tímar í týskum á Kambsdali.
Men samstundis hendi tað, at
krøvini at lesa gudfrøði vórðu
broytt, so at ikki var neyðugt at
hava týskt.
– Fyri meg er tað eitt sindur
pínligt, at eg ikki kann lesa teir
týsku gudfrøðingarnar, til dømis
Luther. Men eg eri glaður fyri, at
tað eru onnur, ið hava umsett frá
týskum til enskt og danskt, sigur
Jákup E. Petersen.
Týðandi við
trúargrundarlagi
Jákup E. Petersen hevur lisið
átta eitt hálvt ár tilsaman, og
hann hevur lisið á fýra ymisk
um støðum. Hann byrjaði á
Meinigheitsfakultetinum í År
hus, so á Dansk Bibel Institut í
Keypmannahavn, har hann tók
bachelor, síðani tók hann master
á Fjelhaug í Oslo, og at enda las
hann á Lærda Háskúlanum í
Keypmannahavn, haðani hann
hevur sítt endaliga prógv. Í
desember 2017 var hann liðugur
við pastoral lesnaðin.
Jákup E. Petersen byrjaði at
lesa á Meinigheitsfakultektinum
Árhus, men árið eftir flutti hann
til Keypmannahavn og byrjaði
at lesa á Dansk Bibel Institut.
– Eg vildi lesa á einum staði,
sum hevði ein sterkan profil, tá
ið tað ræður um, hvat er neyðugt
at nýta gudfrøðina til. Hon er
til fyri kirkju og missión. Tað
vil siga, at gudfrøðislesturin
er meira enn vitan, men vitan,
ið má umsetast til praksis, ella
sum kann liggja til grund fyri
tænastu í kirkjuni. Útbúgvingin
byggir á eitt trúargrundarlag, og
tað er týðandi fyri meg. At gud
frøðin er fræls gransking, men
við einum greiðum grundarstøði,
sigur Jákup E. Petersen.
– Øll hava sítt grundarstøði.
Tað er meira spurningurin, hvus
su klárur ein er, hvat grundar
støði er. Á teimum støðum, eg
las, upplivdi eg, at grundarstøðið
var sera greitt, hvørja grund vit
standa á, nevniliga at Bíblian er
Guds orð, givið við profetum og
ápostlum og at øll hava tørv á at
hoyra hetta orðið fyri at kenna
Gud, sigur Jákup E. Petersen.
– Eg havi alt tað eg minnist
verið áhugaður í bíbilskum
spurningum ella mínum spurn
ingum til Bíbliuna. Til dømis um
Bíblian er álítandi sum Guds
orð, og tað eri eg vorðin meira
sannførdur um gjøgnum árini.
Eg ynskti at koma at kenna tað
bíbilska universið betri, sigur
Jákup E. Petersen.
Gudfrøði ja – men prestur?
– Meðan eg las, varð eg ofta
spurdur, um eg fór at vera prest
ur. Tá segði eg, at eg visti ikki. Eg
hugsaði breitt og vildi ikki taka
avgerð ov tíðliga, hvat eg skuldi
gera. Gudfrøðisútbúgvingin
kundi nýtast til nógv, so eg var
eisini opin fyri øðrum møguleik
um. Eg tosaði við Gud um tað
og bað yvir tí, og gjøgnum tað
at liva saman við Gudi, so kundi
eg hava frið at eg visti ikki, hvat
útbúgvingin skuldi nýtast til,
sigur Jákup E. Petersen.
Hann var liðugur við master í
2015. Men tá var støðan tann, at
tey fingu Silas og konan, Gurið
Petersen, fór undir lesnað í tvey
ár, so ætlanin var ikki at flyta
heim. Tá valdi hann at taka tey
ískoytisfakini, sum vóru neyðug
fyri at gerast prestur.
– Lestrartíðin á Meinigheits
fakultetinum, Dansk Bibel Insti
tut, Fjelhaug og Lærda háskúla
num hava øll givið mær góðan
førning. Eg eri glaður fyri at
hava lisið á ymiskum skúlum, tí
at tað hevur hjálpt mær at skilja
ymiskar áskoðanir, sum fólk
kunnu hava. Men eg eri eisini
sera takksamur fyri, at stórur
partur av lestrartíðini hevur
verið á einum grundarlagi, ið
hevur álit á Bíbliuna sum Guðs
orð. Og ikki einans ein onnur
bók millum allar hinar, sigur
Jákup E. Petersen.
Um ein ynskir at gerast prest
ur í føroysku kirkjuni, so krevst
at hava nøkur onnur fak, enn tey,
sum eru á teimum støðunum,
har Jákup E. Petersen las.
Skipanin í Danmark er nokk so
løst, og møguleiki er ikki at seta
saman sítt egna skema, sum tað
er í øðrum londum.
– Eg hevði nú eina útbúgving,
men hon var ikki atgangsgevandi
til at gerast prestur í føroysku
fólkakirkjuni. Nú hugsaði eg
meir, um eg skuldi vera prestur.
Áðrenn eg fór at taka pastoral,
hevði eg avgjørt, at eg skuldi fara
prestavegin, sigur nýggi hval
víksprestur.
Ræddist at gerast prestur
Tað at gerast prestur var tó ikki
bara ein spennandi tanki.
– Eg ræddist eitt sindur tank
an um at gerast prestur. Eg helt,
at ein prestur skal kunna so
nógv ymiskt, at tað ljóðar av
ov nógvum. Fyri mær at síggja
var hetta ein ómøgulig upp
gáva. Myndin, eg hevði, var, at
tað verður væntað meira av
mær, enn eg megni, sigur nýggi
hvalvíksprestur.
So var eitt afturat, sum fekk
hann at hugsa djúpt.
– Tað at samskifta við fólk og
koma inn til fólk, eg ongantíð
hava tosað við fyrr, havi eg altíð
hildið verið eina av mínum veiku
síðum, sigur Jákup E. Petersen.
Tað gekk ikki long tíð eftir at
hann var útbúgvin, so fekk hann
avloysarastarv sum prestur
í Suðurstreymoyar vestara
prestagjaldi. Hann hevur síðani
avloyst sum prestur ymsastaðni
kring landið, millum annað í
Vestmanna, á Viðareiði og á Eiði.
Nú hann hevur roynt presta
starvið eina tíð, sær hann tað nú
meira sum eina sera spennandi
uppgávu.
– Eg eri broyttur. Hesa tíðina,
eg havi avloyst sum prestur, havi
eg fingið loyvi at koma runt og
møta nýggjum fólkum. Tað hev
ur verið ein framúr góður hátt
ur at byrja prestagerningin.
Bæði tað at møta nýggjum
menniskjum, at koma heim til
fólk og hava dópssamtalur og
NÝGGI HVALVÍKSPRESTUR:
DJYPRI INN Í DJÚPARU
SPURNINGARNAR
– Teir djúpu spurningarnir
hava altíð verið frammarlaga
í huganum hjá mær. Tað at
skilja lívið, hví vit eru her, hvat
vit skulu, hvør Gud er og skulu
vit liva ævigt, sigur Jákup
Erlingsson Petersen, nýggi
presturin í Norðstreymoyar
eystara prestagjaldi
Jákup Erlingsson Petersen, nýggjur prestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi
MYND: ÁLVUR HARALDSEN