hósdagur 5. september 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 102
7
annað er gevandi. Nú kennist
tað lættari at brenna fyri at fáa
relatiónir til fólk, sigur Jákup E.
Petersen.
Smákonfirmantar
og vitjanir
Nú Jákup E. Petersen byrjar sum
sóknarprestur er tað nakað heilt
annað enn tað at avloysa sum
prestur ymsastaðni kring landið.
– Eg havi søkt tey størvini,
ið hava verið lýst leys. Eg og
konan hava verið opin fyri at
fara har, tað verður pláss fyri
okkum. Vit vilja fegin takka
øllum kirkjuráðunum í presta
gjaldinum, at tey hava kallað
meg til tænastu. Vit kenna
ikki nógv fólk í Hvalvík ella í
prestagjaldinum, men nú gleða
vit okkum at møta teimum
og vónandi eisini fáa gott
samband bæði við kirkjuráð,
kirkjutænarar og alt fólkið í
prestagjaldinum, sigur Jákup
E. Petersen.
Sum nýggjur prestur hevur
Jákup E. Petersen nøkur hug
skot, hvat kundi verið roynt í
prestagjaldinum.
– Eg ynski at hoyra nærri
um siðvenjurnar í teimum
ymisku bygdunum í sóknini og
at hoyra kirkjuráðini. Tá ið eg
avloysti á Eiði, kom eg at kenna
til tiltakið har, sum verður
kallað smákonfirmantar, sum er
fyri tey í triðja og fjórða flokki.
Hetta kundi verið nakað, um tað
er ynskilig. Eg ynski annars at
vitja regluliga á Mørkini, men
eisini í privatheim, har fólk sita
einsamøll, men annars at taka
lut í tí, sum fyriferst í sóknini
av ymiskum slag, sigur Jákup E.
Petersen.
– Eg gleði meg at koma inn í
gott samstarv við allar kirkju
tænarar og onnur, ið sjálvboðið
taka tænastur á seg. Her hugsi
eg eisini um sunnudagsskúla og
missiónsarbeiðið annars. Legu
húsið í Nesvík liggur jú eisini í
prestagjaldinum, har eg havi
verið vanur at komið og eisini
tikið lut í tænastum til legur og
annað, sigur Jákup E. Petersen.
Hetta lívið og tað æviga
Í prædikunum vil Jákup E.
Petersen leggja dent á at boða
Kristus í miðdeplinum.
– Eg vil leggja meg eftir, at
prædikur og boðan annars eru
Kristus grundaðar, bíbilskar, frí
gerandi og bindandi so at skilja,
at vit gera tað vit hoyra, við
atlitið bæði at gerandisdegnum
og tí æviga. At Gud sendi son sín
í heimin, fyri at vit kunnu hava
felagsskap við hann, er drív
megin. Tað, at Jesus hevur givið
sítt lív, fyri at vit aftur kunnu fáa
lívsfelagsskap við Gudi bæði nú
í lívinum og í ævinleikanum, tað
er gleðiboðskapurin. Kraftin og
kjarnan. Jesus Kristus má vera í
miðdeplinum.
Hann vísir eisini á, at
boðskapurin má tala inn í
gerandisdagin.
– Boðskapurin í prædiku
tekstinum nú sunnudagin er, tá
ið Jesus grøðir ein deyvstumman
við at stinga fingrarnar í oyruni
og røra tunguna, so hann hoyrir
aftur. Hesin maðurin varð
likamliga grøddur, og tað sigur,
at lívið her á jørð hevur týdning.
Samstundis kundi hann hoyra,
og vit kunnu siga, at Guðs ríki
kemur við at hoyra orðið um
Jesus. Bæði tað andaliga og
likamliga hava týdning, sigur
Jákup E. Petersen.
Kristus er við í líðing
Sum longu nevnt so fylla teir
djúpu spurningarnir hjá Jákup
E. Petersen. Hetta fer helst eisini
at hoyrast aftur í prædikunum.
– Eg ynski, at teksturin avgerð
prædikuna, samstundis sum
at prædikan er við til at bera
boðskapin inn í tað lív, vit nú
liva í 2019. Tá vit koma til tekst
ir, sum eru um líðing, sum eru
nakrir av teimum djúpastu
trupulleikunum í lívinum, hava
vit ofta lyndi at hugsa, hvussu
vit sleppa út úr líðingini, har
ein Kristusborin boðskapur vil
siga okkum, at Kristus er við í
líðingini. Samstundis hava vit
ein vónríkan boðskap um, at
Gud ein dag vil stovna sítt æviga
ríki, har eingin líðing er, sigur
Jákup E. Petersen.
Mugu standa á
lærugrundarlagi
– Mín gudfrøðisliga sannføring
er, at Gud hevur valt at opinbera
seg gjøgnum profetar og
ápostlar. Gud ynskir at upplæra
meg í skriftini, gjøgnum tað,
hann hevur fortalt mær. Tí má
eg altíð standa yvir fyri teksti
num og lata Gud mynda mínar
sannføringar gjøgnum tann
opinberaða tekstin. Tí skilji
eg Bíbliuna sum Guds orð til
okkara, sigur Jákup E. Petersen.
– Eg skilji ikki alt í Bíbliuna.
Tað, sum er klárt, má eg boyggja
meg fyri. Tað, sum er minni
klárt, mugu vit síggja í ljósinum
av tí, sum er meira klárt. Tað er
avgerandi, at vit standa fast
á einum lærugrundarlagi, ið
heldur fast við skriftirnar. Hetta
hevur kirkjan verið samd um
gjøgnum allar tíðir, sigur Jákup
E. Petersen.
Okkara ella Guds brillur
Prestar hava ymiskar meiningar
um gudfrøðisligar spurningar.
Hvør er tín støða?
– Eg haldi, at tað, sum er um
ráðandi, tá ið vit kjakast um,
hvussu vit skulu skilja hetta
ella hatta, er, at vit lata bíbliu
tekstirnar tala til okkum, og
at vit kanna umstøðurnar
uttanum bíbliutekstin, so at
tað kann hjálpa okkum so vítt
møguligt at skilja tað, sum Gud
hevur ætlað, at vit skulu skilja.
Tá ið prestar eru ósamdir, so
er neyðugt at halda fast við, at
vit eru innanfyri eina rammu
innan játtanarritini, og halda
fast við hesa játtanina, sum vit
hava lært. Neyðugt er eisini, at
vit tora við teimum brillum, vit
hava uppiá, at lata Bíbliuna gera
brillurnar klárari, heldur enn
at vit gera Bíbliuna klárari við
okkara brillum, sigur Jákup E.
Petersen.
Hann vísir á, at vit kunnu
lættliga halda, at okkara for
stáilsi er rætt, men vandin er, at
vit gloyma at lata Bíbliuna pussa
okkara fatan.
– Vit liggja undir einum
myndugleika, sum er Guds orð.
Samstundis hava vit fingið vit
og kunnu lesa og granska og
fáa størri vitan og eisini skilja
onnur, sum eru ósamd við okk
um. Vit kunnu kjakast, men tað
er neyðugt at halda fast við, at
Bíblian er sólarklár á nógvum
økjum, og so eru minni klár øki,
sum vit mugu skilja í ljósinum
av tí, sum er veruliga klárt, sigur
Jákup E. Petersen.
Kærleikshugtakið er
vorðin ein kensla
– Øll, sum siga okkurt av týdn
ingi, at tey eru sannførd um
okkurt, gera krav uppá, at
teirra sannleiki er tann ultima
tivi sannleikin, sum øll mugu
boyggja seg fyri. Tí mugu vit
spyrja, hvat er tað fyri trúgv
og lív, sum førir til tey mest
elskandi menniskjuni, sam
stundis sum vit standa yvir fyri
kærleikshugtakinum, sum í dag
er vorðin ein kensla og ikki ein
handling. Í dag er kærleiki vorð
in ein góðkenning av øllum, men
vit vita, at til dømis tvey, ið elska
hvør annan eisini vilja rættleiða
og seta mørk fyri, hvat ið hin
kann loyva sær, sigur Jákup E.
Petersen.
Sannleikafjar tíð
Ert tú ein konservativur prestur?
– Ja, tað haldi eg gott, tú kann
siga. Men stemplandi orð kunnu
vera misvísandi. Tað, sum er
týðandi, er, hvat dentur verður
lagdur á, at tað eri ikki eg, ið
avgeri, men eg eri undirlagdur
einum myndugleika, sum eitur
Guds opinberaða orð. Konserva
tivur merkir at halda fast ella at
varðveita. Eg ynski at varðveita
tað, sum er satt. Men vit standa
í eini tíð, sum sigur, at einki er
satt, ella at alt er satt. Tí er tað
sjálvandi ein stór avbjóðing,
hvussu vit boða ein sannleika
í eini sannleikafjarari tíð. Men
øll vita, at okkurt er satt, tað
er bara spurningurin, nær tað
gongur tær ímóti, so vilt tú siga,
at hatta brýggi eg meg ikki um,
sigur Jákup E. Petersen.
Hann vísir á, at onkuntíð vera
teir spurningar, ið ofta verða
kallaðir testspurningar, settir
prestum. – Ofta er ikki pláss fyri
at tosa um teir. Prestar verða
settir í bás, tí teir annaðhvørt
siga nei ella ja til okkurt. Tá verð
ur høvi ikki givið at tosa um tað,
sum ein er sannførdur um. Eg vil
vísa til mítt grundarstøði, tí at
sannføringin má hvíla eitt stað.
Eg ynski ikki at hava nakra sann
føring, ið ikki er grundarlag fyri
at hava, út frá fatanini av Skrift
ini. Tað er umráðandi í kjaki at
skilja, at einhvør sannføring
má hvíla eitt stað. Vit standa
møguliga tvey ymisk støð, men
so mugu vit vera erlig, at onkur
av okkum tekur feil, og at tað er
ein opinberaður sannleiki um
hetta, onkuntíð greiður, onkun
tíð minni greiður, sigur nýggi
hvalvíksprestur.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Í
prestagjaldinum eru
fimm kirkjur, nevniliga
í Tjørnuvík, Haldórs
vík, Saksun, Hvalvík og
Hósvík. Í prestagjaldinum
búgva umleið 1100 fólk.
Samstarv er eisini millum
eiðisprest og hvalvíksprest
um tænasturnar á røktar
heiminum Mørkini í Streym
nesi og Korndalsbýlinum á
Eiði.
Jákup E. Petersen er 34 ára
gamal, føddur og uppvaksin
í Klaksvík. Hann byrjaði sum
sóknarprestur Norðstreym
oyar eystara prestagjaldi 1.
september.
Síðani Jákup E. Petersen
varð liðugur at lesa gudfrøði,
hevur hann avloyst sum
prestur ymsastaðni í Føroy
um. Hann varð prestvígdur
21. januar 2018 í Havnar
kirkju. Fyrst avloysti hann
í Suðurstreymoyar vestara
prestagjaldi, síðani í Norð
streymoyar vestara presta
gjaldi, síðani í Norðoyar
eystara prestagjaldi og síðani
í Eiðis prestagjaldi. Hann
hevur eisini avloyst í styttri
tíð aðrastaðni.
Jákup E. Petersen er giftur
við Gurið Petersen. Tey eiga
sonin Silas, sum er 4 ár, og so
eina dóttir, ið varð fødd 27.
august, og ikki hevur fingið
navn enn.
Ymsar umvælingar skulu
gerast í prestagarðinum
í Hvalvík, áðrenn nýggja
prestafamiljan flytur inn.
Óvist er enn, nær umvæl
ingarnar vera lidnar. Fyribils
flyta tey inn í onnur hús í
Streymnesi.
Innseting
sunnudagin
í Hvalvík
Jákup E. Petersen verður
innsettur sum prestur í
Norðstreymoyar eystara
prestagjaldi sunnudagin
klokkan 11 í Hvalvíkar
kirkju. Tað verður Uni
Næs, dómpróstur, ið
hevur innsetanina
Jákup Erlingsson Petersen
MYND: ÁLVUR HARALDSEN