Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 102 8 VILMUND JACOBSEN M agnus Heinason var herfyri lið­ug­ ur við seinnu yvir­ lits­trolingarnar á landgrunninum í ár. Hetta eru heyst yvirlitstrolingar, har skipið eins og undanfarin ár tekur tilsamans 200 trolstøðir. Trolstøðirnar verða tiknar á sama staði hvørt ár, og hvørt hál ella tóv varar í ein tíma. Um várið ger Havstovan tað, tey rópa vár yvirlitstrolingar, har somu støðir eisini verða tiknar á hvørjum ári. Staðfestu niðurgongd Petur Steingrund, sum var tokt­ leiðari á túrunum hjá Magnusi Heina­syni, vísir á, at toskur og hýsa komu fyri seg aftur í 2017 eftir eitt søguliga langt tíðar­ skeið við fiskaloysi. Hann heldur, at orsøkin til ta framgongd, sum byrjaði so væl fyri 2-3 árum síðan, helst er ein samanrenning av færri brúkt­um fiskidøgum og góðum náttúru­ um­støðum, eitt nú gróðri í havi­ num og nøgd av nebbasild. - Men, úrslitini frá yvir­lits­ trol­ingunum í august benda á, at tann góða gongdin við toski og hýsu nú er vend til eina niðurgongd, hóast tað fram­vegis er nógv til av báðum fiska­sløg­ um. Fiskifrøðingurin heldur, at ein bati møguliga er, at tað er nógv til av smáum toski, eins og nógv er til av hýsu í ymiskum stødd­um. - Skulu vit trúgva tølun­um, vit hava frá heyst yvir­lits­trol­ ing­unum í august, er toskurin í løtuni umleið helvtina av tí, hann var í 2017 - og hýsan er eini 25 prosent minni, enn hon var, tá hon toppaði í 2018. Petur Steingrund vísir tó á, at í hesum førinum er talan bert um trolingarnar í heyst, og vit skulu eisini vera eitt sindur varin við at tosa um prosentir - ella nøgdir í hesum førinum - tí toskur og hýsa hava verið rætti­ liga rak eftir gýting í ár. - Vit snakka her um kilo av fiski fyri hvønn troltíma, og tá fisk­urin er rak, verður kilotalið sjálv­andi minni, enn tað annars hevði verið, um fiskurin var í betri holdum. Haraftrat kemur, at vit á túrinum staðfestu, at væl var av smáum toski, sum kanska er eini tvey ára gamal og lá um einar 40-50 sentimetrar til longd­ar. Setir ikki altíð til Fiskifrøðingurin vísir á, at summi ár sæst nokso væl av hesi toska­støddini, men av eini ella aðrari orsøk hendir tað viðhvørt, at fiskurin ikki sæst aftur í fiski­ skapi, sum árini ganga. - Nøkur ár herfyri, tá væl var av smáum toski, vísti tað seg kort­ini, at fiskurin var ikki har, tá hann skuldi bera fiskiskapin. Hann sigur, at viðhvørt heldur ein árgangur betri á og setir væl til fiskiskapin eftir einum ella tveimum árum. - Tá fær ein hampiliga góður árgangur kurvina av sveiggja upp­eftir. Í øðrum føri sæst lítið til góða árgangin seinni, og tað var hetta, vit eitt nú sóu nøkur ár her­fyri, sigur fiskifrøðingurin. Sosialurin kann leggja aftr­at, at umrødda ár sást, at størstu toska­nøgdirnar, sum Fiska­ mark­naður Føroya seldi yvir eina longri tíð, vóru 4’arar og 5’ar­ar. Petur Steingrund sigur seg vóna, at tann smáfiskur, sum yvir­litstrolingarnar hesaferð vístu er á landgrunninum, fer at verða við til at bera toska­fiski­ skapin um eitt ella tvey ár. - So, vit kunnu trúgva og vóna, at tað er ein glotti eitt nú í hesum ár­gangi, leggur fiskifrøðingurin aftrat. Bilsin um hýsuna Í eini tvey ella trý ár hevur Hav­ stovan víst á, at nógv hýsa - í ymiskum støddum - er á land­ grunninum og á Føroya­banka, og tað hevur eisini víst seg, at væl av hýsu hevur verið at fingið. Men, tá Magnus Heinason nú var úti og gjørdi heyst yvir­ lits­trolingarnar, gjørdist Petur Stein­grund eitt sindur bilsin. - Tað var faktiskt minni at fáa av hýsu í heyst enn í fjør heyst, og tað helt eg vera eitt sindur løgið. Eg hevði væntað út frá øll­ um sólarmerkjum, vit hava sæð, at vit í minsta lagi fóru at fáa tað sama í ár sum í fjør. Petur Steingrund vísir á, at vit hava havt ein árgang av um­leið tvey ára gamlari hýsu, sum hevur verið mettur til 100 miljón­ir fiskar. - Men, árgangir kunnu eisini niður­skrivast, soleiðis at ein slík­ ur stovnur, sum vísir seg at vera so stórur í eitt ár, seinni kann metast til 70.000 fiskar. Regluligu magakanningarnar, sum Havstovan gjørdi í heyst, vístu, at ógvuliga lítið var av nebba­sild og krabbadýrum á botni, og í tráð við hetta vóru bæði toskur og hýsa sera rak. - Toskur av miðalstødd á van­ligari línuleið var nærum líka rak í heyst sum í 2003, sum annars var tað vánaligasta árið til føði síðan mátingarnar byrjaðu í 1996. Fiskifrøðingurin heldur, at lítla føðin í havinum eisini kann vera ein orsøk til góða fiski­skapin við línu eftir toski, tí toskur eftur agn, tá náttúrliga føð­in svíkur. Kemur fyri seg aftur Sosialurin kann leggja aftrat, at bæði útróðrarmenn, menn við línu­skipum og menn, sum sigla við ísfiskatrolara, hava havt á orði í summar, at fiskurin hevur verið rak. TAÐ ER IKKI HÓTTAFALL Á TOSKI OG HÝSU Petur Steingrund, fiskifrøðingur, heldur ikki, at fiskurin fer at doyggja í raki, tó at lítil føði er á landgrunninum í løtuni. - Vit kunnu rokna við, at alt kemur upp á pláss, sum heystið og veturin ganga, og so er spurningurin, hvussu verður við gróðrinum og nebbasildini næsta ár, sigur hann Magnus Heinason fekk væl av smáum toski, sum vónandi verður við til at bera fiskiskapin