hósdagur 5. september 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 102
9
Sama hevur eisini verið at
hoyrt frá fólki, sum reka fiska
virki á landi.
Men, tað eru eisini teir, sum
siga, at tað ikki er óvanligt hesa
tíðina av árinum, eftir at fiskur
in hevur gýtt, og áðrenn hann er
komin fyri seg aftur.
Fiskifrøðingurin vísir á, at
um fiskurin var betri fyri, hevði
myndin, sum yvirlitstrolingar
nar hesaferð góvu, eisini verið
væl øðrvísi.
Um heimasíðuna hjá Hav
stovuni - www.hav.fo - eru talv
ur og tøl, sum vísa, hvussu nógv
nøgdirnar eru minni av tí, at
fiskurin vigar ov lítið.
- Vit kunnu siga tað soleiðis,
at hevði vektin á hvørjum toski
sær verið tað, sum er vanligt um
hesa tíðina, høvdu nøgdirnar í ár
eisini nærkast nøgdunum í fjør,
sigur Petur Steingrund.
Fiskifrøðingurin sigur, at
føðin hjá hýsu mest er ormar,
smá krabbadýr og annað úr
sandinum, og hýsa etur eisini
nebbasild, tá nógv nebbasild er.
- Toskurin etur nebbasild inni
á grunninum, og hann etur eisini
størri krabbadýr. Úti á etur tosk
ur hvítingsbróður, og enn longri
úti etur hann svartkjaft.
Sagt verður eisini um toskin,
at hann er kanibalur. Tað merkir,
at hann eisini etir egið avkom,
men hetta er sum skilst ikki
tað vanliga, tá hugt verður eftir
magakanningunum.
- Eg haldi, vit plaga at siga, at
av 60 ella 70 kannaðum toska
magum, er smærri toskafiskur
at finna í einum maga. Men, um
vit rokna upp á hetta, er talan
um rímiliga stórar nøgdir til
samans yvir eitt ár, leggur hann
aftrat.
Hóttafall er ikki
Spurdur, um fiskifrøðingurin
heldur, at hýsan á landgrunni
num stendur fyri hóttafalli,
heldur hann ikki, at tað er so
galið – ikki enn í hvussu er. Tað
eru góðir árgangir inni, og so
er spurningurin, hvussu langt
hesir fara at røkka.
- Eg haldi ikki, at hóttafall er
á toskinum beint nú, men vit
vita ikki, hvat verður um tvey
ella trý ár.
Petur Steingrund heldur ikki,
at fiskurin fer at doyggja í raki, tó
at lítil føði er á landgrunninum
í løtuni.
- Vit kunnu rokna við, at alt
kemur upp á pláss, sum heyst
ið og veturin ganga, og so er
spurningurin, hvussu verður
við gróðrinum og nebbasildini
næsta ár.
Fiskifrøðingurin vísir á, at
tað er ikki óvanligt, at lítið er av
nebbasild í eitt ella tvey fylgjandi
ár, men tað er, tá talan verður
um fleiri fylgjandi ár, at hetta
gongur út yvir fiskastovnarnar.
- Gróðurin í ár var um miðal,
men hann kom ikki fyrr enn í
seinnu hálvu av juni og toppaði
í juli. Tað vísir seg at vera betur
fyri fiskastovnarnar, tá høvuðs
gróðurin er tíðliga í mai, og tá
fáa fiskalarvurnar eisini - alt
annað líka - eina betri byrjan,
sigur Petur Steingrund.
VILMUND JACOBSEN
A
lifelagið
Mowi
Føroyar er nú í
holt við at seta út
660.000 laksar í
seks aliringar á Sandsvág.
Hans Jákup Mikkelsen,
stjóri, sigur, at ringarnir fara
at liggja innari á Sandsvág í
heyst og í vetur, enn teir lógu
í einari aðari roynd nøkur ár
herfyri.
- Vit hava flutt ringarnar
longur inn á vágna, og vit
hava stytt nótirnar, so tær
ikki stinga so djúpt. Hetta
eru eisini størri aliringar, sum
vit brúka í alingini hesaferð,
ávikavist 160 og 200 metrar í
ummál. So, her er talan um
stórar aliringar.
Hann sigur, at vónir eru
um, at hesir ringarnir, sum nú
fara at liggja innari á Sands
vág, betur fara at megna
at ríða á aldunum, og tískil
eisini fara at klára seg betri,
tá veturin kemur.
Hans Jákup Mikkelsen
sigur, at royndirnar, sum
Fiskaaling gjørdi fyri Mowi
Føroyar síðsta vetur, vísa, at
tá illveður er, flytir illveðrið
seg út eftir vágni, og tískil
gerast líkindini betri innari
á vágni.
- Teir 660.000 laksarnir,
sum vit nú seta út, viga 600
gram hvør fiskur.
8-10 fólk til arbeiðis
Ætlanin hjá Mowi Føroyar er,
at laksurin skal ganga í ring
unum á Sandsvág fram til
næsta summar, tá fiskurin
verður tikin.
Einir 8-10 persónar koma at
taka sær av alingini á Sandi.
- Tveir bátar fara at fóðra
við fóðurkanónum, sum teir
hava umborð, tí tað verður
ikki mett at vera ráðiligt at
leggja ein fóðurflaka við
fóðurslangum út á Sandsvág
í vetur, sigur Hans Jákup
Mikkelsen, stjóri í Mowi Før
oyar.
Seta nú
660.000
laksar í
6 ringar
Eini 8-10 fólk fara at taka
sær av alingini hjá Mowi
Føroyar á Sandi, nú fiskur
verður settur út á Sandsvág
Magnus Heinason
hevur gjørt heyst
yvirlitstrolingar
á landgrunninum
Tað hevur nógv verið til av hýsu, og onkrir
árgangir eru rættiliga stórir