Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 102 10 T ríggir flokkar hava sett sær fyri at skipa nýgg­ja samgongu eft­ ir løgtingsvalið leyg­ar­ dagin. Bárður á Steig Nielsen, for­ maður í Sambandsflokkinum, situr fyri borðendanum og skal royna at fáa skapt eitt felags politiskt samgonguskjal millum Sam­bandsflokkin, Fólkaflokkin og Mið­flokkin. Verður hugt eftir sjálvum úrs­ liti­num av valinum, so sær tað út til at vera upplagt, at hesir trígg­ir borgarligu flokkarnir finna saman, men um tað ber á mál til eina samgongu, er ein ann­ar spurningur. Royndirnar vísa, at tað er tor­ føt at fáa flokkar at semjast um eitt samgonguskjal og tað skulu ofta langir dagar til at mýkja støð­una fyri at hetta kann bera til. Millum hesar tríggjar flokk­ ar­nar eru fleiri mál, sum flokk­ar­ nir eru samdir um, men tað eru eisini mál, har flokkarnir hava hvør sína áskoðan. Uppgávan hjá sam­ráð­ingar­ leiðaranum er at fáa málini, flokk­arnir eru samdir um, fram í ljósið og so arbeiða við hinum mál­unum og mýkja tey, so tey ikki fella samgonguna komandi fýra árini. Fyri samráðingarleiðaran er hetta ein stór uppgáva, tí meðani samráðingarnar eru í gongd, roynir hvør av flokk­ un­um at fáa so mong av egnu áhuga­málunum við í sam­gongu­ skjalið, sum til ber. Tíðarfreist Eitt annað, sum leggur stórt trýst á, er, at samráðingarleiðarin hevur fingið eitt mandat, sum gong­ur út á middegi týsdagin. Eru flokkarnir ikki vorðnir samd­ir á middegi týsdagin er ein nýggj støða. Tá kann Bárður á Steig Nielsen boða løgtingsformanninum frá, at teir eru í ferð við at enda sam­ráðingarnar við einum sam­gonguskjali, men at honum tørvar ein dag ella tveir afturat. Í slíkum førum er tað vanligt, at hann fær hendan skáan afturat, men so skal eisini eitt úrslit fyriliggja. Hendir tað mótsetta, at sam­ ráð­ing­arnar ikki eru komnar ser­liga langt á middegi týsdagin, so verður samráðingarleiðarin noyddur at leggja frá sær og ting­fo­rmaðurin letir so onkran annan sleppa at royna seg. Tað liggur fast, at tingfundur verður klokkan 10 leygardagin í næstu viku. Tá verður ting­ for­maðurin valdur og tá skal hesin koma við einum uppskoti um, hvør skal verða løgmaður komandi árini. Er tá ongin samgonga funnin, so kann lættliga henda, at upp­ skotið frá tingformanninum fell­ur og so verður roynt aftur við einum samráðingarumráði aftur­at. Eydnast ikki fjórðu ferð at finna eina semju um løgmann, so skal núverandi virkandi løg­ maður skriva út nýval, men tað er púra óvanligt í Føroyum at slíkt hendir. Á fyrsta tingfundinum skal Løgtingið eisini góðkenna valbrøvini hjá teimum 33, sum hava vunnið sær ein tingsess. Tað er tingið sjálvt, sum avger um hesi 33 kunnu sita í tinginum. 20 av teimum valdu hava sitið í tinginum frammanundan, meðan 13 av teimum 33 eru ný­ vald. Harafturat koma helst fólk inn í staðin fyri ting­fólk, sum skulu manna lands­stýris­ taburettirnar. Tað vil siga, at meira enn helvtin eru nýggj fólk í tinginum, burtursæð frá teim­ um eykavaldu, sum kanska hava sitið har frammanundan. Fyrsta uppgávan Tá ið valbrøvini eru góðkend er tingið arbeiðsført og eitt av fyrstu stóru málunum, nývalda tingið fer at arbeiða við, er fíggjar­lógin fyri 2020. Landsstýrið kemur í tingið við einum uppskoti um fíggjarlóg sein­ast í hesum mánaðinum, men tað er mangan meira ella minni ein framskriving av galdandi fíggjarlóg, sum frá­ farandi landsstýrið saman við fíggjarmálaráðnum hevur snikkað til. Ein nýggj samgonga fer so ígjøgnum fíggjarlógina og rætt­ ar hana til, so hon verður í sam­ svari við tað, sum nýggja sam­ gongan ætlar skal vera landsins politikkur komandi árini. Nýggj samgonga skal skipa politikkin komandi árini Líka so skjótt samgonga er skipað, skal hon undir at gera eina fíggjarlóg fyri komandi ár