hósdagur 5. september 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 102
11
Meðan evnisbólkar sita og
arbeiða við øðrum málum, sita
floksformennirnir og royna
at finna semju um fíggjar- og
búskaparpolitikkin komandi árini
T
á ið tríggir flokkar
skulu semjast um eina
politiska kós, so krevst
bæði vilji og eitt stórt
forarbeiði.
Undir samráðingunum hesa
vikuna hava Fólkaflokkurin,
Javnaðarflokkurin og Miðflokk
urin sett nakrar arbeiðsbólkar at
viðgera tey vanligu málsøkini,
sum orku, almannamál, fiski
vinumál og annað.
Sjálvir sita formennirnir við
teimum tungu málunum, sum
fyrst og fremst er búskapar- og
fíggjarpolitikkurin. Hjá teimum
snýr tað seg um at finna eina kós,
sum víkir frá tí kós, fráfarandi
landsstýrið legði.
Í tað skal leggjast, at teir
tríggir borgarligu flokkarnir
hava funnist hvassliga at, at av
lopið hjá landskassanum hevur
verið ov lítið seinastu árini og at
raksturin er vorðin ov dýrur.
Teir skulu eisini fyrihalda seg
til tey vallyftir, sum flokkarnir
hava givið í langa valstríðnum
og finna eina loysn fyri, hvussu
hesi lyftir kunnu fíggjast.
Minni skatt
Bæði Fólkaflokkurin og Sam
bandsflokkurin hava boðað
pensjonistunum frá, at tey skulu
sleppa bíligari í skatti.
Sambandsflokkurin hevur
sagt, at grundupphæddin í fólka
pensjónini skal vera skattafrí,
meðan Fólkaflokkurin hevur
verið bastantur, tá ið tað snýr
seg um Samhaldsfasta.
Flokkurin hevur sagt, at
tað ikki er rætt, at pengarnir í
Samhaldsfasta verða skattaðir
tvær ferðir. Fyrst áðrenn teir
verða goldnir inn í grunnin og
so tá ið borgarin fær útgjald úr
grunninum.
Formaðurin í Fólkaflokkinum
segði greitt undir valstríðnum,
at hetta verður broytt frá
1.januar, men tað fer at kosta
landskassanum og kommun
unum nógvar pengar.
Fyri kommunurnar vil hetta
siga, at tær fáa 100 milljónir
krónur minni inn í skatti, verður
útgjaldið úr Samhaldsfasta
skattafrítt.
H a r u m f ra m t
h e v u r
fólkaflokkurin lovað lægri skatt
til lág og meðalinntøkurnar.
Ovast millum lyftini hjá Sam
bandsflokkinum er viðgerðar
trygd innan 30 dagar.Hetta
kostar sjálvandi eisini, men
ivasamt hvussu nógv.
Miðflokkurin hevur arbeitt
nógv við spurninginum um at
seta ein sethúsabanka á stovn.
Ein banka, sum kann veita lán
til sethúsabygging uttanfyri
miðstaðarøkið.
Bankin skal eftir ætlan veita
ískoytislán til fólk, sum velja
at seta búgv uttanfyri mið
staðarøkið, men sum ikki fáa
lánifígging nokk frá teimum
peningastovnum, sum vit hava
frammanundan.
Fiskivinna og hjúnaband
Tvey onnur evni, sum formenn
irnir noyðast at taka sær av eru
spurningurin um lógina um
fyrisiting av sjófeingi og um
hjúnabandsflógina.
Tað var soleiðis, at tá ið
lógin um fyrisiting av sjófeingi
bleiv samtykt av fráfarandi
samgongu, at tá atkvøddi Bill
Justinussen úr Miðflokkinum
fyri lógini.
Tað vil kortini ikki siga, at
hann tók undir við øllum lutum
í lógini, men at hann helt kortini
at tað bar á rætt borðið í mun til
gomlu lógina.
Hetta er heilt í stríð við ta
fatan, sum Fólkaflokkurin hevur
av lógini. Flokkurin vil hava
lógina broytta rættuliga nógv.
Millum annað vil flokkurin
hava alla uppboðssølu av
veiðirættindum tiknað burtur
eins og flokkurin vil hava menn
ingarkvoturnar avtiknar.
Um tað fer at eydnast
s a m r á ð i n g a r l e i ð a ra n u m
úr Sambandsflokkinum at
finna ein gyltan millumveg á
hesum økinum er torført at
meta um, tí hann skal eisini
viðgera spurningin um hjúna
bandsllógina.
Her eru tað fyrst og fremst
Miðflokkurin og Jógvan á
Lakjuni úr Fólkaflokkinum sum
halda, at lógin skal broytast. Teir
halda, at hon fer ov langt og vilja
helst steðga á og møguliga gera
broytingar, so vit í staðin fyri
at gifta samkynd, geva teimum
rættin til skrásett parlag.
Tá ið hetta er sagt, so eru fleiri
aðrir spurningar, sum skulu
fáast uppá pláss, áðrenn komið
verður til, hvør skal umsita
hvørji málsøki í landsstýrinum.
Tað plagar at kóka hart
tá ið tað skal gerast og ofta
kókar grýtan yvir, tá ið navn
verður sett á landsstýrisfólk og
nevndarformenn í tinginum.
Tað skal ein tolin og smidligur
vestmenningur fyri at fáa alt
hetta at ganga upp til týsdagin
á middegi.
Aðalmálið hjá nýggju samgonguni
er fíggjar- og búskaparpolitikkurin