hósdagur 5. september 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 102
12
TEMA: Unga innrásin
Ásannast má, at talan gjørdist
um eitt serligt løgtingsval
farna vikuskifti. Síðani
heimastýrislógin varð sett
í gildi, hevur løgtingið havt
14 løgtingsfólk, ið hava verið
yngri enn 30, og fýra teirra
sita nú samstundis á tingi.
STEINAR PATURSSON
H
allbera West, doktari
í politiskari vísind á
Søgu- og samfelags
deildini á Fróðskapar
setrinum, heldur, at tað er torført
at siga, hví ungu valevnini fingu so
góða undirtøku júst hesaferð. Men
styrkt ungmannafeløg kunnu
hava havt sín leiklut at spæla.
- Hví tað eru so nógv ung ting
fólk júst hesaferð er ringt at siga
nakað vístum. Tað kann vera
torført at vita, um talan er um
eina einstaka tilvildarliga hend
ing ella eitt serligt fyribrigdi. Men
politisku flokkarnir sum heild eru
sera týdningarmiklir, tá tú tosar
um rekrutering og uppaling av
politikkarum. Og tað sigur seg
sjálvt, at politisku ungmanna
feløgini kunnu hava havt ein
leiklut her. Eisini kann tað hugs
ast, at ungmannafeløgini eru góð
til at mobilisera og skapa áhuga
millum veljarar fyri ungum val
evnum.
Ungmannafeløgini hava við ár
unum fingið ein sjónligari leiklut
at spæla, enn tey høvdu fyrr, og
hetta kann hava ávirkan á tey
ungu valevnini, ið soleiðis standa
sterkari sum valevni.
- Fert tú nøkur ár aftur, so
vóru ungmannafeløgini øgiliga
fráverandi, tey vóru næstan ikki-
eksisterandi. Tað er týðiligt, at tey
eru vorðin ein sjónligur og týdn
ingarmikil partur av flokkunum.
Hetta hevur við sær, at ung
mannafeløgini eru kanska góð
til at ítaluseta ting og viðurskifti,
sum viðurkoma teimum ungu, og
harvið verður rekruteringin av
teimum ungu valevnunum eisini
betri, heldur Hallbera West.
Eitt eindømi sigur
ikki nógv
Tað ber tó ikki til at siga, um hvørt
talan er um ein framatrættaðan
trend, ella um hvat valið hesaferð
hevur at siga, tí sum er, er talan
um eitt eindømi, og tað ber ikki til
at gera niðurstøður út frá tí, held
ur Hallbera West, sum vísir á, at
tað avhongur eisini av, um hvørt
politisku ungmannafeløgini vera
verðandi sjónlig og sterk.
- Um tú vísir, at tú klárar at
mobilisera veljarar, so merkir tað
eisini, at tú hevur meira ávirkan á
dagsskránna- bæði í politikki og
hjá flokkunum. Men tað kemur
jú eisini an uppá, um ungmanna
feløgini megna at halda á við tí
ella ikki.
- Politikkarar orientera seg
altíð eftir hvat upptekur ella
ávirkar veljarar. Men vit granska
slettis ikki í veljaraatferð í Før
oyum. Men teoretiskt vita vit, at
politikkarar orientera seg øgiliga
kraftigt í mun til hvat rørir seg
millum veljarar. Og tað kann vera,
at ungmannafeløgini hava nokk
so gott fatur á ungu veljarunum,
og at tey duga væl at aktivera og
mobilisera teir.
Allarhelst eingir
landsstýrissessir fyribils
Hallbera West leggur dent á, at tá
tosað verður um formanssessir og
landsstýrissessir, so er atkvøðutal
ein faktorur, men tað er bert
ein faktorur av fleiri. Sostatt er
óvist, um vit frameftir fara at
síggja ung fólk í landsstýrinum,
hóast tey fáa dygga undirtøku á
valdegnum.
- Tey fólkini, sum fara út í
landsstýrið eru vanliga etablerað í
flokkinum. Tað er óvanligt, at fólk
sum fyrstu ferð verða vald inn á
løgting enda í landsstýrinum. Vit
hava eina parliamentariska skip
an, har styrkin er í, at tú verður
uppvandur í politiska arbeiðinum
gjøgnum flokkarnar, til dømis við
at hava sitið í tinginum, áðrenn tú
gerst landsstýrisfólk.
- Tað verður ofta hildið at
vera ein veikleiki, at fólk gerast
landsstýrisfólk, um tey ongar
parliamentariskar royndir hava,
tí tey duga ikki arbeiðshættirnir
sum óroynd. Tað er undranarvert,
um nýggj tingfólk enda úti í lands
stýrinum. Men tað hendir við
hvørt, og fólk kunnu altíð yvir
raska, tað vita vit, sigur Hallbera
West.
POLITISKU
UNGMANNA
FELØGINI
GOTT REKRUT
ERINGSTÓL