Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 102 13 Unga innrásin á tingi Valkvøldið leygardagin varð sermerkt av, at fleiri aldursmet fullu. Aldrin áður eru so nógv valevnir undir 30 ár vald á ting, Beinir Johannesen tók 74 ára gamla metið hjá Jákup í Jákupsstovu, og er nú yngsti persónur nakrantíð valdur á ting, og Hervør Pálsdóttir er yngsta kvinna nakrantíð vald á ting, aftaná hon tók 17 ára gamla metið hjá Kristinu Háfoss HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO U ngdómurin gjørdi av álvara innrás í før­ oysk­an politikk, tá ið velj­ararnir leygardagin valdi ikki færri enn fýra valevnir á ting, ið eru undir 30 ára gomul. Hetta er fyrstu ferð síðan heimastýrislógin kom í gildi, at so nógv ung hava vunnið sess á tingi. Men tað er ikki einasta metið, ið tey ungu valevnini settu á valkvøldinum, tí bæði Beinir Jo­hannesen úr Fólkaflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi vunnu pláss í søgubøkurnar. Beinir Johannesen eigur nú metið sum yngsti persónur vald­ ur á ting. Yngsti persónur, sum var valdur á ting fyri hetta løg­tings­ valið, var Jákup í Jákups­stovu, valdur fyri Javnaðarflokkin 6. november í 1945. Hann var 23 ár og 4 mánaðir, meðan Beinir Jo­ hanne­sen var 22 ára gamal og 6 mán­aðir, tá ið hann bleiv valdur leyg­ardagin. Harumframt bleiv Hervør Páls­dóttir við sínum 23 árum og 9 mánaðum yngsta kvinnan, ið nakr­antíð er vald á Føroya løgting. Gamla metið átti partakvinnan hjá Hervør, Kristina Háfoss, ið var 26 ára gomul, tá ið hon bleiv vald á ting í 2002. Ingilín Strøm og Hervør Páls­ dóttir eru eisini millum tær heilt fáu kvinnurnar, ið eru valdar á ting, meðan tær eru undir 30 ár. Frammanundan eru tað einans Annita á Fríðriksmørk, ið var 29 ár, tá ið hon fyrstu ferð bleiv vald í 1998, og Kristina Háfoss, ið hava megnað hetta. Sjáldsamt Hóast fýra tingfólk undir 30 ár blivu vald á valinum leygardagin, er tað rættiliga óvanligt, at veljarin send­ir so ung fólk á ting. Síðan heimastýrislógin kom í gildi í 1948 hava føroyingar verið fimtan ferðir á løgtingsvali. Á teimum fimtan valunum eru tað einans fimtan løgtingsfólk vald, ið vóru undir 30 ár, harav fýra av teimum blivu vald leygardagin. Tað vil siga, at teimum fjúrtan val­unum frammanundan, eru tað einans 11 tingfólk, ið hava tikið sæti á tingi, meðan tey vóru undir 30 ár. Í hesum tíðarskeiðinum er tað Djóni í Geil, ið var tann fyrsti undir 30 ár, ið bleiv valdur á løgting, tá hann sum 25 ára gamal vann sæti á tingi í 1954. Trý av teimum fimtan val­evn­ un­um blivu vald í 1974, tá Signar á Brúnni, 29 ár og valdur fyri Tjóðveldi, Óli Breckmann, 26 ár og valdur fyri Fólkaflokkin, og Heð­in M. Klein, 24 ár og valdur fyri Tjóð­ veldi, komu á ting. Endurtaka bragdið Fyri Signar á Brúni var talan um aðru ferð, at hann varð valdur á ting, meðan hann var undir 30 ár. Fyrri ferðina var nevniliga í 1970, tá hann vann ein sess sum 25 ára gamal. Hann var kortini ikki tann fyrsti, ið bleiv valdur tvær ferðir, meðan hann var undir 30 ár. Tað var Jákup Lindenskov, ið var 25 ár, tá hann bleiv valdur í 1958, og bleiv afturvaldur fýra ár seinni. Umframt Jákup Lindenskov og Signar á Brúnni eru tað trý ting­ fólk, ið hava megnað tað sama. Tey eru Finnbogi Ísakson, ið var 23 og 27 ár, tá hann bleiv valdur í 1966 og 1970, Heðin M. Klein, ið var 24 og 28 ár, tá ið hann bleiv valdur í 1974 og 1978, og Jørgen Niclasen, ið var 25 og 29 ár, tá ið hann bleiv valdur í 1994 og 1998. Um verandi ting situr saman í fýra ár, hava trý av teimum val­ evn­um, ið vórðu vald leygardagin, møguleikan at verða vald eina ferð aftrat. Tey eru Beinir Johannesen, Ingilín Strøm og Hervør Pálsdóttir. Fólk undir 30 vald á ting síðani heimastýrislógina í 1948: 1. Djóni í Geil, 25 ár, 1954 2. Jákup Lindenskov, 25 ár, 1958 – Jákup Lindenskov, 29 ár, 1962 3. Finnbogi Ísakson, 23 ár, 1966 – Finnbogi Ísakson, 27 ár, 1970 4. Signar á Brúnni, 25 ár, 1970 – Signar á Brúnni, 29 ár, 1974 5. Óli Breckmann, 26 ár, 1974 6. Heðin M. Klein, 24 ár 1974 - Heðin M. Klein 28 ár 1978 7. Jørgen Niclasen, 25 ár 1994 – Jørgen Niclasen, 29 ár, 1998 8. Annita á Fríðriksmørk, 29 ár, 1998 9. Kristina Háfoss, 26 ár, 2002 10. John Johannesen, 26 ár, 2004 11. Hanus Samró, 23 ár 2011 12. Beinir Johannesen, 22 ár, 2019 12. Hervør Pálsdóttir, 23 ár, 2019 12. Bjarni K. Petersen, 25 ár, 2019 12. Ingilín Strøm, 28 ár, 2019 Beinir er yngsti persónur, ið nakrantíð er valdur á Føroya løgting Hervør er yngsta kvinnan, ið nakrantíð er vald á Føroya løgting Djóni í Geil varð fyrsta valevni undir 30 ár, ið bleiv valdur á ting undir heimastýrislógini