Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 102 14 TEMA: Unga innrásin Ung tingfólk komin fyri at vera STEINAR PATURSSON P olitiska lívsleiðin hjá Bein­ir Johannesen sær út til at peika beint upp í loft. Stjørnuskotið í Fólka­flokkinum varð valdur inn í bý­ráðið í Klaksvík sum triði mað­ ur fyri flokkin í 2016, og síðani gjørdi hann eitt megnar val til fólka­tings­valið fyrr í ár, har hann fekk 677 atkvøður. Hann hevði tó ikki væntað, at tað skuldi gangast so væl til løg­ tings­valið, sum tað gjørdi. 995 at­kvøður og eitt fremsta pláss á fólka­flokslistanum. - Tað kennist óveruligt. Aftaná fólkatingsvalið hevði eg kanska góðar vónir, men hetta var langt yvir allar vónirnar, sum eg hevði, sig­ur Beinir Johannesen, sum kort­ini avvísir blankt ein for­ mans­post á hesum sinni. Tað verður heldur ikki til ein lands­stýrissess á hesum sinni hó­ ast góða valið. - Eg eri í gongd við at taka HD. Tað er umráðandi at hava eina út­búgving. Løgtingsmaður ert tú bara fýra ár á gangin, og aftaná tað mást tú hava okkurt at standa á. Útbúgvingin er gjørd soleiðis, at tú kanst taka hana upp á hálva tíð um kvøldið, tí vil eg gjarna eisini gera hana lidna. Tí verður tað bara ein løgtingssessur fyri fyrst. Beinir Johannesen metir tó, at tað er ikki heilt ómøguligt, at tað verða ung fólk at síggja millum landsstýrisfólkini í framtíðini. Ungmannafelagið stóran týdning Tað hevur greiðar fyrimunir at vera valevni fyri eitt politiskt ung­ manna­felag. Tað gevur atgongd til tey politisku tiltøkini, ið eru fyri ung, og gevur teimum ein sterk­ an pall at standa á, heldur Beinir Johannesen og vísir á, at sum val­ evni fyri ungmannafelag hevur tú eitt heilt apparat aftan fyri teg. Samstundis heldur hann, at tað álitið, ið ungmannafelag hans­ara, Huxa, hevur fingið frá móð­ir­ flokkinum, hevur nógv at siga. - Hjá Huxa eru vit ein partur av floksleiðsluni, og vit eru á jøvnum føti við hini lokalfeløgini. Upp á tann mátan fáa vit sagt okk­ara hugsan eins og øll onn­ur lokal­ feløg, sigur Beinir Jo­hanne­sen og leggur aftrat, at hetta hevur við sær, at tað er lættari at fáa ung upp í politikk uttan um lokalfeløg. Gjørdist pláss fyri teimum ungu Tað er ikki av tilvild, at valið hesa­ ferð gav fýra tingfólk undir 30 ár, heldur Beinir Johannesen. - Ein partur er tað, at nógv still­ aðu ikki uppaftur, sum hava sitið á tingi. Av tí sama gjørdist pláss fyri nýggjum fólki. Tað hevur givið okkum ein stóran møguleika at sleppa inn. Samstundis hevur tú sum ungdómsvalevni ein nokk so stór­an pall at standa á í dag, og tí er lættari at røkka vítt og koma út á nógv støð. Tað hevur eisini hjálpt. Beinir Johannesen heldur ikki, at tað er avgerandi at hava ung fólk á tingi og vísir á, at í ein­ um fólkaræði velur tú tann, ið tú heldur umboðar teg best. Ung ting­fólk hava tó betri innlit í við­ ur­skifti hjá øðrum ungum, og á tann hátt er lættari hjá teimum at umboða tey á tingi. Hinvegin er ein aldursbólkur, ið ikki er serliga væl umboðaður, heldur Beinir Johannesen. - Tað er kanska serliga aldurs­ bólku­rin frá 30 og upp til 50 ár, ið ikki er so væl umboðaður, og tað er ein góður spurningur, hví júst so er. Men soleiðis er fólkaræði, og fólk hava valt tey, ið tey halda um­ boða seg best. Pengar ikki avgerandi Nógv valevni brúka nógvan pen­ ing undir valstríðnum, men tað er ikki avgerandi fyri, um hvørt tú sleppur inn um tinggáttina ella ikki. Beinir Johannesen vísir á, at har vóru nógv valevni, ið ikki komu inn, hóast tey vóru farin djúpt í lummarnar fyri at reka val­stríð. Sjálvur hevði Beinir Jo­hanne­ sen spart eitt sindur upp til val­ stríðið, men í heila tikið heldur hann seg hava ført eitt forsvarligt val­stríð, har veljarin legði størri dent á politiskan boðskap og tað at koma í kontakt við valevnini. Ung størri ávirkan Tað verður í størri mun neyðugt hjá politisku flokkunum at fyrihalda seg til tey ungu frameftir, heldur Beinir Johannesen. - Tað verður ofta hugsað um at hava nógvar kvinnur á listanum, kanska eisini tí at nógvar kvinnur velja kvinnur. Og tað er møguligt, at tað sama verður galdandi fyri tey ungu - at ung velja ung. Hetta er ikki uttan orsøk, held­ ur Beinir Johannesen, tí at ungir veljarar eru ein rættiliga stórur málbólkur. - Eg trúgvi eisini, at flokkarnir fara at leggja størri dent á at fáa ung fólk á listarnar. Eg trúgvi, at ung tingfólk eru komin fyri at vera, sigur Beinir Johannesen.