hósdagur 5. september 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 102
16
TEMA: Unga innrásin
Ungmannafeløgini
standa sterkari
STEINAR PATURSSON
T
að liggur eitt serlig álit
á tær, tá tú ert vald inn
sum nummar tvey á
listanum fyrstu ferð, tú
stillar upp - serliga, tá fleiri floks
profilar fella.
Tað heldur Ingilín D. Strøm,
sum fekk 543 atkvøður til løg
tingsvalið.
- Tað liggur ein trunki av fólki
beint undir markinum, sum ikki
komu inn. Eyðgunn, Kristianna,
Rigmor, Jónleif - tey tingfólkini,
ið sótu áðrenn. Tað følist løgið, at
tey ikki eru har meira, og at eg eri
í tingbólki við øðrum fólki, sigur
Ingilín D. Strøm, sum kortini legg
ur aftrat, at tað er kortini gott at
nýggj fólk koma til, og mest av
øllum er neyðugt við einari javn
vág millum nýggj og roynd ting
fólk.
- Men tað er ótrúligt at hava
fingið hetta álitið frá so nógvum
fólkum.
Ungmannafeløgini
eru týdningarmikil
- Eg haldi í øllum førum, at vit
síggja nú, at ungmannafeløgini
hava nógv at siga. Tey hava fingið
síni egnu mandatir. Og tað gevur
eisini flokkinum eina eyka orku
at hava ungmannafelag, sigur
Ingilín D. Strøm, nú fýra valevni
frá politiskum ungmannafeløgum
hava fingið tingsess.
Ingilín D. Strøm leggur dent á,
at umframt praktisku hjálpina,
ið ungmannafeløgini veita,
so er moralski stuðulin eisini
týdningarmikil og styrkjandi.
Ungmannafeløgini hava fingið
meira rúm frá móðurflokkunum,
og hetta hevur eisini havt við
sær, at ungmannafeløgini standa
sterkari, heldur Ingilín D. Strøm og
leggur aftrat, at ungmannafeløgini
eru eisini styrkt í tí, at fleiri ung
fólk eru í Føroyum nú enn áður.
Samstundis er fíggjarliga bak
landið í ungmannafeløgunum
eisini ein lítil stuðul, tá farast skal
í valstríð. Pengarnir eru tó ikki alt,
og neyðugt er eisini at draga upp á
aðrar kreftir frá ungmannafeløg
unum.
- Men valstríðið verður annar
leiðis, tí at tú ert vanur við at gera
nakað, uttan at hava pengar. Tað
er ymiskt frá ungmannafelag til
ungmannafelag, men í mínum
ungmannafelag eru nógv kreativ
fólk, sum tú kanst heita á. Tá fært
tú ikki brúk fyri so nógvum peng
um, tí tit kunnu gera nógv sjálvi,
sigur Ingilín D. Strøm
Haraftrat vísir Ingilín D. Strøm
á, at tað er ørkymlandi, at fólkið
ikki veit, hvar pengar til valstríð
hjá teimum ymsu valevnunum
koma frá, og at tað er óskiljandi,
at tað ikki er lóggivið fyri gjøgn
umskygni í valstríði fyri langari
tíð síðani.
Betri samstarv millum
ung tingfólk
- Tað er lættari fyri fólk, sum akk
urát eru komin inn í politikk, at
samstarva, í mun til tey, sum hava
verið í politikki leingi og kanska
kenna hvønn annan upp á ein
annan máta. Tað er heilt sikkurt
eitt vald, sum politisku ung
mannafeløgini nú hava fingið,
sigur Ingilín D. Strøm.
Ungmannafeløgini, kanska ser
liga Unga tjóðveldi og Sosialistisk
ung, hava havt nógv samstarv
frammanundan, og hava fleiri
ferðir skipað fyri tiltøkum saman.
Hetta kann flyta seg inn í tingsalin,
men tað er kortini altíð ein vandi
fyri, samgongu- og flokspolitisk
atlit hava við sær, at samstarvið
kanska ikki gerst so gott, sum tað
er uttan fyri tingið.
Demografiskar
broytingar seta krøv
Demografiska broytingin í Før
oyum hevur við sær, at tað er enn
meira týdningarmikið at hava ung
fólk á tingi, tí at tað er umráðandi
at hava umboðandi fólkaræði,
heldur Ingilín D. Strøm. Men
hóast ungdómsumboðanin er
batnað hesaferð, so er ein onnur
umboðan, ið er versnað.
- Ein nógv størri trupulleiki er,
at vit hava bara átta konufólk á
tingi. Har eru eisini aðrir minni
lutabólkar í Føroyum, sum ikki
eru umboðaðir. Og eg haldi, at tað
er ein trupulleiki, at teir ikki eru
í politiska landslagnum í stóran
mun. Eg haldi, at vit skulu styrkja
fólkaræðið við at styrkja teir
bólkarnir, sum umboða ung, sum
umboða kvinnur og sum umboða
nýføroyingar. Vit kunnu fáa eina
breiðari umboðan, so tað ikki bara
eru miðaldrandi menn, sum sita í
løgtinginum.
Umhvørvispolitikk
úr andstøðu
Størsta hjartamálið hjá Ingilín D.
Strøm er umhvørvisviðurskifti, og
eins og hjá Hervør Pálsdóttir er
líkt til, at umhvørvispolitikkurin
á hesum sinni skal førast úr and
støðu. Ingilín D. Strøm fegnast tó
um, at allir flokkarnir komu inn á
umhvørvismál undir valstríðnum.
- Um hesir flokkarnir fáa
mannað eina samgongu, so hopi
eg, at tað fer at halda við um
hvørvismálunum, og so fari eg
ikki at seta meg ímóti tí polit
ikkinum, sum verður førdur á tí
økinum. Sjálvandi fari eg at royna
at samstarva um tey umhvørvis
málini, sum koma. Um tað ber til,
so royni eg eisini at seta mín dám
á tey.
Sjálvt um samgongan hevur
mist sín meiriluta, so hevur hetta
verið eitt gott umhvørvisval, vísir
Ingilín D. Strøm á.
- Eg kann nevna Bjørt Samuel
sen, Sirið Stenberg og Hervør Páls
dóttir, sum allar hava umhvørvið
sum hjartamál. So eg vóni, at
tað ber til at arbeiða víðari við
tí - eisini tvørtur um andstøðu og
samgongu.