hósdagur 5. september 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 102
17
Ung tingfólk fokusera upp
á ideologiska stavnhaldið
STEINAR PATURSSON
H
eldur óvæntað kom
Bjarni K. Petersen inn
sum fremstur á list
anum hjá Framsókn.
Hóast Bjarni K. Petersen hevur
roynt seg á tingi nøkur skifti sum
eykamaður - hesa seinastu ferð
síðan februar mánaða, tá Hanna
Jensen fór í landsstýrið - so hevði
hann ikki væntað við undirtøkuni,
ið hann fekk hesaferð.
- Eg hugsaði, at kanska eg standi
og berjist um pláss nummar tvey.
Ella um vit fáa tríggjar tinglimir,
so kanska eg standi og berjist um
nummar trý. Men eg hevði ikki
roknað við at verið toppskorari.
Floksformaðurin var um at
fella, og Bjarni Petersen endaði
fremstur á listanum, men for
manssessurin hevur ikki verið
uppi at venda enn. Neyðugt verð
ur tó at fundast um íkomnu støð
una, heldur Bjarni Petersen.
Ein fyrimunur at
vera feskur
Tað er ein greiður fyrimunur at
hava ung fólk á tingi, haldi Bjarni
K. Petersen. Í mun til onnur, ið
hava sitið á longri á tingi og hava
havt tilknýti til flokkin longri, so
hava ung og nýggj tingfólk ikki ta
somu barlast, og hetta kann føra
við sær betri samstarv.
- Tey hava kanska ein tendens
til ikki at tríva í tað, sum farið er;
undanfarnar samgongur, und
anfarin stríð, sum flokkarnir hava
havt. Tað fyllir ómetaliga lítið. Tað
snýr seg um sakina. Tey bera lítið
agg - hóast tað skal sikkurt koma
- men tað snýr seg um at arbeiða
fyri sakina og at fokusera upp á
ideologiska stavnhaldið, sigur
Bjarni K. Petersen.
Haraftrat er gott við nógvum
ymiskum perspektivum í tingar
beiðinum, og har er perspektivið
hjá teimum ungu eisini ein natt
úrligur partur saman við per
spektivum frá pensionistum,
vinnulívsfólki og øðrum demo
grafiskum bólkum, heldur Bjarni
Petersen.
Ung valevni hava tyngd
Tað er ein nýggjur politiskur
realitetur, at ung valevni hava
tyngd, og hetta er nakað, ið flokk
arnir mugu fyrihalda seg til.
Nú verður tað ikki gott nokk
meira bara at koyra eitt ella tvey
ung fólk undir 30 á listan bara fyri
at pynta upp á listan. Nú fara tey
ungu at fáa vekt, so flokkarnir
mugu hugsa um, hvønn tey seta
á listan, tí tey síggja, at tey ungu
hava potentiali fyri at koma inn.
Flokkarnir áttu at givið tí størri
ans, enn teir hava gjørt, heldur
Bjarni K. Petersen.
Bjarni K. Petersen vísir tó á, at
tað kann vera, at talan er um eitt
undantak hesaferð, og at til næsta
val verður ungdómsumboðanin
burtur aftur, men at tað undir
øllum umstøðum er áhugavert,
at fýra tinglimir eru undir 30 ár í
somu tingsetu.
Stóran týdning
við politisku
ungmannafeløgunum
Tað er ikki alneyðugt at vera partur
av politiskum ungmannafelag,
men ætlar tú tær inn í politikk, eru
ungmannafeløgini ein nattúrlig
lopfjøl til politisku lívsleiðina.
Bjarni K. Petersen hevur sjálvur
verið partur av Framsøkin ung
síðan 2012.
- Eg havi verið har í sjey ár, og
av tí sama havi eg lært politiska
handalagið, politisku prosessirnar
og eitt sindur um retorikk og
marknaðarføring. Samstundis
havi eg eisini fingið eitt stórt net
verk, og tú tilognar tær nógvar
kvalitetir við at vera í einum tílík
um felagsskapi.
Stuðulin frá ungmannafelagn
um í valstríðnum var heldur ikki
at forsmáa, og stuðulin gevur val
evnunum meira rásarúm at føra
politikk.
- Hjá okkum hava Framsøkin
ung havt ómetaliga stóran týdn
ing. Eg giti, at tað er tað sama hjá
hinum flokkunum, ið hava fingið
valevni inn. Tey gera alt fótar
beiðið. Tey hanga plakatirnar
upp, tey deila uppsløg, tey reka
vegna ein. So bara um ein limur í
ungmannafelagnum hevur fingið
tvær atkvøður heldur enn eina, so
er longu okkurt vunnið.
- Eg hevði ikki fingið líka gott
valúrslit, um eg ikki hevði bak
landið við. Tey hava verið ómeta
liga ófør, sigur Bjarni K. Petersen
sum eisini vísir á, at hóast tað
kann tykjast eitt sindur vónleyst
av og á, so eru ungmannafeløgini
eisini við til at mynda politikkin
hjá flokkinum uttan fyri valárini,
og at tey á tann hátt eisini gera
stóran mun.
Ung tingfólk kunnu
eisini fara í landsstýrið
Bjarni K. Petersen endaði saman
við Beinir Johannesen og Ingilín
Strøm á evstu rókum í flokkinum
til valið, og hann sær einki til
hindurs fyri tí, at ungir tinglimir
við tryggum mandati fáa pláss í
landsstýrinum.
- Nú fáa vit at síggja, hvussu
tað útfoldar seg í samgonguni. Hjá
einum atkvøðuslúki sum Beinir
Johannesen, har hevði tað virkað
mær nattúrligt, at hann fór út í
landsstýrið. So veit eg ikki, hvussu
tað verður við okkum trimum,
sum síggja út til at fara í andstøðu.
Men nú eru vit fýra. Kjansurin fyri
at onkur endar í landsstýrinum er
høgur.
Bjarni K. Petersen leggur aftrat,
at hóast tað í summum førum
kann vera ótaktiskt at seta ung
fólk í landsstýrið, so hevur tað eitt
ávíst signalvirði eisini, at flokk
arnir hava álit á teimum ungu.
- Tað er eisini ymiskt frá
stjórnarráði til stjórnarráð - og
samstundis eisini frá persóni til
persón - men eg haldi ikki, at tað er
heilt ómøguligt at hava ung lands
stýrisfólk undir 30, sigur Bjarni K.
Petersen.