Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 102 18 TEMA: Unga innrásin Hóast nógv nýggj ung valevnir blivu vald á løgtingsvalinum leygardagin er miðalaldurin á nýggju tinginum eldri enn fyri fýra árum síðan. Aldursmunurin millum tey yngstu og elstu tingfólkini er vorðin munandi størri, flestu tingfólk eru í hálvtrýssunum, meðan eingin tingfólk eru í tretivunum. Vit hava hugt eitt sindur nærri at aldurssamansetingini á tingi HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO F leiri nýggj ung andlit verða at síggja tá nýggja tingið í næstu viku verður sett. Tað er greitt, aftaná at tað eydnaðist met nógvum valevn­ um í tjúgunum at vinna sess á valinum leygardagin. 22 ára gamli Beinir Johannesen hjá Fólkaflokkinum er nú yngsti persónur nakrantíð, ið er valdur á ting, og tekur harvið gamla metið hjá Jákup í Jákupsstovu, ið bleiv sett í 1945, meðan 23 ára gamla Hervør Pálsdóttir hjá Tjóðveldi er yngsta kvinnan, ið er vald á ting. Harumframt eydnaðist tað eisini hjá 28 ára gomlu Ingilín Strøm úr Javnaðar­flokk­ inum og 25 ára gamla Bjarni K. Petersen úr Framsókn at vinna ein tingsess. At so nógv ung fólk vinna sæti á tingi er óvanligt, og sæst tað millum annað á val­úrslitinum fyri fýra árum síðan, tá yngsti tingmaðurin var Jógvan Skorheim, for­maður í Sjálvstýrinum, ið tá var 33 ára gamal. Altso 11 ár eldri enn yngsti ting­ mað­urin, ið tekur sæti nú, og eldri enn fýra tingfólk í nýggja tinginum. Eldri ting Men hóast aldurin á teimum yngstu tingfólkunum er vorðin yngri, er miðal­ ald­urin á nýggju tingmanningini eldri enn hjá fráfarandi tingmanning, tá samanborið verður við miðalaldurin, tá tey tóku við fyri fýra árum síðan. Tá var miðalaldurin á tingfólkunum 51,3 ár, meðan nýggja tingið hevur ein miðalaldur á 51,9 ár. Orsøkin er, at hóast nógv nýggj ung andlit eru at síggja á tingi, vóru eisini mong eldri kend andlit afturvald. Harímillum Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, ið hevur sitið 31 ár á tingi og er 72 ára gamal, sum bleiv afturvaldur saman við floksfelaganum Heðin Mortensen, ið er 73 ára gamal. Harumframt kunnu Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, 66 ár, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, 66 ár, og Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, 63 ár, allir vænta at náa pensjónsaldur áðrenn næsta løgtingsval. Aldursforseti í nýggja tinginum er kort­ ini Poul Michelsen úr Framsókn, ið er 75 ára gamal. Hann fær sostatt heiðurin at seta nýggja tingið, tá tað savnast fyrstu ferð. Ein heiður, ið hann eisini hevði fyri fýra árum síðan, tá hann eisini var elst valdi tingmaður. Merkisvert er, at tað eru heili 53 ár á muni millum Poul Michelsen og Beinir Jo­ hanne­sen, ið er yngsti tingmaður. Ein mun­ ur í árum, ið er eitt vet størri enn miðal­ald­ urin á tingi. Aldursbólkar Ein ávís broyting er eisini farin fram í samansetingin av aldursbólkum, tá sam­ anborið verður við fyri fýra árum síðan. Talva 2 vísir, at allir tingmenn uttan fýra vóru í aldrinum millum 40 og 69 ár, harav 24 tingmenn vóru millum 40 og 59 ár. Sostatt hevur talan verið um eina tingmanning, ið hevur verið rættiliga eintáttað í aldri. Av teimum fýra tingmonnunum, ið ikki vóru millum 40 og 69 ár, vóru tveir í tretiv­ unum og tveir 70 ár ella eldri. Samansetingin í nývalda tinginum er munandi øðrvísi. Talva 1 vísir ikki bara hvussu flestu tingfólk nú eru at finna í aldursbólkinum 50 til 59 ár, men eisini at spennið millum tey elstu og yngstu er vorðin munandi størri, umframt at teir yngstu og elstu aldursbólkarnir eru vorðnir størri. Fýra tingfólk taka í næstu viku sæti á tingi, ið eru millum 20 og 29 ár, meðan trý tingfólk eru eldri enn 70 ár. Merkisvert er eisini, at føroyingar valdi ongan persón á ting, ið er millum 30 og 39 ár. Bólkurin 40 til 59 ár er kortini enn tann størsti aldursbólkurin á tingi, og teljast 26 tingfólk í honum. Tjóðveldi yngst Um hugt verður eftir miðalaldrinum hjá teimum ymisku flokkunum er tað einans Tjóðveldi, ið hevur ein tingmanning, ið er munandi yngri enn miðalaldurin á tingi. Miðalaldurin hjá Tjóðveldi er 45 ár, ið er trý ár yngri enn fyri fýra árum síðan. Yngst er 23 ára gamla Hervør Pálsdóttir, meðan elsta tingfólkið er Bjørt Samuelsen, ið er 54 ára gomul. Hóast Beinir Johannesen er yngsti ting­ maður nakrantíð, vaks miðalaldurin hjá tingmanningini hjá Fólkaflokkinum sam­ an­borið við síðsta val. Tá var miðalaldurin hjá tingmanningini 51 ár, meðan hann á valinum leygardagin bleiv 52,75 ár. Orsøkin er, at tað í stóran mun er talan TINGIÐ BL Aldrin áður eru so nógv tingfólk yngri enn 30 vald á ting