Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 102 19 um somu tingmanning, ið bleiv vald fyri fýra árum síðan. Fimm av teimum átta tingfólkunum blivu afturvald, meðan hinir báðir, ið blivu valdir, umframt Bein­ir Johannesen, vóru 50 ára gamli Uni Ras­mus­ sen og 59 ára gamli Christian Andrea­sen. 12 ár á muni Nakað tað sama ger seg galdandi hjá Sam­ bands­flokkinum, har aldursmunurin mill­ um yngsta og elsta tingmannin einans er 12 ár. Miðalaldurin í Sambandsflokkinum er 54 ár, meðan hann var 51,6 ár fyri fýra ár­um síðan. Yngsti persónur í tingmanningini er floks­formaðurin Bárður á Steig Nielsen, ið er 47 ára gamal, meðan bæði Johan Dahl og Rósa Samuelsen, ið eru nývald, eru elst í tingmanningini. Sostatt eru tað tvey av nýggju tingfólkunum hjá Sam­bands­flokk­ in­um, ið hála miðalaldurin upp, meðan 52 ára gamli Helgi Abrahamsen og 50 ára gamli Frimodt Rasmussen, eru í yngra end­an­um í tingmanningini. Meðan miðalaldurin hjá tingmanningini hjá Sambandsflokkinum er vaksin við nøkrum árum, stendur tann hjá Javn­að­ar­ flokkinum á stað, hóast tingbólkurin hevur tveir av elstu tingmonnunum í nýggja tinginum við Henrik Old, 72 ár, og Heðin Mortensen, 73 ár. Miðalaldurin hjá nýggju tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum er 51,1 ár, meðan hon fyri fýra árum síðan var 51,75 ár. Ser­ liga er tað nýggja tingkvinnan Ingilín Strøm, 28 ár, ið hálar miðalaldurin niður, men eisini Djóni Nolsøe Joensen, 47 ár, Bjarni Hammer, 44 ár, Jóhannis Joensen, 48 ár, og Aksel V. Johannesen, 46 ár, eru viðvirkandi til, at miðalaldurin heldur seg fyrst í hálvtrýssunum. 15 ár eldri Elstu tingmanningina eigur elsti flokkur í føroyskum politikki Sjálvstýri, har einasti tingmaðurin hjá flokkinum er 63 ára gamli borgarstjórin á Tvøroyri Kristin Michelsen. Tað er munandi eldri enn fyri fýra árum síðan, tá miðalaldurin á tingmanningini hjá Sjálvstýri var 48,5 ár. Tá átti Sjálvstýri eisini yngsta tingmannin, ið var 33 ára gamli floksformaðurin Jógvan Skorheim, meðan hin tingmaðurin var 64 ára gamli Kári P. Højgaard. Næstelsta tingmanning er tann hjá Mið­ flokkinum. Jenis av Rana er 66 ára gamal og Bill Justinussen er 56 ára gamla. Tað gevur ein miðalaldur á 61 ár, og tá ting­ mann­ingin var tann sama fyri fýra árum er mið­alaldurin eisini vaksin við fýra árum. Hjá tí síðsta av teimum lítlu flokkunum munar tað væl, at 25 ára gamli Bjarni K. Petersen vann sæti á tingi. Tá 75 ára gamli Poul Michelsen er hitt umboðið hjá flokk­ inum gevur tað ein miðalaldur á 50 ár. Tað er seks og eitt hálvt ár yngri enn fyri fýra árum síðan, tá Hanna Jensen, tá 42 ára gomul, vann hin sessin hjá Framsókn. EIV ELDRI Fleiri av veteranunum á tingi blivu afturvaldir á valinum