hósdagur 5. september 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 102
20
Heiðrun í Libanon við Reyða Krossi
Heiðrun Hammer
Erlingsson
Fyrst í August var eg so heppin at
sleppa sum sjálvboðin til Libanon
saman við Reyða Krossi, at síggja
hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í
økinum. Í hesi lítlu vikuni upplivdi
eg eina rúgvu, bæði av góðum og
av ringum.
Libanon er eitt lítið land á stødd
við Jylland, tó við heili 6 milliónum
íbúgvum. Av hesum 6 milliónum
er 1/3 flóttafólk. Hesi flóttafólk
eru í høvuðsheitum Sýrar, ið eru
flýddir frá borgarakríggi í teirra
heimlandi.
Tað hevur verði fantastiskt at
lært hesi fólk at kenna. Vit brúktu
meginpartin av ferðini á teimum
ymisku flóttafólkalegunum í
Libanon. Alllastaðni vit fóru
vóru vit møtt við gestablídni og
kærleika, bæði frá børnum og
vaksnum. Børnini vóru serstakliga
fegin at fáa vitjan. Tey vóru
forvitin at vita hvaðani vit komu,
og hvat vit gjørdu “heima” hjá
teimum. Tey komu rennandi yvir
til okkum og spurdi um vit tímdi
at spæla. Vit brúktu nógva tíð
saman við børnunum, meðan tey
lærdu okkum nógv ymisk spøl og
ramsur frá teirra barndómi í Sýria.
Tað var fantastiskt at hoyra um
teirra dreymar. Tey vóru sera ivrig
at fortelja okkum hvat tey vildu
vera, tá tey blivu stór. Tey mest
vanligu svørini vit fingu vóru
“Politi”, “Hárfríðkari” og “Sangari”.
Men samstundis sum tað var
eitt sera gott upplivilsi at møta
hesum børnum, so var tað eisini
ógvuliga ringt at skilja alt tað,
ið tey høvdu upplivað í teirra
stutta lívi. Nógv teirra hava mist
foreldur, systkin ella vinir undir
krígnum, og enn fleiri teirra liva
við sálarligum avleiðingum av at
hava vitnað so nógvan ræðuleika
á einum so ungum aldri.
Vit brúktu eisini nógva tíð inni
hjá foreldrum teirra. Tey vóru
sera blíð og altíð klár at fortelja
um lív teirra og hjálpa okkum
at skilja hesa truplu støðu. Inni
í hvørjum einasta húsi vit komu
í, fingu vit bjóðað okkurt til
matna ella ein vatnsopa. Tað var
ógvuliga rørandi at vera møtt við
so nógvum gestablídni frá fólki,
ið annars hava so lítið um hendi.
Tær samrøður, ið vit høvdu,
varpaðu veruliga ljós á tann
veruleikan, ið so nógv menniskju
liva í. Samstundis var tað eisini
flott at síggja, hvussu viljasterkar
hesar familjur eru. Teirra størsti
dreymur var, at børn teirra kunnu
fáa eina virðiliga útbúgving,
soleiðis at tey ein dag sjálvi kunnu
gerast sjálvbjarging og kunnu
hjálpa øðrum í neyð.
Enn er ein langur vegur til
at vit fáa loyst hendan stóra
trupulleikan, og ein langur vegur
til, at hesi menniskju aftur kunnu
fáa eitt virðiligt lív í tryggleika.
Reyði Krossur arbeiðir hvønn
dag við at hjálpa hesum fólkum
til ein betri gerandisdag. Hetta
inniber alt frá at veita mat og
drekka til sálarliga hjálp. Nógvar
eldsálir brúka alla teirra tíð og
orku sum sjálvboðin, at hjálpa
medmenniskjum, ið hava stóran
tørv á tí. Vónandi gerst talið av
hesum eldsálum størri, tí tað er
ongin ivi um, at stórur tørvur er
á tí.
Hóast vit liggja langt burturi,
ber tíbetur eisini til at hjálpa her
í Føroyum. Eitt nú ber til at gerast
innsavnari til landsinnsavningina,
har mann gongur við bússum
frá húsi til hús at savna inn
pening. Tað tekur áleið 2 tímar
og innkomni peningurin verður
brúktur til hjálpararbeiðið antin
úti í heimi og her í Føroyum. Í ár
fáa 4 innsavnarar enntá gávubræv
á kr. 2000 frá Atlantic Airways.
Fáið nú Suðuroynna við í almenna rómin
í landinum
Hergeir Nielsen
Vit skriva 2019, og føroyska sam
felagið fer við oysandi ferð fram
við Suðuroynni og hennara møgu
leikum.
Meðan vit bíða eftir einari
størri loysn 8-10 ár frammi í tíðini,
eiga vit at bøta um verandi leið
sum frægast.
Vit eiga at seta ábøtir inn í
komandi samgonguskjal, eins og
vit gjørdu í 1998 við avtaluni um
at dagføra sambandið um Suður
oyarfjørð.
Tá fingu vit verandi Smyril,
sum var ein fulltreffari, men sum
longu nú er vorðin ov lítil og slitin.
Fleiri møguleikar eru fyri eini
nýggjari dagføring, so at ferð
andi um Suðuroyarfjørð merkja,
at tey eru ein gyldugur partur av
samfelagnum á sama kostnaðar
støði, sum restin av samfelagnum
hevur.
1. Smyril skal sigla + ein túr
um samdøgurði, og bilar skula
kunnað koyra ótarnaðir umborð
á Krambatanga frá kl. 5 á morgni.
2. Persónbilar skulu í land
áðrenn lastbilar.
3. Ein eyka leið skal skipast
Hvalba Sand við katamarani til
ferðafólk. Til ber at fremja hesa
skipan umvegis heimasíðuna hjá
ssl og sms-skipanina, so at ferðin
kann bíleggjast áðrenn fráferð og
avlýsast, tá ið líkindi ikki eru.
4. Tyrlusambandið skal økjast
munandi.
5. Cateringtænastan skal bøt
ast munandi.
Verið nú so røsk, og fái hesar og
líkandi avtalur upp á skrift, so at
umsitingin ikki kann skeiklað tær
á leiðini fram.
VIÐMERKINGAR