hósdagur 5. september 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 102
21
Eftirlýsingin
hjá løgregluni
gav einki úrslit
Løgreglan leitar framvegis eftir
einum manni, sum rændi eina
kvinnu í Havn um ólavsøkuna
ÁKI BERTHOLDSEN
AKI@SOSIALURIN.FO
T
íverri hevur tað ikki
givið nakað úrslit enn,
so vit leita enn.
Tað sigur Halltóra
Joensen hjá løgregluni og sostatt
hava tey ikki fingið greiði á einum
ráni í Havn um ólavsøkuna.
Tað var tann 27. juli, umleið
klokkan trý um náttina, ein ein
maður rændi ein ryggsekk frá
eini kvinnu á krossvegnum R.C.
Effersøesgøtu og Gripsvegnum í
Havn.
Í eini roynd at finna fram til
mannin, varð hann eftirlýstur
alment í farnu viku. Saman við
eftirlýsingini var ein skitsa, sum
vísir mannin og áleið, hvussu
hann sá út, umframt ein mynd av
ryggsekkinum.
Men Halltóra Joensen sigur,
at enn hevur efturlýsingin ikki
givið nakað úrslit, og sostatt leita
tey víðari.
– Talan er um eitt rán og tað er
sera álvarsligt, sigur hon.
Hon sigur, at tey høvdu vónað,
at fólk høvdu lagt merki til mann
in, serliga tí hann var í rættiliga
sermerktum klæðum. Serliga
buksurnar, sum vóru gráligar nið
ur á tjúkkan og við grønari rond
niðast.
Ránsmaðurin var í gráari blusu
ella T-blusu, men annars var hann:
– Ljósur í húðini
– Ímillum 30 og 35 ár
– Umleið 175 høgur
– Vanliga bygdur
– breitt andlit
– Stutta pannu
– Herðabreiður
– Ramligur
Og annars hevði hann myrkt,
stutt hár og skeggstubbar.
So skuldi tað verið onkur, sum
kennist við hann, ella ryggsekkin,
verður heitt á tey um at seta seg í
samband við løgregluna.
Eitt ár og tríggjar mánaðir
treytaðan dóm fyri siðamisbrot
Maður fekk í dag dóm fyri
at hava gjørt seg inn á fleiri
smágentur í árunum 1992 til 1997
STEINAR PATURSSON
STEINAR@SOSIALURIN.FO
M
aðurin, sum í farnu
viku var fyri Føroya
rætt fyri at hava
gjørt seg inn á fýra
smágentur, varð í dag dømdur 15
mánaðar fongsulsrevsing.
Fongsulsrevsingin
var
treytað av, at hann einki
revsivert ger komandi tvey
árini, umframt at hann ger 200
tímar av samfelagstænastu,
og at hann er undir eftirliti hjá
Kriminalforsorgini.
Ágangurin gekk fyri seg frá
árunum 1992 til 1996, og maðurin
varð ákærdur fyri brot á grein
216 stk. 2 sambært grein 224, ið
er annað kynsligt samband enn
samlega við børn undir 12 ár.
Genturnar, ið allar eru vaksnar í
dag, vóru millum trý og níggju ár,
tá ágangurin gekk fyri seg.
Dómarin vísti á, at maðurin
var dømdur fyri málini 1, 2 og
4, men at ákærin hevði ikki
nøktandi próvførslu fyri, at í máli
nummar trý var talan um annað
kynsligt samband enn samlegu,
og at málið var sostatt fyrnað, tí
tað fall undir blúnisbrot, ið hevur
linari revsirammu.
Fyrning av málunum er tengd
at revsirammuni fyri lógarbrotið,
og tí var triðja málið fyrnað.
Dómarin gjørdi eisini greitt,
at talan var ikki um eitt lætt mál
at avgreiða, tí fyrningarlóggávan
var broytt fleiri ferðir, síðan
lógarbrotið var farið fram, og at
nógv arbeiði var farið í at kanna,
um hvørt málini vóru fyrnað ella
ikki.
Ákærin hevði kravt tvey ára
treytaleysa fongsulsrevsing,
umframt at maðurin skuldi
gjalda endurgjald. Verjin hevði
kravt frídøming til mannin.
Dómarin kom ikki til nakra
greiða niðurstøðu í málinum
um endurgjald, men segði, at tað
mátti roynast sum borgarligt
mál.
Ránsmaðurin líkist tí á
hesari tekningini. Legg
serliga merki til buksurnar
Soleiðis sá ryggsekkurin
út, sum var stolin