Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 102 22 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 3. partur O fta hevur staðið á hjá okkara siglandi fólki. Tað gjørdi tað eisini við Hjørdis í 1954. Hjørdis var ein fransa­skonn­ art, umbygd til trolara, merkt til 186 tons. Hon var umbygd í 1946 á BMW til trolara. Hjørdis varð bygd í St. Malo 1921 og æt tá Jeanne & Jeannine. Fa. S. P. Petersen´s Eftf. keypti skonnartina 17. febr. 1930. Skipið var uppkallað eftir dóttur Pidda, sum reiðarin var nevndur. Hon var gift við Oddfríð Gregersen í Gøtu. Í 1946 fekk Hjørdis nýggjan motor, ein B.M.W. 620 hestar. Tað vóru seks sylindarar í honum. Smyrjioljan, sum varð nýtt, var neyvan tann besta, og tí kom motorurin at slítast so skjótt. Teir høvdu brúk fyri einum smyrjara, 2. meistara, í 1953, og tá fór eg við. Motorurin var so sum so, og hann skuldi reinsast javn­ an. Hetta var eitt stórt arbeiði hjá mask­in­ monn­unum. Bragdið hjá Evaldi Her skal verða endurgivin frásøgn hjá Frits Johannesen um, tá ið eldur kom í Hjørdis í 1954. Hon er grundað á samrøðu við Hjalmar Joensen og Evald sjálvan. Evald er ikki tann, sum ger so nógv burtur úr sær sjálvan. Tískil er søgan um bragdið hjá honum frá Hjalmari. Evald sigldi tvey ár við Hjørdis, og var hann við lagnutúrin, tá ið Hjørdis brann. Ein av manningini, Hjalmar Joensen, var komin til skaða og hevði mist tummilin. Tí máttu teir sigla inn við honum, og full ferð varð sett á motorin. Skipið var fult upp undir lúkurnar, og teir høvdu 120 tons inni. Teir skuldu bara gera eitt hál afturat, so hevði kósin verið sett heim. Eldur kemur í motorin Aftaná hetta óhappið við Hjalmari varð trolið tikið inn, og full ferð koyrd á motorin inn ímóti Føroyingahavnini. Evald fór niður at hyggja at motorinum. Skamma stund eftir hetta kom hann upp aftur og segði frá, at eldur var í motorinum. Hann rann upp á brúnna, boðaði frá eldsbrunanum, og rópt varð út á dekkið, at eldur var í maskinrúminum. Eldur var komin í luftkanalina í motorinum, og fór hann um alt maskinrúmið beinanvegin. Eldurin breiddi seg skjótt, og tí ráddi um at bera skjótt at. Bjargingarbátarnir vórðu lyftir av bátastólunum við gilsinum, sum varð lagdur um koppin á spælinum. Tíbetur gekk motorurin, so manningin fekk brúkt spælið. Spælið var reimdrivið og kundi brúkast so leingi, eldurin ikki hevði brent reimarnar. Hjalmar leyp niður í tann fyrsta bátin og kom væl undan lopinum. Evald lá ímillum bátin og eina tunnu, í tí teir settu bakborðsbát á sjógvin. Hann meiðslaði seg eitt sindur, men slapp væl frá hesum. Øll keysin var næstan sum gløðandi jarn, og var hetta í evstu løtu, at teir fingu bátarnar settar á sjógvin. Steingrim Petersen 1. meistari hevði frívakt og lá og svav í kamarinum frammi í keysini. Evald fór ígjøgnum royk og eld og fekk vakt mannin og so báðir útaftur. Teir vóru ikki álvuligir á at líta, tá ið teir aftur komu í ljósmála. Báðir vóru skáldaðir um andlitið. Hetta má sigast at vera eitt satt bragd, ið Evald útinti, tí stigu teir við síðuna av ristverkinum, sum var at ganga eftir frá messuni og fram í kamarið, fóru teir beint í tann logandi deyðan. Eisini var tað um reppið, at Hans Chr. Anthoniussen, morbróðir úr Oyndarfirði, misfórst. Hann gjørdi sum allir hinir, tá ið hann fór í bátin, men fór niðurfyri. Eiðis Hans, Hans Poulsen, og Rudolf hjá Bakka Jógvan, fingu í krúllin á honum og tóku hann inn um stokkin. Fór hann aftur við borðinum, beið ikki bøtur, tí Hjørdis hevði framskrúvu og sigldi í klingur. Sofus í Rituvík, skiparin, gav boð um, at 10 mans skuldu í hvønn bátin. Evald hevði skrivað nøvnini á manningini á ein lepa, krossaði nøvnini av, og fekk hetta at passa, at 10 komu í hvønn bátin. Tað eydnaðist Sofusi at senda út neyðarkall bert ta einu ferðina, tí eldurin breiddi seg skjótt, at ikki vóru umstøður til at senda meira enn tað eina neyðarkallið. Hetta varð hoyrt – so løgið tað ljóðar – í New Foundlandi av íslendska trolaranum þorkell Mána, sum boðaði trolaranum Egil Reyða frá hendingini. Egil Reyði, sum var eitt sindur sunnari á Fylla bank, setti beina kós ímóti vanlukkustaðnum. Eitt portugisiskt doriuskip var eisini komið á staðið. Tann fyrsti báturin róði til hetta skipið, og vóru teir allir í bátinum tiknir umborð á portugisaran. Hjalmar kundi verið hjálptur í síni sváru støðu av lækna og sjúkrasystrum umborð á hesum skipi, men vildi ikki, sum kanska betri var. Theodor (pápi Frits) lænti neyðsendaran umborð á portugisaranum og sendi neyðarkall út. Tað kann vera ein partur av hesi søgu, at árið eftir fór Egil Reyði á land á Ísafjørðinum. Tá doyði ein føroyingur og fleiri íslendingar. Men tað var eitt undur, at ikki allir doyðu, soleiðis sum líkindini vóru. Evald heldur fram: Hjørdis sakk Viðoyggin kom eisini til hjálpar, og hon fór at sleipa Hjørdis inn í Godthåbsfjørðin, men Hjørdis var so illa farin, at hon sakk í fjørðinum. Manningin kom væl frá hesum, men tað mundi verið ov seint, at partur av mann­ ingini varð varskógvað. Onkur lá og svav, og tað var í síðstu løtu, at eg fekk gjørt vart við, at eldur var í. Hjalmar kom undir læknahond í Godt­ håb og kom fyri seg aftur. Tað sama kom eg sjálvur, sum eisini var eitt sindur meiddur. Nakrir av manningini fóru at rógva út í Grønlandi og komu heim um heystið. Vit aðrir vóru einar 14 dagar har yviri og komu heim við einum týskum frystibáti, sum hevði ført agn til Grønlands. Á sild við Vestmanna Komin heim fór eg á sild við Vestmanna, sum Arbejdernes Trawlerdrift á Tvøroyri, sum var farið á húsagang, hevði átt. Vestmanna skifti seinni navn til Havfarið og koma at hoyra heima á Strondum. Vestmanna skapti annars skipasøgu, tá ið hetta nógv minni skipið sleipaði Marité heim úr Grønlandi í 1953. Her stóð nógv á, og fólk heima vóru bangin um skipið, men teir komu heim í øllum góðum. Bankin átti tá Vestmanna. Reiðaríið á Hjørdis leigaði Vestmanna frá bankanum eitt tíðarskeið, so manningin á Hjørdis kundi fáa sildatíðina á sumri við. Sildareiðskapur var tøkur, so tað lá væl fyri at fara á sildaveiðu. Ein sjáldsom hending var við Vest­ manna. Tíðliga ein morgun kemur kokk­ ur­in at purra meg út. Áðrenn eg eri heilt vaknaður, droymi eg, at eg sum vanligt lyfti lemmin á dúrkinum í kahúttini upp fyri at hyggja, hvussu nógvur sjógvur var í skipinum og at taka eini tvey tøk á feittpressuna til stevnirørið. Tá síggi eg í dreyminum, at so nógvur sjógvur er í skipinum, at lítið vantaði í, at hann kom inn í motorin. Tá eg var vaknaður og komin upp, lyfti eg lemmin at hyggja, um tað var soleiðis, sum eg hevði droymt. Og tá var tað líka nógvur sjógvur, sum í dreyminum. So fór eg beinanvegin fram til Steingrim, meistaran, at siga honum, at vit máttu fara at lensa við dekspumpuni. Hetta var í síðstu løtu at bjarga støðuni. Eg havi mangan hugsað um tað seinni. Ólavur Halgi Í fleiri ár aftaná heimsbardagan var stóri trupulleikin í fiskivinnuni, at flotin var gamal og slitin. Roynt varð at byggja gomul skip um, men hetta var ongantíð betri enn næstbest. Hesi skip vóru ein stórur partur Tað var ein ógvuslig hending, tá ið eldur kom í trolaran Hjørdis í 1954. Evald framdi tá eitt bragd SIÐSØGA : TAÐ VAR DRAMA, TÁ IÐ HJØRDIS BRENDI Í seinasta parti greiddi Evald vitjanina hjá Horst Wessel á Fuglafirði undan krígnum. Flott hevur skipið verið.