Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 102 23 Komandi partur Evald fór seinni at arbeiða á Havsbrún. Eisini verður greitt frá søguni hjá konuni, Jardtrud, og verfamiljuna, sum varð hart rakt undir krígnum. av virkseminum hjá smiðjuni Meka, har eg arbeiddi. Tá ið eitt skip fekk ein nýggjan motor, so skuldi maskinrúmið styrkjast, so tað kundi tola nýggja motorin. Hetta varð eisini gjørt, so gott sum tað kundi gerast við møguleikunum, sum vit høvdu. Men tann rætta loysnin kundi bara vera, at vit fingu endurnýggjað fiskiskipaflotan. Gongdin á hesum økinum byrjaði seinnapartin av 1950-árinum við byggingini av einum stórum tali av línuskipum. Umstøðurnar vóru góðar við hesum skipum, men inn­ tøkan hjá monnunum var ikki tann stóra. Tá er tað, at Føroya Landsstýri tekur ta stóru avgerð at lata byggja tríggjar eftir tátíðini nútímans trolarar í Portugal. Realurin var stovnaður nøkur ár framm­anundan fyri at stuðla upp undir end­ur­nýggjanini av fiskiflotanum. Men tað var ikki uttan iva, at hann fíggjaði hesar trolarar. Ein av teimum, sum var ivandi, var danin Kai Lemberg, sum hevði havt ein virknan leiklut bæði í fyrireikingararbeiðinum undan stovnanini av Realinum og aftaná sum kritiskur grannskoðara. Kai hevur her nakrar áhugaverdar end­urminningar frá hesi tíðini, og tær lýsa eisini væl hendan partin av okkara fiskivinnusøgu. Hann skrivaði: Et af Færøernes første store fremskridt for fornyelse af den færøske fiskeflåde var de samtidige lån til tre store portugisiske trawlere. I min revisionsrapport for det år fremførte jeg nogle kritiske bemærkninger om risikoen ved en så stor samtidig långivning til 3 fartøjer af samme type. Den kritik var man ikke rigtig tilfreds med på Færøerne. Da jeg om sommeren kom til Færøerne for Statsministeriet, deltog jeg i en rundtur til bygder, hvor der havde været store offentlige investeringer - bl.a. til det nyligt moderniserede hospital i Tvøroyri, hvor Elkær-Hansen (ríkisumboðsmaður) og Johan Djurhuus (skrivstovustjóri í landsstýrinum) stolt fremviste et stort nyt fryserum til både medicin og fødevarer. Under middagen efter besøget betroede de mig, at de havde leget med tanken om at ”komme til” at skubbe døren til fryserummet i, når jeg var trådt derind, så jeg kunne blive nedfrosset.” Hetta kundi verið ein máti at teppa mótstøðuna móti hesi ætlan! Var ein av stovnarunum Men landsstýrið gjørdi so sáttmála um hesar trolarar, og fuglfirðingar tóku stigið at bíleggja ein av teimum. Vit vóru fýra, sum í 1958 tóku stig til at stovna Fuglafjarðar Samvinnufelag, og sum komu í fyrstu nevndina. Hinir vóru Herluf Berthelsen, Sjúrður Hentze, Oddfríður Haraldsen og Sofus Eliassen. Partapeningurin var 500.000 kr. Tá ið hugsað verður um, at tímalønin hjá arbeiðara tá var um 4 kr, so var hetta ein stór upphædd tá í tíðini. Fiskimenn settu kr. 5.000 í fyri at útvega sær eitt arbeiðspláss. Tað var eisini nógvur peningur. Hesir portugalstrolarar, sum teir vórðu nevndir, skuldu kosta einar 3 mill. kr., men veruligi kostnaðurin mundi blíva úti við tað dupulta. Á heysti 1959 var trolarin liðugur, og eg var ein teirra, sum fóru til Portugal eftir honum. Hetta gjørdist ein longri ferð. Vit fóru niður við Tjaldrinum og skuldu fara víðari við flogfari til Portugal. Tá ið vit komu til Keypmannahavnar, fingu vit at vita, at trolarin ikki bleiv liðugur fyrr enn ein mánað seinni. Tá var avrátt, at í staðin fyri at fara við flogfari til Portugal, skuldu vit leiga ein buss til ferðina. Hetta gav møguleika fyri at síggja og uppliva fleiri lond í Europa. Vit koyrdu m.a. gjøgn­um Hamburg, Arnhem í Hollandi, gjøgnum Belgia niður til Paris, har vit eisini fóru upp í Eiffeltornið. Vit koyrdu síðani um Pyreneara fjøllini inn í Spania. Tá ið vit komu til Lissabon í Portugal, vóru framvegis níggju dagar eftir, til skipið var liðugt. Ólavur Halgi varð bygdur heilt har norðuri í Portugal, í Viana do Castelomen, men hann skuldi handast í Lissabon. Leiðin heim gekk fyrst til Grimsby, har reiðskapur skuldi takast umborð. Trupulleikar høvdu verið við spælinum á fyrsta trolaranum í hesi røð, Leivi Øssurson. Tí var farið til Keypmannahavnar at fáa tær neyðugu ábøturnar har. Hetta vóru elektrisk spøl, sum illa vóru egnað til trolarar í mun til tey oljutrýstspøl, sum trolararnir vanliga nýttu.. Áðrenn komið var til lands, var roynt at kasta undir Føroyum, har spælið veruliga fekk seg roynt. Tann 1. november 1959 kom Ólavur Halgi á Fuglafjørð, og hann fekk sum rímiligt er eina hátíðarliga vælkomu. Ólavur Halgi kom at fiska í 17 ár. Stóran part av tíðini var Jákup Olaf á Lakjuni skipari. Hann hevði frammanundan verið við Skálaberg sum stýrimaður og avloysaraskipari hjá Kaj Johannesen. Ólavur Halgi kom at hava stóran týdn­ ing fyri Fuglafjørð. Seinni kom hann at vera vaktarskip hjá landinum, til hann varð seldur av landinum aftur. Leif Pedersen í Syðrugøtu hevur annars skrivað eina bók um Ólav Halga. Evald giftist við Jardtrud Larsen. Her eru tey á ungum árum. Hjørdis var tá í tíðini eitt framkomið skip, tá ið hon brann og sakk i 1954. Evald átti sín leiklut í hesi hending. Ólavur Halgi var eitt stásiligt skip tá í tíðini Teir sum vóru eftir Ólav Halga í Portugal. Vinstrumegin frá, ein portugisari, Jóan Jakku Joensen, Jógvan Zachariasen, Martin Johannesen, Jógvan Eliasen, Hansy, kona Dánjal Thomsen, Dánjal Thomsen, Lena Eliasen, Theodor Johannesen, Evald Johannesen, Jardtrud Johannesen, Heri Jøkladal, Ebba, kona Jóanes Joensen, sum var skipari, og Pól Jóhan Midjord