hósdagur 5. september 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 102
26
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
GILLI IKKI VIÐ
Gilli Rólantsson hevur givið avboð til
landsdystirnar móti Svøríki og Spania. Hann
fekk eitt spark í andlitið í seinasta dystinum
fyri Brann Bergen, og tað ávirkar tvøramannin
so nógv, at hann hevur givið avboð. Enn er
ógreitt um ein avloysari verður innkallaður.
TRÓNDUR ARGE
S
unnukvøldið
skal
føroyska fótbóltslands
liðið aftur spælt móti
Spania í Gijón. Seinast
liðini møttust í Spania var tann
11. oktober 1997. Eitt leygarkvøld,
sum setti Jens Kristian Hansen á
føroyska landsliðskortið.
-Hatta er málið tey minnast
meg fyri, sigur Jens Kristian
Hansen, meðan hann sær málið
umaftur á sjónbandi. 11. oktober
í 1997 er ein dagur, sum fyrr
verandi landsliðsspælarin aldrin
fer at gloyma.
Árið fyri vinnur Spania 6-2 á
Svangaskarði. Todi Jónsson og
Uni Arge skora føroysku málini.
Todi Jónsson javnar til 1-1, men
seinastu tíggju minuttirnar
skrædnar í verjuspartinum.
-Eg minnist at vit vóru ikki
nøgdir, tí vit lata fleiri mál inn
í seinastuni. Tað er eitt sindur
keðiligt at tapa 6-2, eftir at hava
javnað til 1-1 og hildið teimum
til meir enn ein tími er spældur,
sigur Jens Kristian Hansen.
Frammanfyri áleið 30 túsund
áskoðarunum á El Molinon
leikvøllinum í norðurspanska
býnum Gijon stríðist føroyska
landsliðið aftur móti yvirmaktini
úr Spania. Luis Enrique úr FC
Barcelona hevur lagt heimaliðið
á odda, meðan áleyparin úr Real
Betis, Oli, hevur økt til 2-0.
Tað er ein minuttir til hálv
leiks og Jan Allan Muller fær
viðgerð uttanfyri vøllin, meðan
John Petersen ikki fær runnið.
-Vit eru bara níggju og ein
hálvur spælari á vøllinum, tá
frísparkið kemur innfyri. Vinstri
bakkurin hjá teimum, Sergi,
skallar bóltin útfrá. Eg temji
hann og flukti hann í málið við
mínum kalda høgra beini, sigur
Jens Kristian Hansen við einum
brosi. Hann er lámur og tí kemur
fluktarin við høgra beini eitt
sindur óvart á.
Frísparksinnleggið hjá Øssuri
Hansen er annars rímiliga
vandaleyst. Sergi kundi bara
latið bóltin farið afturum bak
linjuna, men velur at seta høvd
ið á bóltin. Løtu seinni sæst
Jens Kristian Hansen renna
í ovfarakæti upp á tvørs av
vøllinum, meðan føroyskum
spælararnir hálsfevna nýklakta
FM-vinnaran í B36.
Eigur troyggjuna enn
Tað er ikki fyrr enn átta minuttir
eru eftir, at Luis Enrique stað
festur sigurin fyri Spania við
málið til 3-1. Í 82 minuttir er
føroyska liðið væl við í dystinum.
Fyri tann tá 26 ára gamla Jens
Kristian Hansen er talan um
endan á einum fantastiskum ári.
-Vit vunnu FM við einum
sterkum B36-liðið, sum hevði
sjey landsliðsspælarar. Hetta
var endin á einum minniligum
kappingarári. Vit vunnu eisini
báðar dystirnar á Malta í hesum
bólkinum, minnist Jens Kristian
afturá.
Hann tók troyggjuna, sum
hann skoraði málið í við heim.
Á myndini er hann avmyndaður
í troyggjuni, sum hann skoraði
minniliga málið móti Spania.
Hin troyggjan er frá dystinum
í 1996 á Svangsakarði. Har býtti
hann troyggju við ongan minni
enn Fernando Hierro, sum í fleir
ár var liðskipari hjá bæði Real
Madrid og Spania.
-Eg haldi hetta er kanska tann
flottast troyggjan eg eigi. Eg havi
ongantíð verið tann, sum rennur
eftir einum ávísum spælara
fyri at býta um troyggju, so eg
Fernando Hierro munnu hava
staðið við síðurnar av hvørjum
øðrum, sigur Jens Kristian Han
sen.
Tað hendir seg enn tann dag í
dag, at fólk minna Jens Kristian
á flúktaran í Gijon, sjálvt um tað
eru góð 22 ár síðani.
-Hetta er málið tey minnast
meg fyri. Tað verður eisini nevnt
í miðlunum av og á. Tá kunnu
fólk finna upp á at tosa við meg
um málið, sigur Jens Kristian
Hansen.
Allan Simonsen er stjørnan
Fyri tey, sum vóru við á
ferðini til Gjión, er
túrurin minniligur.
Landsliðsvenjari var
Allan Simonsen, sum frá
1979 til 1982 spældi við
FC Barcelona. Spaniólar
hava ikki gloymt spinkla
danskarar, sum í 1977
verður kosin til ársins
spælara í Evropa.
Uttanfyri
gisting
arhúsið
møta
bæði
áskoðarar og fjølmiðla
fólk, fyri at fáa orðið á bólt
snillingin úr Velje.
Kvøldið fyri dystin venur
landsliðið á El Molinon leik
vøllinum, eftir at sponsku
stjørnurnar hava verið á
vøllinum. Venjingin er opin
fyri almenninginum og tað
ávirkar onkrar av teimum
yngru spælarunum, skrivar
Sosialurin eftir dystin.
Hvørki Todi Jónsson ella
Uni Arge, sum skoraðu í fyrru
uppgerðini, eru við vegna
skaðar. Liðið er nakað broytt til
dystin. Niðurstøðan eftur dystin
er, at føroyska landsliðið hevur
gjørt allar metingarnar hjá
sponskum miðlum til skammar.
Teir tosa undan dystinum um
nýtt landsliðsmet, sum er ein
12-1 sigur Malta.
Soleiðis verður ongantíð,
og nýggir menn sum Pól
Thorsteinsson og debutanturin
Sámal Joensen fáa rós fyri av
rikið. Tað er galdandi fyri
alt liðið.
Landsdysturin í Gijón fer í
søguna, sum ein av góðu upp
livingunum hjá øllum teimum,
ið vóru við. Bæði á og uttanfyri
vøllin.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Leygardagurin 11. oktober í 1997 er ein teimum meiri
minniligu í føroyskari landsliðssøgu. Føroyska landsliðið
er á vitjan hjá sponsku heimsstjørnunum eru í Gjión í
norðurspania. Vit fara nú ein túr aftur í tíðina til eitt av
minniligastu málunum í føroyskari landsliðssøgu
TÁ JENS KRISTIAN
SKAKAÐI
SPANIÓLAR