Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 102 27 SKORAÐU FLEST MÁL MÓTI SPANIA Spania vann undankappingarbólkin til HM 1998. Sermerkt er tó, at Spania lat bara seks mál inn alla undankappingina. Helmingin av teimum skoraðu Føroyar. Todi Jónsson og Uni Arge á Svangaskarði í 1996, og Jens Kristian Hansen á El Molinon í Gijón. HM-undankapping 1998 SPANIA 2 3 FØROYAR 1 1 11. OKTOBER 1997 Inn 59.min - Josep Guardiola (FC Barcelona) Inn 70.min - Emilio Amavizca (Real Madrid) Inn 78.min - Albert Ferrer (FC Barcelona) Inn 48.min Jens Erik Rasmussen (HB) Inn 78.min Arnbjørn Danielsen (B36) Inn 89. min ingi Rasmussen (HB) Spania – Føroyar 3-1 (2-1) 1-0 Luis Enrique, 18 2-0 Oli, 27 2-1 Jens Kristian Hansen, 44 3-1 Luis Enrique, 82 Dómari: Jacek Granat Tá hendan greinin verður prentað, er dysturin móti Svø­ ríki ikki byrjaður. Tí ber illa til at fyrihalda seg til avrikini og avleiðingarnar frá dystinum. Tó eru fleiri ábendingar um, at føroyska liðið fer at gera broyt­ingar í uppstillingini og spæl­skipanini. Nú er greitt, at Gilli Rólants­son ikki verður við til dyst­irnar, tí hann hevur fingið ein spark í andlitið, men tað er ikki greitt um nakað avloysari verður tikin inn. Bæði Lars Olsen, lands­liðs­ venjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava nevnt møguleikan at spæla við fimm í verjuni í Spania. Teir meta, at spanska lands­liðið er so gott á bólti­ num, at tað verður neyðugt at hava nógv fólk í brots­ teiginum at standa fyri. Í eftirmetingunum frá dysti­ num í 1997 stendur í Sosialin­ um, at verja fleiri ferðir tveitti seg fyri og vardi fyri skotum. Tað er ikki óhugsandi, at tað verður ein afturgangandi mynd sunnukvøldið í norður­ spanska býnum, Gijón. Tað kundi bent á, at Heini Vatnsdal kemur inn í einum miðverju saman við Atla Gregersen og Rógva Baldvinsson. Síðani verða onkrar broytingar long­ur frammi á vøllinum, har Árni Frederiksberg og Sølvi Vatn­ hamar eru í vanda­bólkinum, tí teir spæla í heimligu kapp­ ing­ini og toli ikki at spæla tveir landsdystir upp á tríggjar dagar. 3-1 var eitt góðkent úrslit í 1997. Tað er tað eisini í sunnu­ dagin. JENS MARTIN KNUDSEN (GÍ) ANDONI ZUBIZARETTA (VALENCIA) CARLOS AUGUILERA (ATLETICO MADRID) LUIS ENRIQUE (FC BARCELONA) RAUL GONZALEZ (REAL MADRID) FERNANDO HIERRO (REAL MADRID) JUAN ANTONIO PIZZI (FC BARCELONA) GUILLERMO AMOR (FC BARCELONA) OLIVERO OLI (REAL BETIS) SANTIAGO "SANTI" DENJA (ATLETICO MADRID) ABELARDO FERNANDEZ (FC BARCELONA) SERGI BARJUAN (FC BARCELONA) MAGNI JANSKOR (GÍ) JOHN PETERSEN (B36) JAN ALLAN MÜLLER (ESBJERG FB) SÁMAL JOENSEN (GÍ) ÓLI JOHANNESEN (B36) PÓL THORSTEINSSON (VB) JAN DAM (HB) JULIAN JOHNSSON (B36) JENS KRISTIAN HANSEN (B36) ØSSUR HANSEN (GÍ) Broytingar á liðnum