hósdagur 5. september 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Urtagarðsplantur
villast út í náttúruna
Urtagarðsplantur, sum hava verið í Føroyum í nógv ár,
eru nú farnar at seta fræ í náttúruni. Øktur flutningur
av fólki og vørum og veðurlagsbroytingar gera, at
nýggj plantusløg spretta fram í føroysku náttúruni.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Føroyska náttúran broytist. Í gjáum, gilum
og homrum eru nú brádliga nýggjar plantur
at síggja, sum higartil bert hava verið í
urtagørðum.
- Vit eru seinastu árini ferð eftir ferð
komin fram á urtagarðsplantur, sum eru
vilstar út í náttúruna. Tær eru serliga at
finna á støðum, har seyður ikki sleppur til,
sigur Magnus Gaard, plantufrøðingur á
Tjóðsavninum.
Eitt
nú
síggjast
blóðdroparunnar
(Fuchsia) nú breiða seg niðan ígjøgnum gjáir
og hamrar ymsastaðni uttangarðs. Hetta eru
vælkendir runnar í urtagørðum í Føroyum,
men teir hoyra ikki heima í føroysku
náttúruni.
Eisini eru spanskir hindberjarunnar (Rub
us spectabilis), sum nógv hava í urtagørðum,
oftari og oftari at síggja í náttúruni. Teir hava
higartil bert breitt seg undir moldum, men
nú eru teir farnir at seta fræ og spretta fram
av sær sjálvum á nýggjum støðum.
HUMLUR OG ØKTUR HITI
Fyri nøkrum árum síðani varð staðfest,
at humlur vóru komnar til landið og vóru
farnar at yngla í Føroyum. Humlur eru stórar
og sera ágrýtnar at dusta.
- Blóðdroparunnar og spanskir hindberj
arunnar hava verið í føroyskum urtagørðum
í fleiri áratíggjur, men teir hava á ongan hátt
verið vandamiklir, tí teir hava bert spjatt
seg ókynjað undir mold. Eftir at humlurnar
eru komnar til landið, er hetta broytt, tí tær
dusta planturnar, so tær verða gitnar og fáa
blómur ella ber.
- Spanskir hindberjarunnar hava ikki áður
havt ber í Føroyum, men tað hava teir nú, og
berini verða tikin av fugli og spjadd út í nátt
úruna.
- Veðurlagsbroytingar hava samstundis
gjørt sítt til, at humlurnar trívast í Føroyum,
og at vakstrarumstøðurnar í náttúruni hjá
fremmandum plantum eru vorðnar betur,
greiðir Magnus Gaard frá.
MANNASKAPTAR BROYTINGAR
Blóðdroparunnar og spanskir hindberja
runnar eru bert nøkur dømi um, at fremm
andar plantur eru farnar at spretta fram í
føroysku náttúruni.
- Eingin ivi er um, at broytingarnar í nátt
úruni eru mannaskaptar. Vit vita, at nýggj
sløg av plantum og djórum verða flutt til
Føroya í nógv størri mun enn fyrr. Og vit vita
eisini, at veðurlagið broytist av mannaávum,
sigur Magnus Gaard.
Í vár lótu granskarar í stórum tali úr
øllum heiminum eina frágreiðing úr hond
um, sum staðfestir, at 1 millión sløg av djór
um og plantum eru í vanda fyri at doyggja
út. Granskararnir staðfesta, at høvuðsorsak
irnar eru veðurlagsbroytingar og innrás av
nýggjum sløgum, sum troka upprunasløg
burtur.
Árin á føroysku náttúruna av veðurlags
broytingum eru lítið kannað.
Anna Maria Fossaa, sála, skrivaði í 2003
eina doktararitgerð um, hvørja ávirkan
veðurlagsbroytingar kunnu hugsast at fara
at hava á føroyska upprunagróðurin.
Harumframt er Tjóðsavnið við í eini al
tjóða granskingarverkætlan, ið nevnist
GLORIA, har fýra fjallatindar verða kannaðir
á fimta hvørjum ári.
MEIRA GRANSKING
Nýggja Náttúrufyrisitingin á Umhvørvis
stovuni er í samstarvi við Tjóðsavnið farin
undir at fyrireika listar yvir plantusløg, sum
vit serliga skulu halda eyguni við.
- Vit skulu gera ein svartalista við plant
um og runnum, sum vit skulu eygleiða. Vit
vita enn ikki, hvørji sløg koma á listan, men
blóðdroparunnar og spanskir hindberj
arunnar eru í øllum føri tvey góð boð, sigur
Magnus Gaard.
Tørvur er á at gera nógv fleiri kanningar
av árini av fremmandum djórum og plantum
á føroysku náttúruna.
- Vit vita, at broytingar henda, men vit
vita alt ov lítið um, hvussu álvarsligt tað
er. Tað er umráðandi at fáa granskað nógv
meira, hvussu stórur trupulleikin er, og um
føroyskur upprunagróður verður trýstur
burtur av nýggja vøkstrinum, sigur Magnus
Gaard.
Chik Collins er nýggjur
rektari á Setrinum:
Granskarar skulu
deila sína vitan
Altjóða samstarv
ger Havstovuna
størri
Kinesiskur granskari á
Fróðskaparsetrinum:
Góðir yrkismøguleikar í
Føroyum
Sponsk hindber síggjast nú eisini í føroysku náttúruni. (Mynd: Dánial Jespersen)
Tjóðsavnið
Magnus Gaard er plantufrøðingur á Tjóðsavninum
Tjóðsavnið er skipað í 4 høvuðs virksemisøki: Náttúra, mentan, miðlan og fyrisiting.
Serøki á náttúruøkinum: Plantudeild, djór á landi og djór í sjónum.
Serøki á mentanarøkinum: Fornfrøði, fólkalívsfrøði og bygningadeild.
Ein savnsvørður er leiðari fyri hvørt av hesum økjum.
VÍSINDAVØKAN
verður 20. september
4
7
10