hósdagur 5. september 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102
2
Sosialurin
ODDAGREIN
Heimurin
liggur opin
Nú løgtingsvalið er avgreitt eru samgongu
samráðingar næstar á skránni. Vit bíða
eins og onnur í spenningi, tí úrslitið kann
geva okkum eina ábending um, hvørja
leið vit kunnu fara á granskingarøkinum
komandi árini.
Uppundir valið var heilt fitt av kjaki um
týdningin av hægri útbúgving og gransking
og tørvin á at menna hetta økið. Á fundi,
sum Fróðskaparfelagið skipaði fyri, kom
fram, at undirtøkan fyri útbúgvingunum
á Fróðskaparsetrinum er sera stór millum
fólk í Føroyum sambært Gallup kanning. Í
framløgum varð víst á, at tað er neyðugt at
økja útbúgvingartilboðini, serliga á Master
stigi og at styrkja granskingarpartin á
Fróðskaparsetrinum munandi. Valevnini
lurtaðu og lovaðu við teimum fyrivarnum,
sum altíð mugu takast í valstríði.
Vit vóna, at ynskini í næstum verða
umsett til ítøkiligar ætlanir, tí vit eru
sannførd um, at tað gagnar Føroyum
og heiminum yvirhøvur, um vit eins og
grannalond okkara styrkja karmarnar og
gera íløgur í gransking á fleiri økjum.
LÆRA AV KYPROS
Tað er breið semja um í Europa, at tað er
skilagott og neyðugt at gera skipanarligar
og fíggjarligar íløgur í gransking og
menning. Hetta eru íløgur, sum geva
nýggja vitan at menna samfelagið við,
sum skapa nýggj vitanarstørv og geva
beinleiðis fíggjarligt avkast.
Vit hava sum er sera góðar altjóða
samstarvsmøguleikar, serliga í Horizon
2020, men orkan og framfýsni er ov
avmarkað til at gagnnýta hesar til fulnar.
Í summar høvdu vit vitjan av serfrøðingi
frá Kypros. Hann greiddi frá sera góðu
royndunum hjá Kypros við at byggja upp
ein stóran granskingarstovn við stuðli
frá Horizon 2020, vinnuligum íleggjarum
og stjórnini á Kypros. Stovnurin hevur
eftir góðum 10 árum megnað at draga til
sín íløgur uppá umleið 45 milliónur evrur,
harav ein triðingur er frá Horizon 2020.
STÓR MÁL MUGU TIL
Boðskapurin av Kypros var, at vit í
Føroyum eisini hava møguleikar at
byggja nakað heilt stórt upp, um vit tora
og vilja. Hetta krevur, at vit í felag orða
eina nationala ætlan, sum byggir á okkara
fakligu styrkir, vísindaliga umhvørvi og
landafrøðiligu fyrimunir og saman arbeiða
miðvíst við hesum, bæði politiska skipanin,
granskingarumhvørvið og vinnan.
Á Vísindavøku fara vit í ár at hava
tiltøk, framløgur og annað, sum á ymsan
hátt snúgva seg um evnið ARV. Hetta er
lýst í nøkrum av greinunum í blaðnum.
Um 10-15 ár kunnu vit vónandi fegnast
um arvin frá 2020, tað árið, tá vit í Føroyum
settu okkum so framsøkin mál á gransk
ingarøkinum, at vit gjørdu eitt skarvslop
inn á altjóða granskingarpallin. Vit hava
tá ein framúrskarandi granskingardepil
við havinum í miðdeplinum, við nógvum
starvsfólkum, sum hvønn dag leggja
afturat vitanarvarðanum øllum heiminum
at frama og við fyritøkum rundan um
sum gagnnýta allar møguleikarnar á
burðardyggan hátt.
Tað ber til, um vit vilja tað. Tað vísa
royndirnar hjá Kypros.
Vælkomin á Vísindavøku!
Annika Sølvará
Stjóri í Granskingarráðnum
Kypros klárar
seg sera væl
í Horizon 2020
Í juli hevði Granskingarráðið vitjan av
Pierantonios Papazoglou frá The Cyprus
Institute. Hetta er ein granskingarstovnur á
Kypros, sum hevur ment seg fyrimyndarliga
við at luttaka í Horizon 2020 verkætlanum.
Kypros
er
lítið
land
við
stórum
avbjóðingum, sum hevur megnað at tikið
ódnartøk í altjóða kappingini um fígging til
at menna universitet og granskingarstovnar.
Pierantonios var í Føroyum fyri at kveikja
og leggja lag á, fyri at samanbera og vísa
okkum, hvussu tað ber til. Hetta gjørdi hann
á fundum 2. og 3. juli.
Tá ið víst var á gongdina hjá Kypros síðan
oyggin bleiv innlimað í Evropasamveldið,
bar væl til at samanbera støðuna og
‘droyma’ um, hvussu langt vit kunnu røkka
næstu tíggju árini. The Cyprus Institute og
onnur universitet og granskingarstovnar
á Kypros hava megnað at fingið dyggan
stuðul úr Horizon 2020 og luttaka í stórum
verkætlanum, sum byggja upp og røkka eini
15 ár fram í tíð.
Pierantonios sær góðar møguleikar hjá
Føroyum, tí vit liggja væl fyri landafrøðiliga
og tí vit hava okkara serøki. Í tilgondini
at byggja upp og seta mál er alneyðugt, at
Føroyar hava eina felags strategi og greiðar
málsetningar fyri leiðina frameftir.
Pierantonios er sannførdur um, at teirra
nationala
ætlan,
”Smart
Specialisation
Strategy”,
gjørdi
munin,
tá
ið
stóru
verkætlanirnar hjá Kypros framum nógvar
aðrar fingu játtað dyggan stuðul úr Brússel.
Fyrstu mongu árini stríddist Kypros eins
og Føroyar við at gagnnýta møguleikarnar í
ES-skipanini. Í Horizon 2020 skeiðnum hevur
Kypros megnað at fingið gjaldið meira enn
trífalt aftur. Kypros klárar seg so væl nú,
at landið í komandi Horizon Europe fer at
teljast millum framkomin lond, tá talan er
um gransking, menning og nýskapan.
LUTTAKANDI STOVNAR OG FELØG
Á VÍSINDAVØKUNI:
Búnaðarstovan
Deildin fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu
Fiskaaling
Fróðskaparsetrið
Granskingarráðið
Havstovan
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
iNOVA
Ílegusavnið og FarGen
Jarðfeingi
Landsbókasavnið
Landssjúkrahúsið
Tjóðsavnið
Tjóðskjalasavnið
Umhvørvisstovan
Fyriskipari og ábyrgd: Granskingarráðið, Dagmar Joensen-Næs, www.gransking.fo Sniðgeving og umbróting: Sosialurin
Researchers’ Night
Tiltakið Vísindavøka er sprottið úr
átakinum European Researchers’ Night,
sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta
fríggjakvøld í september og í døgunum
frammanundan. Tiltakið verður hildið í
býum kring alt Europa.
Hetta er 12. vísindavøkan í Føroyum.
Endamálið við Vísindavøkuni er at
økja kunnleikan til og kveikja áhuga
fyri tí, sum fer fram í føroyska gransk
ingarheiminum. Høvi er hjá stórum og
smáum at hitta granskarar og síggja
og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat
hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.
Eisini er hetta eitt gott høvi hjá gransk
arum og øðrum starvsfólkum at hitta
starvsfelagar tvørturum fak- og stovns
mørk.
Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.
VÍSINDAVØKA
Á FERÐ KRING
LANDIÐ
Vísindavøkan verður eisini á ferð aftur
í ár. Talan verður um fýra tiltøk kring
landið, sum eru skipað eftir sama leisti.
Tiltøkini verða á Sørvágs Bókasavni 9.
september, við Løkin í Runavík 11. sept
ember, Klaksvíkar Bókasavni 12. september
og í Skúlanum í Trongisvági 17. september.,
allastaðni kl. 19.
Á
hvørjum
tiltaki
verða
tríggjar
styttri framløgur við granskarum frá
ymsu stovnunum kring landið. Til dømis
ber til at hoyra um siðaarvur í mun til
fiskavælferð, um møguleikar í taraaling,
um nútímansgerð av psoriasis-kanningini
í Norðoyggjum í 1950unum og um
jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við
Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Framløgurnar eru ymiskar á hvørjum
tiltaki.
Sí lýsing fyri tiltøkunum á baksíðuni í
blaðnum.