Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102 Sosialurin Magni Mohr hevur granskað á fleiri universitum í Evropa: Gransking má raðfestast nógv hægri Føroyskir granskarar fáa ov fáar greinir við í viðurkend vísindalig tíðarrit, og teir eiga at gera meira fyri at útvega fígging til gransking úr útlendskum grunnum. Samstundis eigur samfelagið at uppraðfesta vísindaliga gransking. Eftir Dagmar Joensen-Næs Magni Mohr er sera virkin sum granskari. Hann gevur á hvørjum ári 15-20 greinir út í viðurkendum vísindaligum tíðarritum. Grein­ir­ nar hjá honum verða ofta siteraðar av øðrum granskarum kring heim­ in. Hann ger eisini nógv við at út­ vega fígging úr útlendskum grunn­ um til sína gransking. Hvørt ár fáa hann og samstarvsfelagar hansara fleiri milliónir úr norðurlendskum grunnum og evropeiskum stuðuls­ grunnum. Magni Mohr starvaðist í fleiri ár sum granskari á einum bretskum uni­versiteti. Har slapp hann ikki und­an at geva út greinir og søkja um fígging. - Á Exeter University kravdu tey, at eg skuldi geva út fýra grein­ ir árliga í einum vísindaligum tíð­ar­riti á rættiliga høgum stigi. Eisini skuldi eg útvega í minsta lagi hálva aðru millión í stuðli til mína gransking hvørt ár, sigur hann. Hann hevur eisini starvast sum granskari á donskum og svensk­um universitetum. Har eru van­liga eingi formlig krøv um útgávu og fígging, men tað verður sjálvsagt væntað av granskarum, at teir kunnu vísa á úrslit av sínum arbeiði. - Teir granskarar, sum ikki geva út greinir ella útvegaðu fígging, sleppa ikki at halda fram sum fulltíðar ella hálvtíðar granskarar, sigur Magni Mohr. Í Føroyum er øðrvísi. Her verða enn ikki sett nógv formlig krøv á granskingarstovnum til granskarar. - Vit hava tað kanska ov gott í Føroyum. Ein orsøk til tað er helst, at gransking er so nýggj í føroyska hugaheiminum, bæði hjá vanligum fólki og myndugleikum, sigur Magni Mohr. ÓGREITT HVAT VÍSINDALIG GRANSKING ER Magni Mohr hevur síðani 2014 verið knýttur at Fróðskaparsetrinum, har hann í dag er er professari í arbeiðsfysiologi og dekanur á deild­ini fyri Heilsu- og Sjúkra­røkt­ arvísindi. Hann hevur eina greiða meining um, hvussu gransking verður mett í Føroyum. - Føroyar eru eitt rættiliga nýtt granskaraland, og vit hava enn ikki skilt til fulnar, hvat vísindalig gransking er. Tann mátin, gransking verður umrødd í politisku skipan­ ini, vísir, at ein stórur partur av okk­ara politikarum als ikki vita, hvat gransking er. - Sjálvt millum granskarar í Føroyum verður hugtakið gransk­ ing onkuntíð brúkt sum best ber til. Summi hava ta fatan, at um tey hava mátað okkurt og skrivað nøk­ ur orð um tað onkustaðni, so er tað vís­indalig gransking. Men tað er tað ikki. - Gransking er, tá tú kannar eitt fyribrigdi út frá eini neyvt lýst­ari hypotesu við vísindaligum háttalagi, tú fært til vega og viðger dátur við vísindaliga grundfestum og skikkaðum mannagongdum, og tú síðani skrivar eina grein, sum eitt óheft altjóða tíðarrit gevur út eftir drúgva og kritiska viðgerð. Tá greinin er úti, er arbeiðið viðurkent sum vísindaligt tilfar. - Hetta er ein definitión, ið øll verðin arbeiðir út frá, og tí skjóta vit okkum sjálvi í fótin, um vit ikki kunnu semjast um um tað, sigur hann. Magni Mohr heldur tað vera sera umráðandi, at granskingarstovnar og aðrir myndugleikar seta størri krøv til granskararnar. - Tað eru ov nógv í tí føroyska granskaraumhvørvinum, sum granska uttan at granska. Um einki kemur burturúr, so er tað einki. Tað er tað sama sum at gera íløgur í eitt flakavirki, uttan at nakar fiskur kemur út í hinum endanum. - Tað er ikki nóg mikið at gera ein tilvildarliga kanning og skriva eitt álit ella eina grein í Frøði. Um vit ikki krevja, at gransking skal gevast út í óheftum viðurkendum altjóða tíðarritum, so fáa vit ikki lyft støðið á gransking í Føroyum, sigur hann. SKULU GEVA GREINIR ÚT Magni Mohr viðurkennir, at tað er munandi lættari hjá summum granskarum enn hjá øðrum at fáa sínar greinir prentaðar í altjóða vísindaligum tíðarritum. - Tað eru granskingarøkir, sum eru ógvuliga avmarkaði, har tað er trupult at finna vísindalig tíðarrit, ið hava áhuga fyri greinunum. Summi tíðarrit seta eisini ógvuliga høg krøv til greinirnar, sum bert heilt fáir granskarar í Føroyum kunnu lúka. - Eisini eru summi gransk­ing­ ar­øki sera dýr. Innan fysiologi og medisin er vanligt at ein grein frá hugskoti til útgávu kostar 1 millión. - Men hóast krøvini kunnu vera høg, og tað ikki er eins lætt hjá øll­ um at fáa greinir givnar út, so er tað ikki í lagi, at granskarar ikki geva sítt vísindaliga arbeiði út. Tað ber ikki til aðrastaðni, sigur Magni Mohr. FÍGGING KREVUR NETVERK Føroyskir granskingarstovnar eiga eisini at eggja granskarum til at vera við til at útvega fígging til sín­ ar granskingarverkætlanir. - Tað er stórur munur á før­ leikum og royndum hjá før­oyskum granskarum. Á Fróð­skap­ar­setr­in­ um eru nakrir granskarar, ið hava sterkar førleikar og gott altjóða netverk, men har er eisini ein rúgva av fólki, sum hava stóran áhuga fyri gransking, men sum mangla royndirnar. Tá landið er lítið, kann vera trupult at gerast part­ur av einum grankingartoymi, har ein fær neyðuga stuðulin, veg­leið­ing­ ina og royndirnar. - Fyri at fáa fígging skalt tú kunna vísa á úrslit og vera partur av einum sterkum altjóða netverki. Um tú fært tína ph.d. á einum stórum altjóða universiteti, ert tú longu partur av einum toymi og kanst samstarva við nógv ym­isk fólk. Um tú gert tína ph.d. í Før­oy­ um, kennir tú kanska ongan annan, sum hevur áhuga fyri tínum øki. Hev­ur tú so ov fáar vísindaligar greinir at vísa á, er vónleyst at fáa fígging uttanífrá, sigur Magni Mohr. Hann søkir sjálvur mest úr norð­ urlendskum grunnum. - Fleiri almennir og privatir norð­ ur­lendskir grunnar lata nógvan pening til gransking. Teir privatu grunnarnir, sum til dømis Novo Nordisk grunnurin, eru eins góðir sum teir almennu grunnarnir. Har fylgja ongar sertreytir við, tá talan er um granskingarverkætlanir, sum nógv í Føroyum enn tykjast at halda. Magni Mohr samstarvar altíð við granskarar í øðrum londum um sínar verkætlanir. - Tað er ein fyritreyt fyri at fáa fígging til størri og krevjandi verk­ætlanir, og tað er eisini ein stórur fyrimunur at kunna deila útreiðslurnar við onnur. Har­um­ framt gevur tað mær møguleika til at brúka framkomnar analysur, sum vit ikki enn kunnu gera í Før­ oy­um. Hann hevur ikki torført við at finna samstarvsfelagar. - Eg havi sera góð altjóða sam­ bond, serliga tí eg havi arbeitt á svensk­um, donskum og enskum universitetum og verið við á altjóða gransk­ingarpallinum í nógv ár. Tí havi eg nakrar fyritreytir, sum nógv­ir granskarar í Føroyum ikki hava. - Tað er ikki eins lætt, tá tú situr einsamallur við einum avmark­að­ um granskingarøki, men eg haldi kort­ini, at vit eiga at krevja, at vit í størri mun royna at fáa fígging utt­ an­ífrá, sigur hann. EINKI FRÁ ES ENN Føroyar hava avtalu við ES um gransk­ingarsamstarv, og føroyskir gransk­arar hava tí møguleika saman við øðrum at søkja um stuðul úr ES-granskingarskráum. ES letur nógvar pengar til gransk­ ing, men krevur eisini nógv av um­ søkj­arunum. Magni Mohr hevur søkt tvær ferðir saman við øðrum og er nú í ferð við at fyrireika triðju um­sókn­ ina. Enn hevur hann einki fingið. - Tað er ógvuliga trupult at fáa peng­ar úr Horizon 2020, sum er granskingarskráin hjá ES, og tað tekur ómetaliga nógva tíð at skriva umsóknirnar. Tað er lættari hjá mær at søkja um pening frá einum norðurlendskum grunni og vera lutfalsliga vísur í at fáa pengar. Men eg royni kortini at søkja frá ES eisini, tí eydnast tað at fáa stuðul til eina verkætlan, sum vit sjálvi leiða, so fáa vit stórar upphæddir at arbeiða við. - Tað er heldur ikki burt­ur­spilt at søkja um stuðul úr ES-gransk­ ing­arskráum, hóast umsóknin ikki verð­ur gingin á møti. Umsóknirnar verða sera góðar, tí krøvini eru so høg, og tær kunnu tí altíð send­ast onkra aðrastaðni. Báðar um­sókn­ ir­nar, sum vit sendu til ES, sendu vit víðari í minni útgávum til aðrar grunn­ar aftaná og fingu pengar, sig­ur hann. FØROYSKUR STUÐUL NYTTAR LÍTIÐ Tað ber eisini til at søkja um stuð­ul til gransking úr føroyskum grunn­ um. Granskingargrunninum býtir um­leið 7 milliónir út til gransking um árið. Men tað munar lítið, held­ ur Magni Mohr. - Tað er ein meiningsleys upp­ hædd. Um myndugleikarnir veru­ liga vilja raðfesta gransking í Før­ oy­um, so mugu teir játta nógv meira pening. - Myndugleikarnir mugu eisini at skilja, at tað ikki er eins lætt hjá øllum føroyskum granskarum at fáa stuðul uttanífrá, og tí kunnu smærri upphæddir í Føroyum vera við at seta ferð á. - Gransking og útbúgving mugu raðfestast nógv hægri enn í dag. Um vit sum samfelag ikki arbeiða granskingargrundað, so ber illa til at fylgja við einum heimi, sum broytist við methøgari ferð, sigur Magni Mohr. Magni Mohr er sera virkin sum granskari. Hann gevur út 15- 20 vísindaligar greinar í viðurkendum tíðarritum hvørt ár. Magni Mohr Bachelor í ítróttarfysiologi frá Københavns Universitet 1998 Kandidatur í humanari fysiologi frá Københavns Universitet 2001 Ph.d. í humanari fysiologi frá Københavns Universitet 2008 Granskari á Københavns Universitet 2009-2011 Seniorgranskari á University of Exeter 2011-2014 Gestagranskari á Goteborgs Universitet 2013-2018 Lektari á Fróðskaparsetri Føroya 2014-2019 Professari á Fróðskaparsetri Føroya 2019- Dekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya 2017- Professari á Syddansk Universitet – 2019- FAKTA