Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102 4 Sosialurin Chik Collins er nýggjur rektari á Setrinum: Granskarar skulu deila sína vitan Tíðin er komin at flyta Fróðskaparsetrið til at verða eitt altjóða universitet, sum í størri mun byggir á gransking og er ein opin og virkin partur av føroyska samfelagnum. Tað hevur skotin Chik Collins, sum júst hevur sett seg í rektarastólin, sett sær fyri. Eftir Dagmar Joensen-Næs Chik Collins flutti inn á rekt­ara­ skrivstovuna á Fróð­skap­arsetr­in­ um 1. september. Samstundis flutti hann til Føroya úr Skotlandi, har hann hevur búð og virkað næstan alt sítt lív. Við sær í skjáttuni úr skotska stór­býnum Glasgow hevur hann drúgv­ar arbeiðs- og leiðsluroyndir frá einum munandi størri uni­ versit­eti. Hann hevur seinastu 23 ár­ini verið fyrst lektari og síðani pro­fessari og varadekanur á Uni­ versity of the West of Scotland. Á uni­versitetinum eru 19.000 lesandi og 1300 starvsfólk. Chik Collins hevur sum partur av leiðsluni á University of the West of Scotland verið við til at um­skapa universitetið frá at vera ein stovnur, sum í høvuðsheitum fekst við at útbúgva fólk, til at verða eitt altjóða universitet, sum í stóran mun byggir á gransking og deilir sína vitan við samfelagið. - Hetta er ein broyting, sum øll ung universitet skulu ígjøgnum. Í fyrstani leggja universitetini næst­ an bara dent á undirvísing, og tað er í stóran mun rætt, tí tey lesandi eiga altíð at vera í miðdeplinum. Uttan tey er eingin munur á einum universiteti og einum granskingarstovni. - Men sum universitetið veksur og búnast, er tað sera týðandi at fáa hin partin av uppgávuni hjá einum universitetinum við, sum er at framleiða vitan og deila hana við onnur. Tað er hetta, sum skapar eitt universitet í orðsins sanna týdningi. - Fróðskaparsetrið hevur fingið nógv fleiri lesandi, og nýggjar út­búgv­ingar eru lagstar afturat sein­astu árini. Tað er gott, men nú er tíðin komin at taka stigið frá í høvuðs­heitum at vera ein læru­ stovn­ur til at gerast eitt altjóða uni­versitet, sum í størri mun fram­ leið­ir nýggja vitan og deilir hana við samfelagið, sigur hann. MEIRA TÍÐ TIL GRANSKING Chik Collins hevur stórar ætlanir, men hann er fullgreiður um, at hann fyrst av øllum skal seta seg væl og virðiliga inn í arbeiðsgongdir og mentanir á Setrinum. - Øll hava helst sínar meiningar um, hvørjir trupulleikarnir eru, og hvat eigur at verða gjørt. Eg fari at lurta ógvuliga væl eftir øllum og taka so nógv til mín sum til ber. Eitt høvuðsmál verður, at Setrið skal leggja størri dent á gransking. - Eg fari saman við fyrisiting­ ar­stjóranum og dekanunum at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu nógva tíð vísindastarvsfólkini brúka til undirvísing, gransking og fyri­sit­ ing. Eg havi skilt, at fleiri vísinda­ starvs­fólk halda seg hava ov lítla tíð til at granska, hóast hetta eigur at vera ein týðandi partur av teirra arbeiði. - Eitt stig á leiðini verður helst at fáa frágreiðingar frá vísinda­ starvs­fólkum um, hvussu tey brúka tíðina. Tað er ikki ætlað sum eitt harð­rent leiðslutiltak, men sum eitt amboð til at stuðla fólki til at brúka tíðina væl. Møguliga kann tað hjálpa teimum til at finna meira tíð til gransking, sigur hann. Bretsk universitet hava sein­astu árini gjørt nógv fyri at fáa meira burturúr gransking við mill­um annað at herða krøvini til gransk­ ar­ar. - Tað er gott at hava skipanir og eftirlit við arbeiðnum, men tað skal gerast á ein stuðlandi hátt og ikki við at stýra niður í smálutir. Tað kann bróta niður virðismiklar arbeiðsroyndir og mentanir hjá gransk­arum, um farið verður ov langt við stýringini, sum tað í onkr­ um føri er hent í Bretlandi. Men bæði stovnurin og føroyska sam­ felagið skulu kunna hava væntanir og krøv til granskararnar, og tí er neyðugt við skipanum, ið tryggja, at tað kemur tað burturúr, ið eigur at koma. - Øll universitet ynskja sær hægri játtan og fleiri starvsfólk, og tað gera vit sjálvandi eisini. Men vit mugu eisini kanna, um tað ber til at stuðla granskarum betri og gera broytingar í mannagongdum, so tíðin verður brúkt meira effektivt, sigur Chik Collins. Møguleikar fyri at umskipa und­ ir­vísingina skulu eisini kannast. - Meira tíð til gransking skal ikki merkja verri undirvísing. Eg veit ikki, hvørji formlig krøv eru til undirvísingina í Føroyum, men eg veit um onkur universitet, ið undirvísa ov nógv. Tað er ikki altíð skilagott, tí lesandi á hægri læru­ stovnum skulu læra sjálv­støð­ugt. Við hvørt ber til at fáa meira burt­ ur­úr við at arbeiða øðrvísi. Ein máti kann vera at brúka gransking í undirvísingini, so­leiðis at tey les­ andi sjálvi eru við í gransk­ing­ar­ar­ beiðn­um, sigur hann. Chik Collins hevur sum partur av leiðsluni á University of the West of Scotland verið við til at lagt útbúgvingarstovnar saman. Hann vónar, at hansara royndir frá hes­ um arbeiði eisini kunnu koma Setr­ in­um til góðar. - Setrið hevur verið ígjøgn­um eina líknandi saman­legg­ing­ar­