hósdagur 5. september 2019síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102
Sosialurin
tilgongd, sum eg skilji enn ikki er
komin heilt á mál. Tað tekur tíð
og er altíð trupult at leggja ment
anir saman, men tað gevur eisini
nýggjar møguleikar fyri betri skip
anum og mannagongdum, sum
kunnu koma øllum til góðar, sigur
hann.
STUÐUL TIL AT SØKJA
UM FÍGGING
Setrið fær í løtuni ikki nógva uttan
hýsis fígging til gransking.
Stuðul uttanífrá hevur stóran
týdning fyri, hvussu nógv gransk
ing er á einum universiteti. Í Bret
landi krevja universitet av gransk
arum, at teir eru við til at útvega
fígging til teirra gransking.
- Eg haldi ikki, at vit skulu seta
beinleiðis krøv um hetta, men
heldur virka fyri, at tað verður van
lig mannagongd, at vísindastarvs
fólk søkja um uttanhýsis fígging á
hvørjum ári.
- Vit skulu eggja og stuðla gransk
arum, ið vilja søkja um fígging.
Hetta kann millum annað gerast
við at hava fastar mannagongdir
fyri, hvussu umsóknir um fígging
skulu skrivast, og at eftirkanna
tær, áðrenn tær verða sendar. Á
University of the West of Scotland
hava tílíkar skipanir broytt hug
burðin og mentanina munandi,
sigur Chik Collins.
Fígging uttanífrá hevur ikki bert
týdning fyri, hvørjar verkætlanir
kunnu fremjast.
- Granskarar, ið fáa fígging
uttanífrá, skulu gera frágreiðingar
til fíggingargrunnin, og tað ger
tað neyðugt at savna seg um verk
ætlanina og ikki lata onnur við
urskifti koma ímillum, sigur hann.
Chik Collins heldur, at góðir
møguleikar eru at fáa meira fígging
uttanífrá.
- Tað eru nógvir møguleikar at
søkja um stuðul úr ES-gransking
argrunnum og øðrum útlendskum
og føroyskum grunnum. Tað kann
eisini gerast í samstarvi við aðrar
granskingarstovnar og felagsskapir
og privatar vinnufyritøkur, sigur
hann.
MEIRA ALTJÓÐA
SAMSTARV
Chik Collins vil menna samstarvið
millum Setrið og universitet í øðr
um londum. Hann fer millum
annað at royna at fáa í lag tættari
samstarv við universitet í Skot
landi.
- Eg ætli mær millum annað at
kanna, um tað ber til at samstarva
um
granskingarverkætlanir,
ið
verða stuðlaðar av ES, sigur hann.
Hann fegnast um, at fleiri út
lendsk vísindastarvsfólk eru í
starvi á Setrinum.
- Tað gevur grundarlag fyri al
tjóða samstarvi. Setrið skal vera
eitt altjóða universitet, ið er opið
fyri heiminum. Føroyskir gransk
arar skulu kunna arbeiða á uni
versitetum í øðrum londum, og
útlendskir granskarar skulu kunna
koma til Føroya at arbeiða. Vit
skulu eisini hava fleiri útlendsk les
andi. Á tann hátt kunnu vit byggja
upp eitt altjóða netverk, sum hevur
stóran týdning fyri at fáa lut í
teimum nógvu møguleikunum í
altjóða høpi, sigur hann.
VITAN SKAL ÚT Í
SAMFELAGIÐ
Føroyska samfelagið hevur brúk
fyri gransking, og tað er alneyðugt,
at vitanin, ið verður framleidd á
Setrinum, kemur út í samfelagið.
- Samfelagið ger stórar íløgur í
gransking og skal sjálvandi hava
nakað afturfyri. Tað er ikki nóg
mikið at framleiða vitan og skriva
greinir til vísindalig tíðarrit, hóast
tað eisini er týdningarmikið, tí har
verður granskingin mett og viður
kend.
- Tað er eisini sera týdning
armikið, at vitanin verður deild
uttanfyri
akademiska
heimin.
Granskarar framleiða nýggja vit
an, sum heimurin hevur tørv á fyri
at loysa sosialar, fíggjarligar, um
hvørvisligar, politiskar og ment
unarligar trupulleikar. Almenning
urin skal hava atgongd til vitanina,
og almennir stovnar, vinnulív og
felagsskapir skulu fáa gagn av
henni.
- Føroyska samfelagið hevur
serligar avbjóðingar, ið granskarar
aðrastaðni ikki kunnu loysa. Tí
hevur tað alstóran týdning, at
granskað verður í føroyskum viður
skiftum, og at vit leggja ein arv eftir
okkum, sum kemur framtíðar ætt
arliðum til gagns.
- Granskarar skulu vera førir fyri
at greiða frá torskildum evnum á
ein hátt, so vanlig fólk skilja virðið
av tí, teir arbeiða við. Vit mugu altíð
vera til reiðar at svara spurningum
frá vanligum fólki, ið vilja vita, hvat
endamálið er við tí, sum vit gera.
At svara slíkum spurningum ger
okkum til betri granskarar og gevur
fólki álit á, at játtanin til Setrið er
ein góð íløga, sigur Chik Collins.
Chik Collins
Uppvaksin í Kilmarnock í Vestur-Skotlandi
1987 Bachelor í sosialvísindum frá Paisley College of
Technology
1991 Postgraduate prógv í íbúðarfyrisiting frá University
of Stirling
1997 Ph.d. í politiskari sosiologi frá University of Paisley
1996 – 2015 Lektari á University of the West of Scotland
2015 – 2019 Professari og varadekanur í politiskari
sosiologi og málvísindum á University of the West of
Scotland
2019 Rektari á Fróðskaparsetri Føroya
FAKTA
Chik Collins fer saman við
leiðsluni á Setrinum at leggja
ætlanir fyri, hvussu Setrið
skal mennast næstu árini.